Tað stendur um lív hjá Coventry í næstbestu eingilsku deildini. Felagið hjá føroyska landsliðsspælaranum er dygst omanfyri niðurflytingarstrikuna. Bara málmunurin er á muni millum Coventry og felagið, sum er á triði niðasta plássinum og harvið á niðurflytingarplássi, og felagið, sum er fimti niðast og harvið á plássinum omanfyri Coventry.
Hesar seinastu ferðirnar hava ábendingar verið um, at Coventry er um at fóta sær, og at teir kanska fara at hóra undan, men enn er nógv at kappast um og stríðast fyri. Átta umfør eru eftir at spæla, og onkur av feløgunum, sum eru niðanfyri Coventry á støðutalvuni hava seinastu vikurnar fingið eitt sindur av luft undir veingirnar. Tí hevur tað verið rættuliga avgerandi fyri Coventry, at teir í fýra teimum síðstu uppgerðunum ikki hava tapt. Tríggjar ferðir hava teir fingið eitt stig burturúr, og eina ferð hava teir vunnið.
Í fleiri av uppgerðunum, tá ið Coventry hevur fingið stig, hevur føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen verið eyðsýndur. Hóast hann framvegis hevur ilt við at vinna fast pláss á liðnum, so tykist tað sum um, at hann rættuliga er komin fyri seg eftir skaðan, sum hann fekk, tá ið hann var í Nicosia í oktober og skoraði annað málið í 2-2 uppgerðini hjá Føroyum ímóti Kypros.
Týskvøldið var Coventry í Millwall. Úrslitið var 1-1. Millwall, sum er nummar átta, og sum fyrrverandi Chelsea kempan Dennis Wiese er oddamaður fyri, legði seg framum við brotssparki eftir steðgin.
Tá ið tólv minuttir vóru eftir, varð Claus Bech Jørgensen settur á vøllin, og tá ið ein minuttur var eftir, syrgdi føroyski landsliðsspælarin við einmansavriki fyri, at Coventry fekk eitt stig við sær til hús.
Claus Bech Jørgensen sneiddi framvið fleiri mótstøðumonnum, og hann var um at fara um koll, tá ið hann sendi bóltin í málið. Bæði Coventry venjarin, Micky Adams, og Dennis Wiese søgdu eftir dystarenda seg hava hildið, at dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og at teir vóru ovfarnir, tá ið teir sóu, at dómarin peikaði á miðjuna.
Næstsíðsta leygardag vann Coventry 3-2 á heimavølli ímóti Watford. Ta ferðina var Claus Bech Jørgensen á miðvøllinum allar 90 minuttirnar, og hann javnaði til 2-2.
Claus Bech Jørgensen boðaði um ársskiftið frá, at hann var so mikið ónøgdur við, at hann ikki slapp framat á besta Coventry liðnum, at hann hevði tikið avgerð um, at hann fór at royna at finna sær annað felag, tá ið sáttmálaskeiðið hjá honum í Coventry verður runnið í summar. Higartil hevur einki verið at frætt um, um nakað felag hevur verið framvið. Tað kann væl hugsast, at bæði Coventry og onnur feløg nú fara at fáa eyguni upp fyri, at tað er dugur í føroyska landsliðsspælaranum, sum altíð hevur havt gott máltev - tá ið hann er sloppin framat at spæla.
Í morgin verður avbjóðingin hjá Coventry stór. Tá skulu Claus Bech Jørgensen og liðfelagarnir spæla á útivølli ímóti Sunderland, sum er greitt oddalið í næstbestu deildini.