Í hesum døgum er øðrvísi. Italsku heimsmeistararnir í fótbólti lendu í Vágum í gjárkvøldið. Ì annaðkvøld skulu teir syrgja fyri at vinna trý stig frá Føroyum. Tað kann væl vera, at teir fara at gera tað. Alt annað hevði verið millum størstu sensatiónir nakrantíð í altjóða fótbóltssøguni.
Vit taka við fullum huga á við okkara monnum og ynskja teimum alt tað besta. Men uttan mun til um tað fer at eydnast føroyingum at vinna stig leygarkvøldið ella ikki, so verður undir øllum umstøðum talan um heilt stóran eykavinning.
Landsdysturin móti Italia setur Føroyar í fokus. Fótbóltsfegnu italiumenninir hava seinastu dagarnar leppað alt í seg, sum hevur verið skrivað og sagt um italska landsliðið og føroyskan fótbólt og Føroyar.
Harafturat hava fleiri tíðindafólk úr Italia vitjað her á klettunum. Føroyar hava verið umrøddar í italsku fjølmiðlunum, og tað eigur at kasta av sær eitt nú til ferðavinnuna.
Ikki so fáir italiumenn komast við Føroyar sum eitt av londunum, sum veitir fisk til katólska Italia, har tað ikki er væl sætt at eta fisk í føstuni.
Nú fáa italiumenn gylt høvi at síggja Føroyar sum møguligt ferðamál. Hjá teimum, sum dagliga royna at finna skugga at goyma seg fyri sólini í, er tað neyvan altíð hiti og sól, sum telja mest, tá ið ferðamálið skal veljast. Upplivingarbúskap verður tað nú tosað so nógv um millum tey, sum eru væl fyri, og tað eru nógvir italiumenn.
Tað kann hugsast at vera ferðamál at vitja á staðið, har tað er ljóst so at siga allan sólarkringin á sumri, og at vitja í landi, har tað er stutt millum fjallatindarnar og víkir, vágir og firðir og Atlantshavið, og har fuglameingi og fiskur og fiskarí kann røkkast í handavend.
Í Italia knappast fólkatalið um 60 milliónir. Um áhugin fyri at vitja Føroyar hevði verið vaktur hjá einum promilli av italiumonnum, so hevði møguleiki verið fyri 60 túsund fleiri fremmandum ferðafólkum í Føroyum. Tað hevði ikki verið eiti á.
Takið vísir seg ofta at vera, hvussu nytta skal ella kann fáast burturúr gyltum høvum sum eitt nú hesum, tá ið italsku heimsmeistararnir vitja.
Nú er tað upp til vinnuna og tað almenna at syrgja fyri, at nytta fæst burturúr. Sovorðið arbeiðið eigur tað at verða farið undir beinanvegin, tá ið tað er greitt, at vitjan av hesum slagnum verður í Føroyum. Tað munnu ferðaskrivstovur og onnur langt síðani hava tikið sær av.
Blíðan byr við hesum verður ynskt tykkum, og somu ynski fara til okkara landslið, sum í annaðkvøld fer at royna seg ímóti italsku heimsmeistarunum. Tað er ikki hissini reklamuvirði teir, sum gingu undan at fáa Føroyar upp í altjóða fótbólt, syrgdu fyri.
Dreymurin er, at tað skal eydnast at fáa stig burturúr. Vónin er, at eisini eykavinningurin verður stórur, nú fótbólturin aftur setti Føroyar í fokus, og Havnin í eina løtu ikki bara var heimsins nalvi hjá teimum, sum búgva her!
Sosialurin