Gravgangur eftir Húsarhaldsskúlanum

Húsarhaldsskúli Føroya er ein sera vælumtóktur skúli í landinum. Skúlin hevur so nógvar umsóknir til skeiðið í ár, at dupult so nógvir næmingar, sum sleppa inn, hava fingið noktandi svar

Klaksvík:
? Sigast kann, at tað standa eini 40 næmingar á bíðilista, og enn er bara februar. Um ikki avboð koma, so sleppur ongin afturat inn til komandi skeið, sum byrjar í heyst, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, leiðari á Húsarhaldsskúla Føroya.
Skúlin hevur fingið 62 umsóknir til komandi skeið, sum byrjar í august. Enn er ikki komið út á várið, so tískil kunnu enn fleiri umsóknir væntast.
Serliga gentur í hópatali søkja, og har eru ongi krøv, sum ein skal lúka fyri at sleppa inn.
? Tað eru simpulten tær, sum eru fyrst at søkja, sum sleppa inn, sigur Jóhanna. Hon hevur starvast á skúlanum í 12 ár nú, og tey seinastu níggju sum leiðari. Ongantíð hevur hon vitað um størri gravgang eftir skeiðinum enn nú. Og tað er ein trupulleiki.
? Sjálvandi var tað ynskiligt, at allir umsøkjararnir sluppu inn, men vit hava simpulten ikki pláss fyri meira enn 21 næmingum í senn, sigur hon.

Afturstig
Fyri nøkrum árum síðani vóru tvey skeið um árið á skúlanum. Men hetta heldur Jóhanna ikki er nakað gott hugskot at fara aftur til fyri at kunna taka fleiri næmingar inn.
? Tá hugsar man bara um kvantitet og ikki kvalitet, sigur hon.
Skeiðið á skúlanum er vorðið munandi betur við, at tað varð longt upp í sjey mánaðir ístaðin fyri fimm, tí hetta gav lærarunum møguleika til at fara í dýpdina við summum evnum. Nakað, sum ikki bar so væl til, tá skeiðið einans var fimm mánaðir, tí stundir vóru ikki til tað.
Ein onnur orsøk fyri, at skeiðið varð lagt um til at vera eitt og ikki fullar tíggju mánaðir, er, at fáa annað virksemi inn í skúlan. Klænkiskeið og onnur skeið, sum fólk hava tikið væl undir við.
Jóhanna fegnast um tað og heldur, at um tey fóru aftur til at hava tvey skeið um árið, so hevði tað verið eitt afturstig.

Nýggjur skúli
Jóhanna dylir ikki fyri, at tað hevði verið ynskiligt at fingið ein nýggjan Húsarhaldsskúla. Hon heldur, at nógvu umsóknirnar eru eitt tekin um, at tørvur er á einum størri skúla, sum kundi tikið ímóti fleiri næmingum.
? Ikki so ræðuliga stóran skúla, men eitt sindur størri enn tann, vit hava nú, sigur hon.
Tað letur ikki til at vera nakar trupulleiki, at skúlin liggur í Klaksvík. Umsóknir koma allastaðni frá í landinum, og tað eru tey, sum eru fyrst at søkja, sum sleppa inn.
? Hetta hevur verið mannagongdin, og hon hevur virkað væl, men ikki í ár. Tí nú eru so nógvir umsøkjarar, at 40 hava fingið avslag sendandi í dag, og tað er ræðuligt, sigur ein ógvuliga hørm Jóhanna á Tjaldrafløtti.
Hon sigur, at tað ber ikki til at søkja til skeiðið í 2005 enn, tí so væntar hon, at tey høvdu mist tráðin á skúlanum. Lýst verður, nær søkjast kann inn á skúlan til skeiðið 2005 og so ræður um at vera skjótur. 21 tey fyrstu sleppa inn.