Frá forsætisráðharraevni til Ekstrablaðið

Hans Engell stórtrívist í starvinum sum blaðstjóri á Ekstrablaðnum. Hóast tað kom óvart at mong, at hann valdi blaðstjórastarvið á Ekstrablaðnum, heldur høvuðspersónurin ikki, lopið frá forsætisráðharraevni til Ekstrablaðið er so undarligt

Nógv hvukku við, tá fyrrverandi formaðurin í Konservativa flokkinum, Hans Engell, brádliga tók av møguleikanum at gerast blaðstjóri á umstrídda Ekstrablaðnum.
Hans Engell var framm til fyrst í nítiárunum fremsta evnið hjá borgarligu flokkunum í Danmark at gerast nýggjur forsætisráðharri. Ein biltúrur eitt vetrarkvøld gjørdi kortini bráðan enda á eini annars lovandi framtíð í donskum politikki. Hans Engell varð tikin av løgregluni at koyra bil ávirkaður. Hann tók avleiðingarnar alt fyri alt og tók seg úr politikki.
Hans Engell hevur útbúgving sum journalistur og tí væntaðu flest øll, at hann fór aftur til gamla yrkið hjá sær sum blaðmaður. At valið kortini fall á Ekstrablaðið, hevði fáur givið sær far um. Høvuðspersónurin sjálvur heldur kortini ikki, at lopið frá forsætisráðharraevni til blaðstjóra á Ekstrablaðnum er undarligt.

Slipsið er slept
- Journalistikkur og politikkur minna nógv um hvønnannan. Í journalistikki og politikki hevur tú við samfelagið og fólk í tí dagliga at gera. At eg endaði á Ekstrablaðnum er tí ikki serliga løgið. Eg havi altíð havt virðing fyri blaðnum, sjálvt um eg ofta í mínum politiska lívi kom upp at táttast við blaðið, sigur Hans Engell.

Hans Engell greiðir frá, at skiftið frá politikkara til stjóra á Ekstrablaðnum hevði eisini við sær, at hann legði lívsstílin um. Hann sigur skemtiliga, at slipsið er slept tætta sambandið við polititiska umhvørvið á Christiansborg var eisini slept.

Var tað ikki meira nærliggjandi at arbeiða á einum borgarligum blað heldur enn á Ekstrablaðnum ?

Satt at siga vænti eg ikki, at eg hevði funni meg serliga væl til rættis á einum borgarligum blaði. Fólk høvdu óivað altíð hildið, at eg rann politisk ørindi fyri á ein ávísan flokk og tí er tað á mangar mátar lættari at byrja heilt av nýggjum. Tað hevur altíð verið ein lítil gøtudrongur í mær, so starvið á Ekstrablaðnum passar mær fínt. Arbeiðið á Ekstrablaðnum var eisini lættari at taka, tí fekk eg arbeiði á einum borgarligum blað, høvdu fólk helst væntað nógv av mær, sigur Hans Engell.

Betri lag
Hans Engell varð valdur á Fólkating fyri fyrstu ferð í 1982. Fram til óhepna biltúrin fyrst í nítiárunum, var hann ein av fremstu donsku politikkararnum. Sum politikkari var Hans Engell altíð í andglettinum og nýggi leikluturin sum blaðstjóri dámar honum ógvuliga væl
-Nógv fólk halda, at eg eri nógv glaðari og meira frígjørdur í dag, enn tá eg var í politikki. Tá mann var politikkari var mann altíð noyddur at vera klárur og oftast kundi mann ikki tosa frítt, tí tú mátti altíð taka taktisk atlit. Hetta sleppi eg frá í dag og tað dámar mær væl, sigur hann.

Spennandi fyritøka
Hóast nógvir av fyrrverandi starvsfeløgunum á Christiansborg hava skotið honum í skógvarnar, at hann valdi at taka av blaðstjórastarvinum á Ekstrablaðnum, so rørir tað ikki Hans Engell.
-Umframt at vera eitt blað, so er Ekstrablaðið eitt spennandi fyritøka at vera leiðari á. Eg havi 300 fólk undir mær og umsetningurin er 600 mio. krónur, so vinnuliga sæð er eisini talan um eitt ómetaliga spennandi starv, sigur Hans Engell at enda.