Alfred Olsen
Løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
---
Orðatakið »Tolin trívst« má av sonnum sigast hóskar væl í hesum málinum, tí eftir at hava verið einsamallur talsmaður fyri Skálafjarðar-tunlinum, fegnist eg um, at vit nú eru fleiri sum taka undir við tunnilsprojektinum.
Landsstýrismaðurin
Tað gleddi meg, at landsstýrismaðurin, sum higartil hevur verið sera passivur, nú tekur undir við at undirsjóvartunnil verður gjørdur millum Skálafjørðin og Havnina. Landsstýrismaðurin hevur fingið eina umsókn frá nevndini, sum er mannað við umboðum fyri fíggjarstovn, kommunum og arbeiðsbólki, um at fáa loyvi at fara í gong við tunnilsprojektið.
Eg vil hervið heita á Bjarna Djurholm, um at geva hesum privata felagið loyvi til at fara í gongd við tunnilin beinanvegin.
Landsverk
Tað gleðir meg sera nógv, at landsverkfrøðingurin nú boðar frá, hvussu gott og gagnligt hann sær hetta tunnilsprojektið vera fyri tað føroyska samfelagið, umhvørvið, slit á vegir v. m. og tað er púra rætt. Eisini fegnist eg um, at landsverkfrøðingurin nú tosar um tunnil millum Saltnes og Strendur, jú tolin trívst.
Dimmalætting
Tað var ein fragd at lesa oddagreinina í Dimmalætting í kvøld, sum viðgjørdi Skálafjarðartunnilin og teir møguleikar hesin gevur fyri alt samfelagið, grunda á tað privata initiativið sum hevur megna at fingið til vega fíggingina av øllum projektinum uppá knappar 800 mió. kr., har ongin króna er úr landskassanum, áðrenn farið er undir arbeiðið og so rámandi spyr Dimma, »jamen, hvat bíða vit so eftir, tað er at lata fólkini sleppa í gongd við arbeiðið«.
Eg eri púra samdur við Dimmu í at fólkini eiga at sleppa í gongd ongantíð ov skjótt, men nú bíða tey bara eftir svarinum frá Bjarna Djurholm, til at fara í gongd og eg vóni og rokni við, at svar kemur frá Bjarna Djurholm í dag, heldur enn í morgin.
Fyrireikararnir
Kunnu vit tosa um »eldsálir«, so er her veruligar talan um »eldsálir« sum í frítíðini hava fyrireikað og gjørt projektið til Skálafjarðartunnilin, serliga teir sum hava mannað arbeiðsbólkin, men eisini kommunurnar við Skálafjørðin og nú eisini fíggingarstovnurin.
Eg vóni ikki og kann ikki ímynda mær, at Bjarni Djurholm kemur at draga tíðina út og blanda tingini saman, og hví skuldi hann tað, tí fyrireikararnir hava bara biðið um at fáa loyvi til at fara undir projektið, har linjuføringin og útbjóðingarháttur v.m. ikki eru við, so her er onki at bíða við? Men tað er at lata fólkini sleppa í gongd við arbeiðið.
Fíggjarligar sparingar
Eitt dømi um hvørjar fíggjarligar sparingar Skálafjarðartunnilin viðførir, er, at virðið í spardum tímalønum v.m. hjá fólkunum sum í dag koyra úr Havnini ella til Havnar, er uml. 2 mió. kr. um vikuna, og tí ræður tað um at koma í gongd við arbeiðið so skjótt sum gjørligt, so Skálafjarðar-tunlarnir eru lidnir á Ólavsøku 2011.









