viðisløn fyri arbeiðið sítt. Í ár valdu teir Rannvá, sum tískil fekk 4.000 pund í lumman fyri framúrskarandi avrik. Oman á tað heila, hava gallarí og listafólk, bæði í enska høvuðsstaðnum og aðrastaðni í Evropa [...] nakrar av framsýningunum, hon skal vera við á í næstum. ? Eg skal við á eina framsýning í Týsklandi í november saman við trimum øðrum frá skúlanum her . Hendan framsýningin verður í Essen, sum liggur beint við [...] list. Men nú skal gallaríið ruddast. Rannvá er eftir sjey drúgv ár liðug við master útbúgving sína í Fine Art, og nú skal pláss gerast fyri nýggjum næmingi. Og hóast Rannvá hevur verið glað fyri arbeiðsrúmið
tónleikaháskúla í Noregi í 1978, fór hann av álvara at skriva nútímans tónleik. ? Grundarlagið undir mínum tónleiki var í fyrstuni Beethoven, og tað sum eg annars hevði hoyrt í føroyska útvarpinum. Í Noregi hoyrdi [...] eftir, og tey flestu vilja ikki so frægt sum geva tónleikinum ein møguleika. ? Vit liva í eini ómetaliga grunnari tíð. Fólk hava ikki tíð ella hug at fordjúpa seg í nakað. Alt skal ganga skjótt við sms-boðum [...] nir í stundini út av tí, og so verður tú ikki biðin aftur, sigur Sunleif. Landið og tónleikurin Fyri einum ári síðani flutti Sunleif Rasmussen heim til Føroya, eftir at hann hevði búð í Danmark í 13 ár
Maðurin, sum síðan nú í fimm mánaðir hevur sitið varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri at hava beint fyri Dánjal Peturi Hansen, skal sita varðhaldsfongslaður í hvussu er fýra vikur aftrat. Hann varð fyrst [...] leiðari á kriminaldeildini hjá politinum ikki at siga. Tá ið alt tað einaferð verður liðugt, og ákæra verður reist, skal maðurin fyri nevningating. [...] fyrst varðhaldsfongslaður í tvær vikur, og síðan er varðhaldsfongslingin longd hvørja ferð við fýra vikum. Í dag var skeiðið úti, og maðurin gekk við til, at varðhaldsfongslingin varð longd við fýra vikum
tá tjóðbankin hevur hækkað rentuna plagar ikki at ganga so long tíð til peningastovnarnir gera tað sama. Og í lýsing í bløðunum í hesi vikuni hevur Sparikassin gjørt av at hækka útlánsrentuna við einum [...] at gjalda góðar 100 krónur meira um mánaðin. 72 túsund eftir 20 árum Í sær sjálvum ljóða 300 krónur í meirgjaldi fyri hvønn mánað ikki av so nógvum. Men tað ger tað kanska heldur tá talan verður um samanlagda [...] Eftir at havt rentulækking omaná rentulækking í mong ár, fekk rentan eitt kvink upp eftir í vikuni. Fyri góðari viku síðani almannakunngjørdi danski tjóðbankin, at rentan fær eitt kvink uppeftir, og tá
brúk fyri tí. Karin Sten-Madsen og Karin Helweg-Larsen eru samdar um hvat neyðtøkuoffrini hava brúk fyri. - Tær hava brúk fyri, at tær ikki sjálvar at skula leita hjálpina upp. Tær hava brúk fyri at fáa [...] sentrinum fyri neyðtøkuoffur. Torfør avgerð at melda - Tá ein stendur í einari tílíkari støðu og er djúpt skelkaður, móður og bangin og samstundis skal taka avgerðina um man vil melda ella ikki, er tað ein [...] gera sítt arbeiði. Tí fer man til løgregluna skal man siga frá, man skal hyggja uppá gerningsstaðið, man skal hyggja eftir myndum og alt møguligt. Men tað eru ikki øll, sum klára at taka túrin inn á løgre
er ætlanin, at ferðasambandið út í Hest skal vera í framtíðini. Tað vil Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, hava Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og í samferðslumálum, at greiða Løgtinginum [...] ætlat at tosa við tey í Hesti um, hvær tørvurin er, og hvørjir møguleikar eru. Somuleiðis skal Jørgen Niclasen greiða frá, hvørjar ætlanir hann hevur hevur fyri ferðasambandinum út í Hest eftir at Sando [...] sigur, at Hestfólk hava onga ábending fingið frá landsstýrinum um, hvat skip, skal sigla upp á Hest, og hvussu ofta tað skal sigla tá ið siglingin ímillum Gomlurætt og Skopun, verður niðurløgd. Og tí vil
at spíra. Vit hjálpa teimum í gongd, og alt arbeiðið skal gerast í dag, leygardag, og skráin verður so rættað til í kvøld. ? Vit eru á hesi stevnuni komin víðari. Vit hava ikki eins nógvar nervar og seinast [...] greiðir Vár frá. ? Eg skal finna eina uppskrift, og tað eru nógvar deadlines, sum eg skal halda. Eg bíleggi nógv arbeiði frá teimum ymsu verksmiðjunum, sum eg síðani skal seta saman í eina heild, so tað verður [...] Ung í Føroyum var á breddanum fyri tveimum árum síðani, var Vár Berghamar Jacobsen eisini við. Hennara arbeiðsheitið var eisini samskipari ta ferðina. ? Mín uppgáva er fyrst og fremst at vera við í fyr
fara at seta ein persón, sum skal rationalisera skipanina, sigur Bill Justinussen. Hesin persónurin skal so syrgja fyri, at flogferðir skulu ikki kosta meira enn neyðugt, ikki fleiri fylgjarar enn neyðugt [...] FÍGGJARLÓG Bill Justinussen skal skera níggju milliónir niður av sínari tillutaðu upphædd til familju- og heilsumál í fíggjarlógaruppskotið fyri 2003, nú málið er liðugt viðgjørt í fíggjarnevndini, og meirilutin [...] mió. meira í kassan frá láni til Húsalánsgrunnin. Fyriseting Bill Justinussen sigur, at sparingarnar í mun til fíggjarlógaruppskotið, sum Karsten Hansen legði fyri tingið vegna landsstýrið, ikki fara merkja
vilja seta búgv, hava als ikki ráð til slík ”rán”. Eingin ivi er um, at Tinglýsingargjaldið skal lækka, fyri at lata fólk og familjur sleppa undan hesum ógvusliga gjaldi, ið ikki er kostnaðargrundað og tí [...] einstaklingar og onnur, sum í løtuni nærmast skríggja eftir íbúðum ella sethúsum, skulu fáa síni ynski uppfylt. Fyri tey flestu er talan er um at gera størstu einstøku íløguna í lívinum. Tí ræður um bæði [...] er eingin ivi um, at dreymurin um hús ella íbúð ferð fyri skjeyti, áðrenn man veit av. Rentufellan er tann ringasta at detta niður í. Tí má og skal tað almenna taka eitt álvarsligt tak og verða við til
røkinum. Harumframt skal umsitingin í býráðnum arbeiða víðari við at kannað møgulig hølisviðurskifti fyri einum barnaansingarstovni afturat í Klaksvíkini, umframt at arbeiðast skal fram ímóti eini heildarloysn [...] Klaksvíkar Kommuna ikki skuldi fara inn í eitt kommunalt samtak, har ein nýggjur peningastovnur var við í endurfíggjanini, men at hetta ístaðin skuldi gerast á tann hátt, at kommunan í beinleiðis samskifti [...] umboð fyri býráðið hevði verið á kunnandi fundi við Landsbankan, og tá skrivliga tilfarið heldur ikki sýndi nakað nágreinuligt um málið, kundi hann ikki uttan víðari taka undir við hesum. Hann vísti í hesum