Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava dripið Dánjal Petur Hansen, skal sita varðhaldsfongslaður í fýra vikur aftrat.
Ta avgerð tók Føroya rættur fyrrapartin.
Eins og á undanfarnu rættarfundum kravdi ákæruvaldið hurðarnar latnar aftur, men verjin mótmælti fyri at vísa á, at umrøðan av málinum hevur veriðheldur einsíðug.
Rætturin valdi at ganga áheitanini hjá ákæruvaldinum á møti, og hurðarnar vórðu tí latnar aftur.
Tann skuldsetti maðurin hevur sitið varðhaldsfongslaður síðan 16. november.