Vil hava at vita hvussu framtíðin sær út hjá teimum í Hesti

Tænastan er skerd fleiri ferðir, og tey vita einki um, hvussu verður í framtíðini

Tað er ikki við teirra vilja, at tað er so tómligt á ferjuleguni í Hesti, men nú er spyrningurin reistur á Løgtingi

Hvussu er ætlanin, at ferðasambandið út í Hest skal vera í framtíðini. Tað vil Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, hava Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og í samferðslumálum, at greiða Løgtinginum frá.

 

Tí hevur hann spurt landsstýrismannin, hvat hann heldur um ferðasambandið, sum tað er nú, og hví tað er skert so nógv hesi seinastu árini. Hann vil eisini hava at vita, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur um at bøta um tænastuna á Hestleiðini og um hann ætlat at tosa við tey í Hesti um, hvær tørvurin er, og hvørjir møguleikar eru.

 

Somuleiðis skal Jørgen Niclasen greiða frá, hvørjar ætlanir hann hevur hevur fyri ferðasambandinum út í Hest eftir at Sandoyartunnilin er tikin í nýtslu. 

 

Høgni Hoydal vísir á, at hesi seinastu árini er ferðasambandið út í Hest, støðugt versnað, men tað er lítið at frætta um gongdina. Hann sigur, at Útoyggjafelagið bjóðaði avvarðandi politikarum, og myndugleikum, á fund um Hestleiðina og har møtti stjórin á Strandferðsluni, men hvørki borgarstjórin í Havn, ella landsstýrismaðurin møttu upp, sigur Høgni Hoydal. Og hann vil eisini hava at vita frá Jørgeni Niclasen, hví hann ikki møtti upp á tí fundinum.

 

Nú nærkast eisini tann stóri dagur, har Sandoyartunnilin verður tikin í nýtslu, og tað fegnast øll um. Men Høgni Hoydal sigur, at Hestfólk hava onga ábending fingið frá landsstýrinum um, hvat skip, skal sigla upp á Hest, og hvussu ofta tað skal sigla tá ið siglingin ímillum Gomlurætt og Skopun, verður niðurløgd. Og tí vil hann hava Jørgen Niclasen at greiða frá støðuni.

 

Og tað verður seinni í hesum mánaðinum, at landsstýrismaðurin skal svara spurningunum,

 

Tað er ikki við teirra vilja, at tað er so tómligt á ferjuleguni í Hesti, men nú er spyrningurin reistur á Løgtingi