- Evropa eigur at lata upp sína diplomatisku "kanal" móti Russlandi, sigur forsetin í Ungarn, Viktor Orban, sum er kendur fyri at sita væl um sátt við russiska forsetan

Viktor Orban fer at tosa við Vladimir Putin í dag

Viktor Orban váttar í dag, at landsins myndugleikar eru farnir í holt við at fyrireika komandi fundin millum forsetarnar í USA og Russlandi

- Evropa eigur at lata upp sína diplomatisku "kanal" móti Russlandi, sigur forsetin í Ungarn, Viktor Orban, sum er kendur fyri at sita væl um sátt við russiska forsetan

Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orban, sigur, at hann fer at snakka við russiska forsetan í dag, og tað er tíðindastovan, Reuters, sum endurgevur.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði í gjárkvøldið, at hann hevur gjørt eina avtalu við Putin um, at teir skulu hittast í høvuðsstaðnum Budapest í Ungarn í næstum.

 

Avtalan er, sigu Trump, at hetta verður innan tær næstu tvær vikurnar.

 

Viktor Orban váttar í dag, at landsins myndugleikar eru farnir í holt við at fyrireika komandi fundin millum forsetarnar í USA og Russlandi.

 

Evnið á fundinum verður friður, sigur hann.

 

Forsetin í Ungarn heldur, at friður hevði latið upp fyri einari røð av búskaparligari menning.

 

- Evropa eigur at lata upp sína diplomatisku "kanal" móti Russlandi, sigur forsetin í Ungarn, ið er kendur fyri at sita væl um sátt við russiska forsetan.

 

Í dag fer amerikanski forsetin at hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, í Hvítu Húsunum.

 

 

 

- Evropa eigur at lata upp sína diplomatisku "kanal" móti Russlandi, sigur forsetin í Ungarn, Viktor Orban, sum er kendur fyri at sita væl um sátt við russiska forsetan