Lív Maria Róadóttir Jæger útgav í 2023 tvey hondgjørd, heimaprentað yrkingasøvn, DE ANIMA, BITCH og WICKED FYSIKK, sum bæði bera ásetingina "SUPERVISJÓN HANDBÓK". Bæði verk taka útgangsstøði í høvuðsverkum hjá Aristoteteles og seta tey í samtíðarligan poppmentanarligan samtekst við poetiskum snaringum. Sama árið útgav Vónbjørt Vang Svørt orkidé, sum í hesum døgum er í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Tað er eitt poetiskt savn við ymiskum tekstasløgum um eina mammu og hennara sambandi við sonin, sum stríðist. Við savninum fylgdi essaysavnið Úr loggbókunum, sum lýsir skrivigongdina úr byrjan í enda. Felags fyri hesi verkini hjá teimum báðum høvundunum er fyrst og fremst, serliga í DE ANIMA, BITCH og Svørt orkidé, at tey skapa meining burtur úr kaotiskum umstøðum við grundstøði í ta føldu upplivingini.
Hetta gera tey tó á heilt hvør sín hátt: Svørt orkidé er eitt gott dømi um ljótar kenslur í nýerligum skaldskapi, sum nýtir eitt autofiktionelt sjónarmið til at styrkja um trúvirðið og kenslusemið í tekstinum. DE ANIMA, BITCH er eitt gott dømi um ironesty og tað metamodernistiska sveiggið. Hetta sæst longu í heitinum, har Lív Maria samantvinnar sitatið "it's Britney, bitch" úr sanginum Gimme More hjá Britney Spears við klassiska filosofiska verkið De Anima hjá Aristoteles. Hetta eru tvær tekstligar tilsipingar, ið illa kundu verið longri burtur frá hvørji aðrari: Ein 2000 ára gomul filosofisk viðgerð av sálini á fornum máli mótvegis einum popputum, amerikonskum uppreistrarrópi við fuck-you-málburði. Soleiðis sveiggjar bara heitið sjálvt millum filosofi og poppsang, tað djúpa og tað grunna, tað formella og tað óformella, tað umhugsna og tað villa, arkæiska fortíð og dynamiska nútíð, siðbundið latín og postmodernistiskt enskt – og nógv afturat, sum eisini verður víðariment í savninum.
Hetta er ein brellbiti úr greinini Metamodernisma í føroyskum skaldskapi, sum stendur at lesa í Sosalinum, ið er úti nú. Hetta er onnur grein í røðini av trimum.