Heystfagnaður, sum nú er á Eiði, er eitt heystgildi, har familjutiltøk, kappingar og ymisk søla er á skránni.
Eitt vælumtókt og afturvendandi tiltak, sum er partur av hesum tiltaki, er sonevnda heystkvissin í Hólmahúsinum.
Hetta tiltak, sum plagar at savna nógv fólk, verður í kvøld, har dyrnar lata upp klokkan 19, og kvissin byrjar klokkan 20.
Fyrstu tiltøkini á Heystfagnaðinum byrjaðu longu hin 15. oktober við heystfagnaðargudstænastu.
Gudstænastan byrjaði klokkan 18 hetta kvøldið, og eftir gudstænastuna var grýturættur í Hólmahúsinum og seinni føroyskur dansur.
Vit fara at venda aftur til ymskt úr skránni á Heystfagnaðinum í øðrum greinum á In.fo í dag.
Øll skráin fyri fagnaðin á Eiði kann síggjast um heimasíðuna - www.eidi.fo - og á Facebook-vanganum hjá Heystfagnaðinum.
##med2##