Lánikostnaðurin hækkar

Eftir at útlánsrentan næstan bara er farin niðureftir seinastu nógvu árini, gjørdi tjóðbankin fyri góðari viku síðani av at hækka rentuna. Føroysku peningastovnarnir gera nú tað sama, og í vikuni kunngjørdi Føroya Sparikassi, at teirra útlánsrenta hækkar við hálvum prosenti

Eftir at havt rentulækking omaná rentulækking í mong ár, fekk rentan eitt kvink upp eftir í vikuni.

Fyri góðari viku síðani almannakunngjørdi danski tjóðbankin, at rentan fær eitt kvink uppeftir, og tá tjóðbankin hevur hækkað rentuna plagar ikki at ganga so long tíð til peningastovnarnir gera tað sama.

Og í lýsing í bløðunum í hesi vikuni hevur Sparikassin gjørt av at hækka útlánsrentuna við einum hálvum prosenti.

Hóast ein rentuhækking upp á eitt hálvt prosent ikki er so ógvuslig, so er tað í øllum førum nakað sum tey húsarhald merkja.

Minni verður eftir til nýtslu, og hjá teimum, sum eru hart spent, er sjálvsagt, at ein rentuhækking merkist betri enn hjá teimum, sum hava rúmari fíggjarligar ræsur.


300 krónur

um mánaðin

Fyri at fáa eina hugmynd av hvussu nógv rentan hækkar hava vit biðið útlánsdeildina hjá Føroya Sparikassa siga okkum hvussu nógv rentan hækkar. Útrokningin byggir á eitt lán uppá 1 millión krónur.

Vit hava fingið upplýst, at rentubroytingin hevur við sær, at avdrátturin hækkar við 300 krónum um mánaðin líkamikið um talan er um eitt lán, sum skal gjaldast aftur eftir 12 ella eftir 20 árum.

Her skal tó leggjast afturat, at talan er um bruttogjaldið.

Tá rentuendurgjaldið er roknað frá, merkir rentuhækkanin at hvør einstakur lántakari kemur at gjalda góðar 100 krónur meira um mánaðin.


72 túsund

eftir 20 árum

Í sær sjálvum ljóða 300 krónur í meirgjaldi fyri hvønn mánað ikki av so nógvum.

Men tað ger tað kanska heldur tá talan verður um samanlagda meirgjaldið tá rentan hækkar við einum hálvum prosenti.

Roknað vit hækkingina upp á 300 krónur saman fyri 20 ár, snýr tað seg um eitt meirgjald upp á góðar 72 túsund krónur fyri tíðarskeiðið.

Er talan um lán, sum skal gjaldast aftur yvir 12 ár, so merkir rentuhækkingin, at tann sum peningin lænir nú, skal gjalda góðar 43 túsund krónur meira fyri ta milliónina viðkomandi lænir enn hann skuldi fyri góðari viku síðan.