Sunleif sær ikki havið.
Virðislønta tónaskaldið býr á Norðasta Horni, og úr arbeiðsrúmi sínum sær hann grøn fjøll, bláan himmal og litføgur hús.
Men hann sær ikki havið, sum hevur so nógv at siga fyri føroyingar, og sum Sunleif eisini hevur fingið íblástur frá ? millum annað til symfoniina Oceanic Days.
? Tað hevur einki at siga, at eg ikki síggi út á sjógv her, sum eg búgvi. Eg brúki hugflogið, tað hevur størri týdning, sigur hann.
Sunleif Rasmussen hevur skrivað tað, sum hann kallar nútímans tónleik, í meira enn 20 ár, og millum fleiri virðislønir er tónleikavirðislønin hjá Norðurlandaráðnum tann størsta viðurkenningin av hansara tónleiki.
? Eg haldi, at tónleikur skal gerast í samstarvi millum tann konstruktiva og tann innovativa partin av heilanum. Eg hugsi nógv um tónleikin, áðrenn eg skrivi hann, men onkuntíð kemur eisini okkurt spontant. Tað skal bara ikki ganga út yvir mítt upprunaliga hugskot við verkinum.
Sunleif Rasmussen hevur sjálvur spælt nógv jazztónleik, og hann heldur, at improvisatión er í lagi.
? Men jazztónleikur hoyrir heima í nútíðini. Skalt tú gera tónleik, sum skal halda í nógv ár, skalt tú hugsa um allar lutir og gongdina í verkinum.
Brendi nótarnar
Fyri nøkrum árum síðani fann Sunleif Rasmussen eina rúgvu av gomlum pappírum á ovasta lofti hjá foreldrum sínum heima á Sandi. Í pappírsrúgvuni vóru 25 løg, sum hann skrivaði sum unglingi.
? Eg keypti eitt orgul fyri konfirmatiónspengarnar, og við eitt sindur av hjálp frá ommu míni lærdi eg meg at lesa nótar. Eg byrjaði at skriva løg sum 14 ára gamal, greiðir hann frá.
Gomlu og gloymdu løgini fingu ikki Sunleif Rasmussen at leypa upp frá í ovfarakæti. Hann stakk eitt lag í lumman, og restina tveitti hann í eldin. Logarnar ótu hvønn ein tóna, og ungdómsins tónleikur hvarv sum ljóðleysur roykur yvir heimbygdini.
? Eg kundi ikki brúka gomlu løgini til nakað, og eg vildi ikki, at nakar skuldi finna tey seinni. So eg beindi fyri teimum. Eina lagið, sum eg tók við mær, havi eg síðani brúkt sum grundarlag til ein kórsats, og tað er tað einasta, sum eg havi eftir av teimum fyrstu løgunum, eg skrivaði.
Sangskattur sum dna
Tá Sunleif Rasmussen fór á tónleikaháskúla í Noregi í 1978, fór hann av álvara at skriva nútímans tónleik.
? Grundarlagið undir mínum tónleiki var í fyrstuni Beethoven, og tað sum eg annars hevði hoyrt í føroyska útvarpinum. Í Noregi hoyrdi eg fyrstu ferð tónleik hjá Stravinski, og tað var eitt slag av opinbering fyri meg. Eg var hugtikin av tí rútmisku orkuni í tónleikinum hjá honum, sum byggir á gamlan russiskan fólkatónleik, sigur Sunleif.
? Eg byrji ofta kompositiónirnar hjá mær í gamla føroyska fólkatónleikinum, men tað kann eingin hoyra í lidna verkinum. Eg kann til dømis taka ein gamlan sálm, toga hann sundur og brúka annan hvønn tóna ella kanska speglvenda lagnum. Eg brúki tann gamla føroyska tónleikin sum dna til mín tónleik. Hann er har, men hann kann ikki hoyrast ella síggjast, greiðir Sunleif frá.
Symfoni við avbjóðingum
41 ára gamli Sunleif Rasmussen kom í tað fína selskapið, tá hann í farna ári fekk Norðurlendsku Tónleikavirðislønina, sum er størsta norðurlendska virðislønin, ein komponistur kann fáa fyri eitt verk. Virðislønin varð latin fyri Oceanic Days, sum er ein symfoni.
? Eg fekk hugskotið til hetta verkið gjøgnum yrkingina, Det er endnu en af disse oceaniske dage, hjá William Heinesen. Hon snýr seg um, hvussu menniskja er forgeingiligt samanborið við ta stóru náttúrumegina.
Tað var neyðugt við neyvum fyrireikingum, tá ið symfoniin skuldi frumframførast av íslendska symfoniorskestinum í Norðurlandahúsinum. Hugskotið við verkinum er, at áhoyrararnir skulu verða umgyrdir av tónleiki frá øllum síðum. Fólk skulu vera sum eina oyggjaflokkur mitt í havinum.
? Stóra uppgávan var at syrgja fyri, at øll fóru at hoyra sama verk, líkamikið hvar í salinum tey sótu. Eg var noyddur at skriva eitt lítið petti um aftur, men annars bar til at gjøgnumføra mítt hugskot við verkinum, sigur Sunleif.
Norðurlendska virðislønin hevur havt við sær nógva umtalu av Sunleif Rasmussen, og hann er vorðin ein nógv umbiðin komponistur.
? Eg eri næstan tikin á bóli av øllum fyrispurningunum um at skriva verk og av innbjóðingum til tónleikafestivalar kring heimin. Nú verði eg noyddur at siga nei til fleiri umbønir um verk ella biða fólk bíða í fýra ár, tí eg havi ovmikið at gera.
Føroyingar vilja ikki lurta
Ein stórur partur av Føroya fólki vendir deyva oyrað til tónleikin hjá Sunleif Rasmussen. Verkini verða mett at vera innviklað og trupul at lurta eftir, og tey flestu vilja ikki so frægt sum geva tónleikinum ein møguleika.
? Vit liva í eini ómetaliga grunnari tíð. Fólk hava ikki tíð ella hug at fordjúpa seg í nakað. Alt skal ganga skjótt við sms-boðum, telduposti og nógvum sjónvarpsrásum. Í eini slíkari tíð hevur tónleikurin hjá mær tað trupult. Hann krevur av fólki, at tey royna at liva seg inn í hann fyri at skilja og uppliva hann, heldur Sunleif Rasmussen.
? Fólk góðtaka fyrilitarleyst alla tøkniliga framgongd. Eingin setur av álvara spurnartekin við tær nógvu nýggju vørurnar, men tá ið tað snýr seg um tónleik, sum ljóðar øðrvísi, so eru fólk varin og afturhaldandi. Kanska er orsøkin, at tónleikur ávirkar fólk metafysiskt, og tí hava tey ikki so lætt við at taka nýggjan tónleik til sín.
Sunleif Rasmussen vil vera við, at hann ikki skrivar tónleik við síni samtíð ella eftirtíð í huga.
? Eysturríkski komponisturin Schønberg merkti fyrst í 1900-talinum, at fólk høvdu ilt við at lurta eftir tónleikinum hjá honum. Tá segði hann, at fólk um hundrað ár fóru at bríksla løgini hjá honum. Men tað ger eingin í dag. Tí er tað eingin trygd fyri, at mín tónleikur verður meira virðismettur av eftirtíðini, bara tí samtíðin ikki dámar hann.
Sunleif vil ikki geva sítt boð upp á, hvat eftirtíðin fer at halda um hansara tónleik.
? Men eg havi so í øllum førum nøkur løg, sum kunnu bríkslast. Tað hevði Schønberg ikki, sigur hann við einum forherðaðum smíli.
Sín egni dómari
Sunleif Rasmussen hevur fyri langari tíð síðani gjørt av, hvat hann vil brúka lívið hjá sær til.
? Eg havi vígt lívið til tónleikin. Skalt tú brúka ein stóran part av tínum lívi til at sita einsamallur og skriva tónleik, mást tú veruliga hava viljan til at gera tað. Og tað havi eg framvegis, sigur hann.
? Eg eri fegin um, at tónleikurin hjá mær verður viðurkendur, men virðislønirnar eru einki mál í sær sjálvum. Mítt mál er at skriva tónleik, sum eg ikki havi hoyrt áður, eg søki tað nýggja, og eg skrivi meira til tónleikararnar, sum skulu spæla, heldur enn til fólkið, sum skal lurta.
Sunleif heldur, tað vera umráðandi at hugsa um tónleikararnar, tá ið verkini verða skrivað.
? Eg eri tann endaligi dómarin hjá mínum tónleiki. Tað er ikki sum í einum rockbólki, har tónleikararnir kunnu kjakast um hugskot og gera nakað í felag. Eg skrivi mín tónleik eina og aleina. Og eitt kann eg vissa øll um, gert tú ikki eitt gott arbeiði við tónleikinum hjá tær, so finna tónleikararnir í stundini út av tí, og so verður tú ikki biðin aftur, sigur Sunleif.
Landið og tónleikurin
Fyri einum ári síðani flutti Sunleif Rasmussen heim til Føroya, eftir at hann hevði búð í Danmark í 13 ár.
? Eg eri ein kosmopolittur, og tað kann næstan gera tað sama fyri meg, hvar eg eri, tá ið eg skal skriva tónleik. Men tær føroysku traditiónirnar hava nógv at siga fyri meg
? fiskur og fuglur, flettingin og grindadrápið. Tað er sum at missa annan armin, tá ið tú ikki kanst verða við í øllum hesum.
Sunleif vil ikki samanlíkna sín tónleik við nakran annan føroyskan tónleik, og hann heldur ikki, at hann skrivar nakað, sum kann kallast føroyskur tónleikur.
? Eg skal tó ikki nokta fyri, at landafrøðin ávirkar tónleikin. Sjálvandi havi eg fingið íblástur úr tí landinum, har eg eri vaksin upp, og har eg búgvi nú.
Og har Sunleif nú býr, er ikki sama stað, sum hann vaks upp. Fyrr sá hann havið úr heiminum, tað ger hann ikki longur.
Men tað er stuttur vegur av Norðasta Horni til høvuðsstaðin, og tá ið hann annars hevur brúk fyri at síggja havið, hevur hann tað í høvdinum, har størsti parturin av arbeiðnum við tónleikinum gongur fyri seg.