Karin Sten Madsen er sosialráðgevi og Karin Helweg-Larsen er serlækni. Báðar arbeiða á sentrinum fyri neyðtøkuoffur á Ríkissjúkahúsinum.
- Vit taka royndir av teimum kvinnum, ið eru vorðnar neyðtiknar, síðan hava tær møguleika fyri at fara heim at hugsa seg um, um tær vilja melda ella ikki. Um tær seinni velja at melda, liggja allar royndirnar har, bæði gynekologisku royndirnar og royndir av klæðunum og tí eru øll spor tryggjað.
- Tað eru góðir møguleikar fyri, at starvsfólk á Landssjúkrahúsinum kunnu koma til sentrið fyri neyðtøkuoffur á Ríkissjúkahúsinum at læra av okkara royndum. So at tey kundu fingið eitt líknandi tilboð í Føroyum, sigur Karin Helweg-Larsen, ið er serlækni á sentrinum fyri neyðtøkuoffur.
Torfør avgerð at melda
- Tá ein stendur í einari tílíkari støðu og er djúpt skelkaður, móður og bangin og samstundis skal taka avgerðina um man vil melda ella ikki, er tað ein avgerð, sum er sera ring at taka.
Tá man er í einari slíkari støðu, er man so bangin, onkur hevur bara hug at vera einsamallur, at vera heima og ikki blíva meira útstillaður. Tí man følir seg øgiliga útstillaðan, tá man fer til løgregluna. Men soleiðis noyðist tað at vera, tí tey skulu gera sítt arbeiði. Tí fer man til løgregluna skal man siga frá, man skal hyggja uppá gerningsstaðið, man skal hyggja eftir myndum og alt møguligt. Men tað eru ikki øll, sum klára at taka túrin inn á løgreglustøðina júst tá.
Tað eru nakrar, sum koma aftur. Tá tær koma aftur til løgregluna eftir eina viku, suffa tey og spyrja hví komst tú ikki áðrenn, tí tey ikki kunnu skaffa prógv. Tá kann kvinnan vísa til sjúkrahúsið, har løgreglan kann fáa hendur á øllum prógvum, greiðir Karin Sten Madsen frá.
- Løgreglan kann brúka prógvini, sum eru funnin á Ríkissjúkrahúsinum. Tey kunnu sjálvandi ikki kanna gerningsstaðið og finna prógv har, um ein vika er farin. Men tey hava øll spor, sum vóru funnin á kvinnuni ella á klæðunum hjá henni. So kunnu tey brúka sporini sum prógv, tí tað er hennara trúvirði, sum skal prógvast.
- Tær, sum ikki velja at melda, fáa akkurát sama tilboð, sum tær ið melda. Tær fáa millum annað tilboð um at ganga til psykolog. At blíva neyðtikin er líka ræðuligt, um ein velur at melda ella ikki.
Brúk fyri hjálp
- Tað er sera týdningarmikið, at gera eitt neyðtøkusentur ella eina tílíka funktión á sjúkrahúsinum. Tí tað er ein typiskur læknaligur holdningur, at man vil bara vita nakað, um man kann gera nakað við tað. Um tú sum lækni ikki hevur møguleika at vísa sjúklinginum víðari til ein psykolog ella sosialráðgeva, ið kann hjálpa teimum, so spyrt tú ikki um tey tingini, sum tú ikki vilt hava at vita, tí tú kanst ikki gera nakað við tað, sigur Karin Helweg-Larsen, lækni á sentrinum fyri neyðtøkuoffur í Keypmannahavn.
- Um ein kvinna ið er vorðin neyðtikin kemur á sjúkrahúsið, og hevur merki, sum kunnu týða uppá, at hon er neyðtikin, so spyrt tú ikki inn til tað, um tú ikki kanst gera nakað.
Tí er tað so týdningarmikið, at læknarnir vita nakað um tað og at tað er møguligt at fáa samband við ein psykolog, og ein sosialráðgeva ið vita nakað um evnið og tí kunnu hjálpa.
Tað er ikki avgerandi, á hvørjari deild sentrið fyri neyðtøkuoffur er. Men tað er sera týdningarmikið, at tilbúgvingin er til staðar og at vitanin finst á sjúkrahúsinum, so man kann taka hana fram, tá man hevur brúk fyri tí.
Karin Sten-Madsen og Karin Helweg-Larsen eru samdar um hvat neyðtøkuoffrini hava brúk fyri.
- Tær hava brúk fyri, at tær ikki sjálvar at skula leita hjálpina upp. Tær hava brúk fyri at fáa at vita hvørja hjálp, tær hava møguleika at fáa og bara at kunna velja til og frá. Tey hava brúk fyri at greiða frá hvat er hent, men ikki til nýggj fólk hvørja ferð. Tær hava brúk fyri at siga sína søgu á einum staði, so starvsfólkið har veit hvat er hent, og kunnu hjálpa henni út frá tí.
Tær eiga ikki, sjálvar at noyðast at uppsøkja lækna, sosialráðgevara ella psykolog. Tær hava brúk fyri at vita, at onkur tekur sær av teimum.









