Sleppa undan uppsøgnum

Familju- og heilsumál hava fingið níggju milliónir skarvaðar av játtanini í upprunaliga fíggjarlógaruppskotinum. Talan er mest um fyrisetingarligar sparingar, sigur Bill Justninussen, landsstýrismaður

FÍGGJARLÓG

Bill Justinussen skal skera níggju milliónir niður av sínari tillutaðu upphædd til familju- og heilsumál í fíggjarlógaruppskotið fyri 2003, nú málið er liðugt viðgjørt í fíggjarnevndini, og meirilutin hevur lagt sítt álit fram, sum eftir øllum at døma hevur fulla undirtøku í samgonguni.
Í fíggjarlógaruppskotinum vóru 540 milliónir settar av til familju- og heilsumál, men hetta tal er nú vorðið til knapt 331 millíónir ? ein sparing áljóðandi 9 milliónir.
Størsta útreiðslan hjá Bill Justinussen og familju- og heilsuøkinum er Landssjúkrahúsið, og tað er eisini Landssjúkrahúsið, sum missir mest í álitinum frá fíggjarnevndini. 8,3 milliónir, sum ætlaðar vóru til Landssjúkrahúsið koma eftir álitinum at døma ikki til góðar hjá Landssjúkrahúsinum.
Klaksvíkar sjúkrahús fær 2,25 mió. minni, og Suðuroyar sjúkrahús fær 325.000 kr. minni. Eisini verður skorin av játtanini til familju- og heilsumálaráðið við 1,7 mió. Hinvegin fær familjuøki eina millión afturat, og so fáast 2,8 mió. meira í kassan frá láni til Húsalánsgrunnin.

Fyriseting
Bill Justinussen sigur, at sparingarnar í mun til fíggjarlógaruppskotið, sum Karsten Hansen legði fyri tingið vegna landsstýrið, ikki fara merkja uppsagnir.
?Tað verður tann fyrisitingarligi parturin, sum verður skerdur. Sparingarnar raka størv og nýggj øki, sum ikki eru sett, sigur Bill Justinussen.
Landssjúkrahúsið hevði ætlað at seta fleiri nýggj størv, m.a til fyrisitingina, men hetta verður so ikki í 2003.
Eisini var ætlanin, at ein millión skuldi setast av til, at psykiatriska deild kundi hava opið um árskiftið, men mett varð ikki, at hetta var so átrokandi, tá ein stórur partur av sjúklingunum fer heim til familju um høgtíðina.
Bill Justinussen sigur, at meira enn tvær milliónir eisini verða spardar orsakað av, at gjøldini til ALS og Trygdargrunnin minka.
Bill Justinussen sigur, at sparingarnar á Klaksvíkar sjúkrahúsi heldur ikki raka verandi størv.
?Talan verður ikki um at lækka verandi tænastustøði, men verður spart verður í ætlanunum um at hækka tænastustøði, sigur Bill Justinussen.
Sum roknast kann við er Bill Justinussen ikki fegin um at skarva hesar milliónirnar av, men hann er kortini ikki meira ónøgdir enn, at hann kann taka undir við restina av samgonguni.
?Eg havi ikki lagt upp til oyðsl í sjálvum fíggjarlógaruppskotinum, og tí er tað sjálvandi keðiligt at skulu skera av. Men tá samgongan er samd um at tátta í, so skal hetta gerast á øllum økjum, og eg vil ikki ganga ímóti samgonguni, sigur Bill Justinussen, sum leggur afturat, at hann hevur gjørt alt tað, hann megnar, fyri at tryggja at sparingarnar raka sum minst.

Rationalisera
Játtanin til serviðgerð uttanlands er sett til 70 mió. í fíggjarlógaruppskotinum, og hon verður tann sama, hóast tað í ár eru nýttar meira enn 80 milliónir til endamálið.
Orsøkin til, at hetta talið ikki verður hækkað er, at rationaliseringar á økinum skulu fremjast.
?Vit fara at seta ein persón, sum skal rationalisera skipanina, sigur Bill Justinussen. Hesin persónurin skal so syrgja fyri, at flogferðir skulu ikki kosta meira enn neyðugt, ikki fleiri fylgjarar enn neyðugt skulu vera við sjúklingunum osfr.
Bill Justinussen veit at siga, at myndugleikararnir hava royndir av, at ov nógvir fylgjarar í fleiri førum eru við sjúklingum til viðgerð uttanlands.
?Peningurin er settur av til viðgerðir, og vit raðfesta viðgerðir ovarligari enn fylgjurnar, sigur Bill Justinussen.
Hendan nýggja ætlanin hevur verið fyri hjá sjúkrahúsleiðslum og yvirlæknum, og øll eru samd um, at tað eru møguleikar at spara, sigur Bill Justinussen.
Eisini skal ein partur av eftirviðgerðini flytast til Føroya, og harvið nógvar ferðaútreiðslur sparast.