Rannvá fekk virðisløn í London

Um tvær vikur skal havnargentan, Rannvá Kunoy, í Royal Albert Hall í London at taka ímóti próvnum, ið ger hana til master í list. Og tað verður eitt gott prógv, hon fær. Rannvá hevur klárað seg so væl, at hon fekk virðisløn fyri aðra av báðum myndunum, hon valdi at sýna fram til próvtøkuframsýningina

 

List

 

John Johannessen

 

Jens Kristian Vang (myndir)

 

London

 

 

 

Á Royal College of Art beint við síðuna av Royal Albert Hall í London er eitt arbeiðsgallarí á stødd við eitt hjúnakamar heima í Føroyum.

 

Vit tosa um gallaríið, sum seinastu drúgvu tíðina hevur verið staðið, har Rannvá Kunoy hevur brúkt nærum alla sína tíð við einum endamáli: At menna sína list.

 

Men nú skal gallaríið ruddast. Rannvá er eftir sjey drúgv ár liðug við master útbúgving sína í Fine Art, og nú skal pláss gerast fyri nýggjum næmingi. Og hóast Rannvá hevur verið glað fyri arbeiðsrúmið, ið er eitt sindur størri enn tey hjá hinum næmingunum, er tað ikki við sorgblídni, at hon tømir tað.

 

? Tað kennist fantastiskt, svarar Rannvá, tá vit spyrja hana, hvussu tað kennist, at skula pakka sínar ognarlutir saman og fara avstað úr skúlanum.

 

Vit skilja Rannvá, tí hon hevur allar orsøkir til at vera glað. Hon kemur eftir sjey ár út úr skúlanum við einum framúrskarandi úrsliti. Rannvá hevði tveir stórar málningar við til kravdu fráfaringarframsýningina, sum endaði seinasta sunnudag. Og hesir vóru so mikið góðir, at hon fekk virðisløn fyri annan, meðan ein maður í Lisabon keypti hin.

 

Tað er soleiðis, at hvørt ár, næmingar eru lidnir við master útbúgvinina í Fine Art frá Royal College of Art í London, koma umboð frá einum grunni og velja út ein næming frá málaradeildini, sum fær viðisløn fyri arbeiðið sítt. Í ár valdu teir Rannvá, sum tískil fekk 4.000 pund í lumman fyri framúrskarandi avrik.

 

Oman á tað heila, hava gallarí og listafólk, bæði í enska høvuðsstaðnum og aðrastaðni í Evropa, brádliga fingið áhuga fyri Ránnvá og tí, hon ger.

 

? Eg eri sjálvandi ógvuliga, ógvuliga glað fyri hetta, sigur Rannvá við einum stórum smíli.

 

Bíðar við Føroyum

 

Kaffi smakkar óføra væl. Tað er mikudagur 21. juni ? longsti dagur ? klokkan er hálvgum trý seinnapart, og hitin man liggja um 25 stig.

 

Rannvá hevur júst keypt okkum kaffi, og nú sita vit væl til rættist uttan fyri kaffistovuna á Royal College of Art við Royal Albert Hall í baksýni. Veruliga ein listarlig mynd. Og so er tað eisini í Royal Albert Hall, at Rannvá um tvær vikur skal standa í eykendu svørtu kápuni og taka ímóti prógvi sínum, meðan foreldur og skyldfólk errin sita á áskoðarasessunum.

 

Rannvá tendrar sær eina sigarett, og vit práta eitt sindur aftur og fram um list hennara.

 

? Føroyar mugu bíða, sigur Rannvá og greiðir okkum frá, at hon ætlar at verða verandi í London og fáa íblástur og royna seg á listarliga marknaðinum her eini tvey ár afturat, hóast hon nú er liðug við skúlan.

 

Men kortini fáa føroyingar ein lítlan smakk av listini hjá Rannvá. Tí í september verða nakrar myndir hjá henni sýndar fram í Føroyum, sum partur av einari norðurlendskari framsýning, sum í løtuni ferðast kring um í Norðurlondum.

 

? Eg veit ikki, nær eg veruliga kann sýna fram aftur í Føroyum. Eg vil eisini royna at sýna fram aðrastaðni, áðrenn eg komi aftur til Føroya, greiðir Ránnvá frá og reksar upp nakrar av framsýningunum, hon skal vera við á í næstum.

 

? Eg skal við á eina framsýning í Týsklandi í november saman við trimum øðrum frá skúlanum her . Hendan framsýningin verður í Essen, sum liggur beint við Düsseldorf, ið er ein veruliga stórur listarbýur. So tað verður rættuliga spennandi. Eisini skal eg saman við Hans Paula Olsen, Hansinu Iversen, Bárði Jákupsson og Astrid Luin við á framsýningina, tá Norðuratlantiska Bryggjan í Keypmannahavn letur upp í mars. So eg havi rættuliga nógv at arbeiða fram ímóti, greiðir Rannvá frá við einum livandi brá av vón í eygunum.

 

Umframt hesar báðar framsýningarnar, skal Rannvá eisini mála tveir málningar til eitt stórt felag í London. Hendan uppgávan er eisini eitt úrslit av sera væl frágingnu endaframsýningini. Eitt umboð fyri hetta stóra felag var so hugtikið av teimum báðum próvtøkumálningunum hjá Rannvá, at hann beinan vegin heitti á hana um at mála tveir málningar til felagið. Hesa uppgávuna fer Rannvá í gongd við nú beinan vegin.

 

Oman á tað heila, skal Rannvá eisini mála til eina framsýning í november hjá einum nýggjum gallarí í London.

 

Er á byrjanarstøði

 

Tað ljóðar nógv við øllum framsýningunum hjá Rannvá, sum skulu vera kring um í Norðurlondum, í Týsklandi og í London. Men Rannvá greiðir frá, at hon nú er komin á eitt byrjanarstøði. Hon er liðug við skúlan og skal út at skapa sambond og áhuga fyri síni list. Og hetta, roknar hon við, fer at taka sína tíð.

 

? Eg vóni sjálvandi, at fleiri tilboð fara at koma í framtíðini. Men tað tekur ofta eitt sindur av tíð. Tað gekk avbera gott til framsýningina hjá mær nú, eg bleiv liðugt. Tað gekk nógv betri, enn eg hevði væntað. Men nú skal eg so út at etablera meg, sigur Rannvá Kunoy.

 

Rannvá ætlar sær saman við níggju øðrum frá sama skúla at finna eitt arbeiðshøli onkrastaðni í London. Slík høli eru ógvuliga torfør at finna og ógvuliga dýr at leiga í einum so stórum býi. Men Rannvá ætlar sær kortini at royna.

 

? Eg eri liðug við skúlan og kann gera tað, eg vil. Gongur tað ikki her í London, kann eg altíð fara onkra aðrastaðni. Tað er ikki verri enn so, sigur Rannvá og ger greitt, at hon ikki hevur hug at liva sum fátæk listarkvinna og sova og arbeiða í sama rúmi.

 

? Verður hetta ov tungt, kann eg altíð royna New York, ella kanska París ella okkurt heilt annað stað, sigur Rannvá við einum brosi.

 

Vit skilja, at Rannvá longu er komin rættuliga langt í listaheiminum, hóast hon sigur, at tíðin eftir skúlan er eitt byrjanarstøði. Og tí spyrja vit hana, um hon ikki sjálv innast inni heldur, at hon er við at vinna sær eina støðu í listarliga heiminum uttan fyri Føroyar.

 

? Jú, tað er rætt. Men eg hevði als ikki væntað at fáa áhuga. Tí sannleikin er tann, at tað arbeiði, eg havi gjørt, er rættuliga ørðvísi enn tað, sum hini her á skúlanum hava gjørt. Mítt arbeiði líkist ikki bretskari list og tí, sum bretar keypa. Tí eri eg rættuliga bilsin um hendan áhugan, greiðir Rannvá frá og fær sær ein góðan munn av Cappucino.

 

Nógv ment

 

Føroyingar minnast helst best Ránnvá frá framsýningini, hon fyri tíð síðani hevði í Føroyum. Á hesari framsýningini var mannakroppurin innan gjøgnumgangandi evnið. Men listin hjá Rannvá er broytt síðani, og nú málar hon heilt aðrar málningar.

 

? Tá eg arbeiddi við hasum myndunum, var tað tí, at eg vildi tosa um tað, sum er viðbreki og torskilt. Eg havi hildið áfram við hesum evni, men geri nú kompositiónir frá mínum egna høvdi í staðin fyri frá mannakroppinum.

 

? Evnið, eg royni at fáa fram, er at vera vilstur. Tað var eisini soleiðis, tað heila byrjaði. Tí, at tá eg kom her, føldi eg meg nokk so vilsta. Eg var í nýggjum umhvørvi, tað var nógv og hørð kapping, og eg vildi broyta arbeið eftir eina góða framsýning. Tað er altíð ein hørð tíð, tá tú vilt broyta arbeiði. Og tað er eisini altíð eitt sindur av einum antiklimax, tá tú hevur havt eina góða framsýing.

 

? Eg fór at hugsa um tað at vera vilstur. Ikki tað, at tú ikki finnur fram frá einum stað til eitt annað, men at tú altíð ferðast og ikki veitst, hvar tú ert og hvar tú fert. Tað var hetta, eg fór at royna at fáa fram í málningarnar. Og eg brúkti eitt heilt ár til at kanna ymisk ástøði um júst hetta her ,og at menna málningarnar á hendan hátt.

 

Rannvá greiðir frá, at hetta gjørdi, at hon fór at mála fólk og lutir, sum ferðast. Hon vísir ymiskt, ið ferðast í kring. Tú sært ikki, at tað eru fólk, ið hon teknar, men meiningin er, at tú skalt kenna teg, sum ein av mongu prikkunum ella strikunum í málningunum.

 

Og hetta megnar Rannvá væl, tí tú kennir teg veruliga sum ein av hesum smáu verunum, ið ferðast í tí kosmos, sum málningarnir rúma.

 

Málningurin, sum Rannvá fekk virðisløn fyri, eitur No Place. Og hetta er júst ein málningur, ið vísir ein stima ov einum ella øðrum, ið ferðast onkrastaðni ella ongastaðni, men kortini sama veg.

 

Hin málningurin á framsýningini var There...Almost. Hann sýndi verur, ið ferðast inn og út úr málninginum, eins og tær ferðast upp og niður, aftur og fram í stóru djúpdini. Sanniliga áhugaverd list.

 

Kaffikoppurin er vorðin tómur, og vit spáka okkum niður trappurnar í skúlanum, siga farvæl við Rannvá og harmast um, at vit ikki fáa stundir at vera við í Royal Albert Hall um tvær vikur, tá hon fær prógv. Men sólin skínur framvegis.