vit bardu okkum burturúr stórkreppuni í nítiárunum. Hann hevur rætt. Tað er sum, fokuseringin í sjálvum sær støðugt er negativ - ein "einki ber til" støða, sum í sjálvum sær er niðurbrótandi. Um vit ikki [...] til. Hvørji ráð eru so til at taka sambært luttakararnar í orðaskiftinum? Umframt at mæla tí almenna frá at blanda seg, so høvdu vinnuumboðini í roynd og veru eingi góð ráð uttan at mæla politikkarunum [...] sum skjótast at privatisera allar tær almennu fyritøkurnar. Hetta skuldi ikki gerast í bitum men í einum høggi. Víst var til onnur lond, har privatiseringar høvdu havt sera gagnliga ávirkan á búskapin
fyribrigdi hevur gjørt seg galdandi í Tórshavnar kommunu munnu tey flestu hava eina meining um. Fleiri mál hava víst, at limir í fráfarandi meiriluta hava fingið góðar sømdir í ávísum førum. Eisini hava byggimál [...] tvístøðu í Sambandsflokkinum, fekk hann møguleikan at melda seg út ella verða koyrdur úr flokkinum. Hann valdi tað fyrra, og meldaði seg inn í Javnaðarflokkin, sum hann áður hevur verið limur í. Sjálvandi [...] lokala fólkaræðið, at leiðslan skiftir við millumbilum, í hesum føri millum ymiskar politiskar flokkar. Søgan vísir okkum, at tá tey somu sita við valdið í ov langa tíð, seta persónlig ella partapolitisk áhugamál
europæisku landnámsmenninir gjørdu í Norður- og suðurameriku á mangan hátt tíverri eisini minnir um fólkamorð. Sama kann við ávísum rætti verða sagt um afrikanska trælahandilin í 16-1800 talinum, har milliónir [...] víða hvar. Hvat er tað, sum heilt ítøkiliga hendir í Darfur? Tað hendir hetta, at ein milits, ið nevnist Janjaweed við stuðli frá landsstjórinin i í Karthoum herjar allan landspartin við báli og brandi [...] yvirgangsvirksemi Janjaweeds doyggja í hunri, tí tað er vorðið at kalla ógjørligt at dyrka jørðina og at hava kríatúr orsakað av stríðshendingunum. 10.000 fólk doyggja í hungri um mánaðin. Tey flestu teirra
ringt við at treingja ígjøgnum hjá leiðsluni í hesum flokki, ið oftani tosar sum um, at hon umboðar ein meiriluta av Føroya fólki. Tað ger hon ikki, og havandi í huga føroysku skipanina, har stjórnarvald [...] staðið seg betur við eitt sindur av sjálvrannsakan og kanska roynt at tosað við tey í egna politiska baklandi, ið hava víst í verki, at mál kunnnu røkkast við samstarvi heldur enn konfrontatión. Um flokkurin [...] einstøkum undantaki sat í andstøðu alla tíðina, tí at flokkurin ikki kundi samstarva við hinar føroysku flokkarnar. Samstarv og virðing hvør fyri øðrum, er lykilin til at kunna luttaka í stýringini av hesum
skal latast fólki fyri at keypa partabrøv í teimum almennu fyritøkunum, tá tær verða einskildar, skýtur Óli Breckmann í Fólkaflokkinum upp. Uppskotið varð fráboðað í vikuskiftinum, men enn er ikki greitt, [...] gjørt, ella um Fólkaflokkurin sum flokkur tekur undir við uppskotinum. At kunna draga íløgur í vinnulív frá í skatti er ikki eitt heilt ókent fyribrigdi og slíkar skipanir hava eisini verið her á landi [...] sum eiga pening, og kanska eisini tey, sum eru sloppin lættari í skatti tey síðstu árini. Tað merkir, at verður hetta uppskotið framt í verki, kunnu vit siga, at landsstýrið hevur givið ein skattalætta
Todi skal á landsliðið. Vit ivast onga løtu í, at varð hetta okkara besta álopskort nakrantíð við í álopinum móti Sveits, hevði úrslitið kunnað verið betri. Tí er í tøkum tíma, at venjararnir taka hesa niðurstøðu [...] nevndir, gjørdu landnám í Føroyum umleið 725 ár eftir Krist. Men teir rýmdu umleið 100 ár seinni, tá víkingarnir komu til oyggjarnar. Hóast ikki nógv er varðveitt frá írsku tíðini í Føroyum, so finnast tó [...] ein írsk innrás í Føroyum. Hesaferð ikki av írskum munkum ella einabúgvum men av stoltum og ernum írum, sum eftir mong harðbalin ár og stríð, hava megnað at byggja upp eina tjóð, sum í dag telist millum
seta orðini í verk. Vónandi hevur samgongan tikið atfinningarnar til eftirtektar, soleiðis at broytingar verða gjørdar í fíggjarnevndarviðgerðini og til ta næstu fíggjarlógina. Sosialurin [...] andstøðu og samgongu. Heildarmyndin vísti eisini eina andstøðu, sum støðugt var í álopi, meðan samgongan meira ella minni var í verjustøðu. Tað vil so vera, fyri tað fyrsta tí, at tí samgongan er nýggj og [...] politiskum arvastríði. Tað var andstøðan, sum støðugt var í álopi. Stundum tóktust álopini púra grundleys og ósamskipað og stundum hevði andstøðan grein í sínum máli. Tað, sum kundi virkað ósamskipað, var o
og 10 oyru í meirprísi geva 5 miljónir! Hann sigur, at fekst upsin daggamal og ókruvdur til lands, høvdu eisini møguleikar ligið í at fingið okkurt burtur úr innvølunum. - Eg ivist onga løtu í, at slíkar [...] til, at vit fingu ein hægri upsaprís, sigur Jørgin Bech. Sosialurin fer at venda aftur til áhugaverdu meiningarnar hjá Jørgini í einum seinni blaði í vikuni. Vit fara møguliga eisini at taka táttin upp við [...] Síðan skal vøran marknaðarførast í tveimum, har tað hvíta flakið sum flak ella portiónir verður selt fyri seg og tað, ið eftir ? tað myrka spiklagið - fer fyri seg. Misjavnur í dygd Hann vísir á, at ein annar
sjóvinnumál í Føroyum. Í Føroyum arbeiða sjey fólk fyri Farvandsvæsenet, og liggur kostnaðurin einastaðni omanfyri tríggjar milliónir um árið. Eisini eru lokalir vitapassarar ymsastaðni í Føroyum, sum [...] síggja til, at teir 27 vitanir í Føroyum virka sum teir skulu. Dagligi raksturin í Føroyum verður fyriskipaður av loranstøðini á Eiði, ið Farvandsvæsenet eisini rekur. Tá Sosialurin síðsta summar seinast skrivaði [...] fyrireikingarnar um yvirtøku av teimum málum, ið ikki standa á lista A ella B í heimastýrislógini, skrivari Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi. Sum er verður vitaverkið umsitið av Farvandsvæsenet, ið er stovnur
Joensen hjá HB og John Petersen hjá B36 vóru til viðgerðar. Í báðum førum høvdu dómararin Reinsaður av mótleikara John Petersen varð útvístur í útidystinum móti FS Vágum, eftir at linjuverjin hevði mett [...] hansara longu runnið. Eftir tí, sum Sosialurin hevur skilt, vóru fleiri orsøkir til, at dómurin til John Petersen ikki var harðari. Dómaraeygleiðari var til dystin í Vágunum, og frágreiðingin hjá hesum [...] verið úti í tveir dystir, tí hann fyrst hevði trý gul kort og síðani beinleiðis reytt. Ein av hesum dystum hevur hann longu sitið av sær, og tískil fær landsliðsleikarain verið við, tá HB í seinasta umfarinum