Síðsta skotið á samanleggingar bulinum er, at Svínoyar kommuna og Klaksvíkar kommuna leggja saman. Svínoyingar halda seg ikki hava annað val, um teir skulu hava møguleika at liva upp til tað, sum tað sigst fara at verða roknað við og kravt av kommununum.
Álitið um framtíðar kommunubygnaðin varð alment fyri nøkrum árum síðani. Tilmælið var greitt. Um fleiri uppgávur skuldu leggjast til kommunurnar, so skuldu tær skipast í størri eindir - 7-9 varð nevnt. Landsmyndugleikin valdi ikki at fara fram við pískinum, men heldur við gularótini. Í staðin fyri at lóggeva kommunurnar saman í færri og størri eindir, varð sagt, at tá ið kommunurnar høvdu skipað seg í størri eindir, fóru tær at fáa fleiri uppgávur og avbjóðingar.
Royndin at blása og hava mjøl í munninum er ikki ókend. Landspolitikararnir hava higartil ikki viljað lagt kommunurnar saman við lóg, men kortini verður roynt at leggja uppgávur út. Samanleggingin skal ganga av sær sjálvum. Fólkaatkvøðurnar í eitt nú Gøtu og Leirvík og í Sundalagnum hava víst, at tað er undirtøka fyri samanleggingum. Men kortini tykist tað ganga spakuliga at fáa færri og størri kommunur. Kommunalpolitikararnir eru kanska minni hugaðir, enn veljararnir eru fyri at leggja saman
Í Norðoyggjum eru sjey kommunur (seks tá ið Svínoy og Klaksvík hava lagt saman). Í Eysturoy er talið umleið tað sama, Vestmanna og Kvívík, Vágarnar og Sandoy og Suðuroy hanga framvegis í leysum lofti, um tað ber til at orða tað soleiðis.
Kommunurnar fara at verða færri og størri. Men hvussu long skal tíðin verða, áðrenn samanleggingarnar eru fingnar frá hondini? Er tað best fyri samfelagsmenningina, at hetta framvegis skal ganga av sær sjálvum? Ella hevði tað verið betri – og kanska ein hjálp fyri tøvandi kommunal politikararnar og veljararnar, sum vilja leggja saman – um lóggevararnir nú gjørdu tað av, sum annars fer at taka fleiri ár at fáa í lag?
Tað hevði verið rætt av tinginum at tikið kommunuspurningin aftur til viðgerar, hóast løgtingsvalið ikki er so langt burtur. Kanska átti tingið nú at átikið sær uppgávuna sum jarðamóður fyri nýggju kommunuføðingunum. Tað er hvørki heppið fyri barnakonuna ella barnið, at burðartíðin er long, og at verkirnir eru óneyðuga drúgvir og meinir. Meðan tað verður bíðað, ber tað ikki til at gera so nógv annað - enn at bíða!
Sosialurin










