Tað segði talsmaðurin hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, Dmitrij Peskov, í samrøðu við russiska almenna sjónvarpið í dag, sambært tíðindastovuni Reuters.
– Eg ivist als ikki í, at her okkara fer at fylgja neyvt við og greina hesar ætlanir, segði hann.
Russiska tíðindastovan Tass, sum staturin eigur, skrivar, at Peskov í somu samrøðu kallaði Grønland týdningarmikið í mun til "strategiskan stabilitet og trygd".
Tað varð ikki útgreinað, hví Peskov heldur, at Grønland hevur ein týðandi leiklut.
Golden Dome er ætlanin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um eina nýggja stóra loftverju.
/Ritzau/











