Oddarein· Sølan av Føroya Banka

Føroya Banki skal seljast. Tann politiska avgerðin er tikin. Bankin er ogn Føroya fólks eins og fiskurin á Føroyaleiðunum, men Føroya fólk tekur sínar avgerðir umvegis Føroya løgting, ið er landsins hægsti myndugleiki. Heldur Føroya fólk, at avgerðin um at selja ognir fólksins er røtt, so kann fólkið løna teimum, ið hava tikið avgerðina. Heldur fólkið, les veljarin, at avgerðin er skeiv, so kann fólkið eftirfylgjandi revsa tinglimir og landsstýrislimir Soleiðis eru treytirnar fyri fólkaræðinum. Tað er einki at ivast í, at sølan nemur við sterkar kenslur í fólkinum. Skattgjaldarin hevur í síni tíð bjargað bankanum, og ánarkenslan er sterk, sjálvt hjá teimum, sum als ikki nýta bankan.

Tað er tí sera umráðandi, at alt fer fram á ein forsvarligan og sømiligan hátt og fult og heilt eftir løgtingsins avgerð. Avgerðin var jú tikin í breiðari semju við tað, at allir flokkar uttan Miðflokkurin tóku undir við avgerðini um at einskilja, samstundis sum teir tóku undir við myndlinum fyri søluna. Hetta var í sjálvum sær sera áhugavert. Hinvegin er tað helst einki at undrast yvir, at Tjóðveldislfokkuirn eftirfylgjandi hevur fingið kaldar føtur. Flokkurin hevur alla sína tíð ført seg fram sum tann, ið verjir fólksins ognir, og tað er ikki ov nógv sagt, at hesin flokkur meira enn nakar annar hevur æruna av, at vit í dag hava 200 fjórðinga fiskimark. Tað má níva meira enn ein tjóðveldsimann uttan fyri løgtingið, at fólksins ognir verða einskildar. Hetta kann vera ein orsøkin til, at flokkurin nú er farin at sáa iva um søluna og við hesum kann koma at seta fót fyri einskiljingina í hesum umfari. Hetta verður sagt, tí hesir seinastu dagarnir hava avdúkað, at onkrir av hinum flokkunum eru farnir at himprast.

Helst hava tey, sum nú himprast og ivast, fingið nakað at hugsað um, eftir tiltakið í Miðlhúsinum í gjárkvøldið, har mæti og púra óhefti serfrøðingurin Bjarne Jensen gav sína metan av støðuni. Boðskapurin var púra greiður: er tað tykkara álvari at selja, so seljið her og nú, jú longri tit bíða, jú minni fáa tit fyri bankan. Ásannast má, at nú fúka nógvar sera ymiskar meiningar og áskoðanir í luftini. Hinvegin er alt, sum bendir á, at serfrøðinguirn hevur grein í sínum máli. Tað er tí eingin orsøk til at draga pínuna út, men at selja sum skjótast. At sølan so nívir í hjørtu hjá mongum føroyingum er eitt heilt annað mál. Tað er sera væl skiljandi og ásannast má, at vit enn einki svar hava fingið til spurningin: hví selja bankan ella sum Kári P. Højgaard, beinrakin sum altíð, segði í sjónvarpinum: hví selja hønuna, sum verpir gullegg? Her skylda samgonga og Tjóðveldisflokkurin Føroya fólki eitt vælgrundað svar. Sambært Bjarne Jensen er hetta neyðugt til tess, at bankin
kann mennast og blóma, men tað krevur, at man brúkar vinningin av søluni skilagott, og her skjeyt hann upp at fylgja norska modellinum við oljugrunni við at binda pengarnar í einum búskapargrunni.
Sosialurin