Frisørar kravdar eftir pengum fyri útvarpstónleik

Danskur felagsskapur er farin í hernað ímóti tveimum føroyskum frisørum, tí tær hava Útvarp Føroya standandi frá í salongini

Koda pengar
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo

- Skulu vit rinda pengar til Koda, eiga allir læknar, tannlæknar og kioskir eisini rinda pengar til Koda, og tað gongur sjálvsagt ikki.
Seinastu tvey árini hevur Tóta Sørensen, sum eigur Salong Tótu í Havn, keglast við danska tónleikafelagsskapin, Koda. Koda krevur av Tótu, at hon rindar pening til tónleikafelagskapin, tí hon hevur Útvarpið standandi frá í salongini.
Koda er danskur felagskapur, sum hevur upphavsrættin hjá tónleikarum um hendi. Felagskapurin krevur pening fyri tónleikarar, tá teirra tónleikur verður framførdur á konsert ella í útvarpi.
Trætan millum Salong Tótu og Koda snýr seg um, hvørt Tóta hevur loyvið at hava Útvarpið, har nógvur tónleikur verður spældur, frá, uttan at hon rindar pening til Koda.
?Trætan er um hvørt, tað er eg sjálv, sum spæli tónleik, ella tað er Útvarpið, sigur Tóta.
Partarnir hava havt ilt við at finna eina semju, og málið er tí enda hjá fútanum. Fyrsti fyrireikingarfundur í málinum var týsmorgunin í málinum.

Tvær útvaldar
Í Føroyum eru um 80 frisørar, men kortini hevur Koda einans sett seg í samband við tvær av teimum. Tóta Sørensen greiðir frá, at hon sýtir fyri at gjalda tær 700 krónurnar hvønn ársfjórðing, sum Koda krevur av henni.
? Eg rindi bæði útvarpsgjald heima og fyri salongina. Tað er ikki so, at eg havi nakað diskotek, og tí skilji eg slettis ikki kravið hjá teimum. Útvarpið koyrir spakuliga allan dagin, og hevur tú í huga allan larmin inni í eini hárfríðkanarstovu, gevur tað púrt onga meining, at eg skal betala hasar 700 krónurnar fyri hvønn ársfjórðing, sigur Tóta Sørensen.
Hon leggur afturat, at fyri miðal fyritøkur er tað ein ómetaliga tung byrða at skula gjalda Koda pengar hvønn ársfjórðing.

Lógin talar fyri
Áðrenn okkara evstamark, hevði tað ikki eydnast okkum at fáa endaliga úrskurðin í trætuni millum Koda og Salong Tótu. Tóta Sørensen var ikki ov bjartskygd um, at tað skuldi eydnast henni at vinna sakarmálið.
- Í upphavslógini stendur, at upphavsrættur fevnir um frisørar, sólsentur og handlar, og tí peikar lógin ímóti okkum. Eg haldi kortini, at lógin skuldi verið broytt. Okkara virksemi er eitt handverk og ikki ein handil, ið er fevndur av sølu og tænastu, og tí áttu við slettis ikki at verið fevnd av hasi lógini, sigur Tóta Sørensen at enda