VIDEO: Soleiðis vunnu liðini hjá Vilhelmi og Hákuni heimasigrar

(Video) Her eru samandráttirnir frá heimasigrunum hjá Hannover-Burgdorf og Füchse Berlin

Liðini hjá Hákuni West av Teigum og Vilhelmi Poulsen, Füchse Berlin og Hannover-Burgdorf vóru millum sigursharrarnar í týsku bundesliguni í dag.

 

Füchse Berlin vann á heimavølli í Max Schmelling høllini í Berlin 35-28 á HSG Wetzlar. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 19-13. Hannover-Burgdorf vann á heimavølli 28-22 á Stuttgart. Í steðginum var Hannover á odda 13-12.

 

Hákun skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir, og Vilhelm skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir.

 

Füchse Berlin er nummar fimm í deildini við 24 stigum, og Hannover er nummar níggju í deildini við 16 stigum.

 

HER ber til frá DYN Handball at síggja samandráttir frá sigrunum hjá Hannover-Burgdorf og Füchse Berlin ígjár. Tíverri unnar tey okkum ikki at síggja mál hjá Vilhelmi ella Hákuni:

 

##med2##

 

##med3##