Kaj Leo: Avtalan var púra greið

At løgmaður nú roynir at skjóta seg inn undir stýrisskipanarlógina broytir ikki tann veruleika, at avtalan okkara millum var púra greið: Heðin skuldi ikki gerast nøkur forðing, sigur Kaj Leo Johannesen Formaður Sambandsfloksins er ikki í iva. Hann, sum formaður í einum politiskum flokki, hevði eina avtalu við Jóannes Eidesgaard, sum formann í øðrum politiskum flokki

Avtalan var sambært Kaj Leo púra greið: Kom tað hartil, at antin hann ella Lisbeth Petersen fóru úr tinginum av einihvørjari orsøk, so skuldi Heðin Mortensen ikki gerast nøkur forðing fyri, at næsti maður (eftir Heðin) kom á ting.

Tað, at blanda stýrisskipanarlóg og annað fyrifallandi upp í hesa avtalu, heldur Kaj Leo Johannesen lítið um.

Tá eg geri eina avtalu við í hesum føri Jóannes Eidesgaard, so rokni eg við, at hann hevur sítt bakland í ordan, og at hann kann halda ta avtalu, sum hann ger, sigur Kaj Leo Johannesen.

Hann dylir heldur ikki fyri, at hann er vónbrotin av mátanum, sum Sosialurin hevur handfarið málið, tí hann metir ikki, at tað, ið er ført fram í blaðnum, er í tráð við veruleikan.

Eg kenni meg illa av at fáa so nógvar lortaspannir oman yvir meg. Men eg havi valt at líta frameftir og lata farið vera farið, sigur Kaj Leo Johannesen.

Trúvirði løgmans

Kaj Leo Johannesen er ógvuliga vónbrotin av tí, sum hann nevnir at renna undan ábyrgd. Tí tað er tað, sum løgmaður í hansara verð ger.

Eitt orð er eitt orð, og ein avtala er ein avtala. Men sjálvt um avtalan í hesum føri ikki er innfríað av løgmanni, so fari eg kortini framyvir at trúgva einum orði frá einum floksformanni, sigur Kaj Leo Johannesen.

Hann vísir á, at tá hann gjørdi hesa avtaluna, so roknaði hann við, at Jóannes Eidesgaard hevði tryggjað sær, at hann kundi halda tað, sum hann lovaði.

Formaður Sambandsfloksins metir tí, at tað er løgmaður heldur enn hann sjálvur, sum hevur ein trupulleika við trúvirðinum.

Kaj Leo Johannesen leggur tó dent á, at hetta málið nú er farið afturum, og at hann nú vil líta frameftir heldur enn at vevja í tí sama. Og sum nevnt hevur hann ikki mist trúnna upp á at eitt orð er eitt orð, og ein avtala er nakað, ein kann rokna við og líta á.