Gevið mær demokrati

Í morgin, týsdagin, kemur málið um tey samkyndu fyri tingið til fyrstu viðgerð, og tí hava vit fingið orðið á Rasmus Rasmussen, ið gjørdist ein av høvuðspersónunum í málinum, og biðji hann um hansara viðmerkingar

SAMKYND
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo

Í morgin, týsdagin, kemur málið um tey samkyndu fyri tingið til fyrstu viðgerð. Skal “kynslig orientering” skoytast upp í anti-diskriminatiónslógina ella ikki? Tað er spurningurin, sum allir løgtingslimir skulu taka støðu til, tá atkvøðast skal, og tað er ein spurningurin sum flestir føroyingar hava helst hugsað um, nú málið hevur fylgt so mikið nógv í fjølmiðlunum – bæði her heima og ikki minst uttanlands.
Tað er í hesum samanhangi, at vit hava ringt til Rasmus Rasmussen. Maðurin, sum nokk er størsta orsøkin til kjakið um samkynd, og at løgtingið nú skal til at viðgera málið.

Somu rættindi
Rasmus Rasmussen játtar at gera sínar viðmerkingar, og sigur sum tað fyrsta, at hann sum samkyndur føroyingur ynskir, at hann eins og aðrir samkyndir føroyingar fáa somu grundleggjandi rættindi sum onnur.
Tað sigur hann sum føroyingur og sum samkyndur, men Rasmus følir eisini, at hann sum demokratur má tala at í hesum málinum.
– Sum demokratur má eg tala at. Demokratar krevja, at øll verða viðfarin eins – at øll kunnu liva á sama stað og í frið og náðum. Men spyrt tú meg, so kann eg ikki siga ja til, at vit hava demokrati í Føroyum, sigur Rasmus Rasmussen.
– Ljóðar hetta rætt, tá tú lesur hetta, so haldi eg, at tú skalt tala at, sigur Rasmus.

Stuðul troystar
Og tað eru eisini fólk, sum hava átala støðuna í Føroyum. Millum annað føroyskir politikarar, løgmaður og eisini danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmusssen.
– Tað er ein troyst, at merkja stuðul aðrastaðni frá. Serliga úr Íslandi og Danmark og eisini øðrum londum, sum virða samkynd, havi eg fingið stuðul, greiður Rasmus frá.

Nógv fyri
Á heysti 2005 hevði løgtingið støðuna hjá teimum samkyndu í Føroyum til viðgerðar. Tá varð atkvøtt, um samkynd skulu verða vard av anti-diskriminatiónslógini. Úrslitið tá var, at 20 vóru ímóti hesum og 12 vóru fyri. Í dag er greitt, at støðan á politiska pallinum hesum viðvíkjandi ikki er tann sama. Spurningurin er bara, hvussu nógvir av tinglimunum hava broytt støðu.
Tá eg so spyrji Rasmus, um hann hevði gjørt sær nakrar tankar um, at hann kann vera beinleiðis orsøkin til, at eina lógarbroyting kann koma, sum tryggjar samkyndum í Føroyum betri sømdir, svarar hann hugtungur á málinum:
– Ja, tað havi eg faktiskt hugsað um. Og eg má siga, at um so er, so er tað nógv fyri, sigur Rasmus Rasmussen at enda.