Tey flestu munnu halda, at tað er gott fyri lokala fólkaræðið, at leiðslan skiftir við millumbilum, í hesum føri millum ymiskar politiskar flokkar. Søgan vísir okkum, at tá tey somu sita við valdið í ov langa tíð, seta persónlig ella partapolitisk áhugamál ov stóran dám á rikna politikkin.
Um hetta fyribrigdi hevur gjørt seg galdandi í Tórshavnar kommunu munnu tey flestu hava eina meining um. Fleiri mál hava víst, at limir í fráfarandi meiriluta hava fingið góðar sømdir í ávísum førum. Eisini hava byggimál vist, at leiðsla og fyrsiting hava ikki verið nóg dugnandi, tá atlit ikki eru tikin til byggisamtyktir. Í øðrum førum hevur leiðslan verið skjót at broyta byggisamtyktir fyri at ganga ávísum ynskjum á møti.
Til býráðsins rós sigast, at Tórshavnar býráð hevur nátt fleiri setningum. Tørvurin á barnaansing er nøktaður. Munandi ábøtur eru gjørdar á vegakervið. Fleiri rundkoyringar fáa ferðsluna at liða seg betur, hóast tað framvegis verður hugsað ov lítið um tey sum ganga, súkla ella koyra barnavogn. Vágirnar eru reinari, hóast langt er enn á mál á kloakkøkinum. Á eldraøkinum er Tjarnargarður eitt stórt framstig. Men bæði ellis- og røktarheimspláss og íbúðir til eldri vanta í stórum tali.
Men nú fær so nýggi meirilutin høvi at royna seg, tí partar av honum hava støðugt víst á skeivleikar og aðrar loysnir. So er bara at vóna, at hesi fáa gott áralag við komandi borgarstjóran, Heðin Mortensen, sum var varaborgarstjóri farna valskeið, og sum gjørdist miðdepilin, tá samgona skuldi skipast.
Eftir tvístøðu í Sambandsflokkinum, fekk hann møguleikan at melda seg út ella verða koyrdur úr flokkinum. Hann valdi tað fyrra, og meldaði seg inn í Javnaðarflokkin, sum hann áður hevur verið limur í. Sjálvandi kann spurnartekin setast við trúvirði, men borgarstjórin fær høvi at vísa, um hann kann skapa tað neyðuga álitið, sum fjøldin av borgarunum eigur at hava á borgarstjóranum, tí hann er borgarstjóri fyri øll.
Sambandsflokkurin liggur sum hann hevur reitt. Viðferðin Heðin Mortensen hevur fingið er ikki serliga sømilig. Sum varamaður á tingi fleiri valskekið er hann sjáldan boðsendur. Fyri fýra árum síðani kundi Sambandsflokkurin skipa samgongu saman við Tjóðveldisflokkinum og Javnaðarflokkinum við Heðini sum borgarstjóra, men Sambandið valdi heldur Fólkaflokkin. Og taka vit síðsta løgtingsval, slapp hann næstan ikki framat í valstríðnum. So nú er bara at vóna, at Heðin og Javnaðarflokkin finna stevið til frama fyri býráðsarbeiðið!
Sosialurin