Eitt undantak var formaðurin í Fiskimannafelagnum, sum royndi at vísa á, at tað slepst ikki uttan um hitt almenna, um gongd skal fáast aftur á búskapin. Spælir tað almenna ikki við, so fæst ikki gongd á aftur. Hetta er alment galdandi fyri øll samfeløg. Hann vísti á grannalond og ES lond, ið róku virknan og visioneran vinnupolitikk, sum enntá fevndi um beinleiðis og óbeinleiðis stuðul til kroystar vinnugreinir. Hetta bar ikki til í Føroyum, tí byrokratarnir á løgmanskrivstovuni steðgaðu hesum við at vísa til altjóða forðingar. Hann kundi havt lagt afturat, at vinnan er vorðin offur fyri sínum egna retorikki um tørvin á ótálmaðum marknaðarbúskapi og um allar tær vanlukkur, sum planbúskapur leiðir til.
Hvørji ráð eru so til at taka sambært luttakararnar í orðaskiftinum? Umframt at mæla tí almenna frá at blanda seg, so høvdu vinnuumboðini í roynd og veru eingi góð ráð uttan at mæla politikkarunum sum skjótast at privatisera allar tær almennu fyritøkurnar. Hetta skuldi ikki gerast í bitum men í einum høggi. Víst var til onnur lond, har privatiseringar høvdu havt sera gagnliga ávirkan á búskapin. Annars var nógv talað um tørvin á betri fiskaprísum, men einki veruligt boð kom um, hvussu hetta letur seg gera. Tað var mikið spell. Sama er um alt tosið um gransking og menning at siga. Hví kunnu vit ikki fáa nakað meira ítøkiligt at vita, um hvat slag av gransking okkum tørvar og hvussu hendan granskingin kann menna búskapin?
Samantikið má ásannast, at orðaskiftið var nakað av einum vónbroti. Ein partur av luttakarunum staðfesti, at næstan einki letur seg gera, eitt nú tí vit hava ikki reinan marknaðarúskap og tí at politikkararnir blokera fyir øllum skilagóðum loysnum. Aðrir vístu á, at tað í fiskapakkanum hjá Bjørn Kalsøe eru nakrir møguleikar fyri menning og vøkstri, men vit fingu ikki nakað ítøkiligt at vita. Formaður Fiskimannafelagsins vísti á vandan við tí vánaliga stemninginum. Okkum manglar nýggjar tankar og nakað av tí pionéranda, sum ráddi, tá vit bardu okkum burturúr stórkreppuni í nítiárunum. Hann hevur rætt. Tað er sum, fokuseringin í sjálvum sær støðugt er negativ - ein "einki ber til" støða, sum í sjálvum sær er niðurbrótandi. Um vit ikki trúgva uppá, at tað ber til at koma uppundan aftur, so verður trupult at koma uppundan í bræði. Hetta var kanska tann mest áhugaverda læran av einum orðaskifti, sum lítið nýtt hevði at bera lurtarunum.
Sosialurin