Alt bendir á, Fótbóltssambandið fer at kappast við Kringvarp Føroya um at senda frá fótbólti. Televarpið, ið eigur føroysku sjónvarpsrásina Rás 1, hevur nevniliga játtað Fótbóltssambandinum at nýta rásina til at gera fótbóltssendingar.
- Vit fingu ein fyrispurning frá FSF um at nýta Rás 1, og hesum hava vit játtað. Avtalan snýr seg í høvuðsheitum um, at FSF sleppur at senda føroyskan fótbólt í eina royndartíð, sigur Edvard í Skorini Joensen, virkandi stjóri á Televarpinum.
Hann vísir á, at sum er, er eingin annar, ið ítøkiliga hevur bjóðað seg framat, hóast fleiri fyrispurningar hava verið, millum annað frá skrivandi fjølmiðlunum.
Uni Arge sum royndarvertur
FSF vil ikki játta tíðindini um, at felagið fer at senda frá fótbólti.
- Eg kann bert viðmerkja, at málið enn ikki er búgvið, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari.
Enn er óvist at siga nakað ítøkiligt um skapið á fótbóltssendingarnar, sum FSF fer at borðreiða við.
Men, sum Sosialurin hevur frætt, verður talan í øllum um kjaksendingar, og tann fyrsta verður longu fríggjakvøldið. Uni Arge váttar, at hann hevur verið við til at gjørt onkra royndarsending, sum síðani hevur verið eftirmett av FSF, men hann leggur dent á, at hann ikki er settur í starv sum sjónvarpsvertur á nýggju fótbóltsrásini.
- Eg kann bert siga, at eg framvegis arbeiði sum samskiftisfólk í Føroya Banka, sigur Uni Arge, ið umframt at hava spælt fótbólt í HB í mong ár, er útbúgvin journalistur.
Sostatt er óvist, um FSF fer at halda seg til kjaksendingar ella um talan eisini verður um beinleiðis dystarfrásagnir í myndum.
Ónøgdsemi við Kringvarpið
Tað kann tykjast heldur óvanligt, at Fótbóltssambandið av sínum eintingum tekur stig til at gera fótbóltssendingar. Sáttmálin millum ÍSF og Kringvarp Føroya um útvarping av fótbólti gekk út 1. januar, og hóast arbeiðið at gera ein nýggjan sáttmála er komið væl áleiðis, er eingin semja komin enn.
Tískil er ein nærliggjandi tanki, at Fótbóltssambandið ætlar at taka málið í egnar hendur. Tað er jú eingin loyna, at Fótbóltssambandið hevur verið stak ónøgt við Kringvarp Føroya, sum treyðugt hevur viljað nevnt bestu mansdeildina fyri “Formuladeildina”. Eisini hava ymisku fótbóltsfeløgini víst sína ónøgd um, at Kringvarpið hevur noktað at gera upptøkur, har lokalu stuðlarnir verða vístir í bakgrundini.
Men sum tað framgongur aðrastaðni á síðuni, eru ítøkiligar samráðingar um nýggjan sáttmála millum ÍSF og Kringvarp Føroya.