øllum eitt prát og bíbilskan lesnað. Vit, sum kendu hana, vita, at hon umframt hetta var ein góð kona og mamma og framúr fitt í hondunum. Hon bant, heklaði, seymaði og vav av einslistum og gleddi mangan [...] Fyri umleið 20 árum síðani kom hon við manni og soni úr Danmark og búsettist í Klaksvík. Har gjørdi hon skjótt vart við seg - fitt og fryntlig, sum hon var, og altíð fús at tosa um Bíbliuna. Leygarmorgun [...] stóðu hjarta hennara nærmast, hava við Lailu mist ein trúgvan og dyggan stuðul, konu, mammu og ommu, og vit eru nógv, sum kenna við tykkum og ugga okkum við, at Hann, sum fyrr megnaði at geva deyðum lív
avleiðingarnar av sparingunum. ? Almanna- og Heilsumálastýrið vaskar í hesum føri hendur og klínir allan skittin á Jákup Mørkøre, staðfestir Bjørn á Heygum og setur spurningin, um vit í Føroyum kunnu góðtaka [...] iva um, at Jákup Mørkøre hevur røkt sínar skyldur sum sjúkrahússtjóri, og at hann er uppsagdur tí at landsstýriskvinnan í Almanna- og Heilsumálum hevur tørv á at finna ein syndabukk í málinum. ? Tað er [...] stjóri halda seg innanfyri ásetta fíggjarkarm, og tí má Jákup Mørkøre í hesum føri seta sparingar í verk, sigur Bjørn á Heygum. Landsstýrið vaskar hendur Landssjúkrahúsið má nú spara, men Helena Dam á
Eclipse og Saxony. Eisini royndi hann seg ein yvirgang í bólkinum Who Cares, og har kom væl burturúr, tí saman vóru teir í studio og tóku upp eitt lag, sum stutt og greitt kallast fyri D og sum í dag [...] nøkur kassettubond, sum eg sjálvur slapp at eiga, og teimum lurtaði eg nógv eftir, minnist Janus. Tað gingu nøkur ár, og áhugin fyri tónleikinum bara vaks. Og tá Janus gjørdist tíggju ára gamal, fór hann at [...] Landavegnum í Havn og undrast yvir, hvaðani tann øgiliga mongdin av larmi kemur frá. Men nú er gátan loyst. Tí í eini kjallaríbúð á Landavegnum býr 22 ára gamli trummusláarin, Janus Nicolajsen. Og tað er hann
flaggskipinum hjá TV2, og føroyingar fáa eisini møguleikan at verða við. - Eg havi alla tíðina lagt dent á, at kappingin skal umfata alt danska kongaríkið, og tí skulu føroyingar og grønlendingar hava møguleikan [...] hesar sendingarnar, og vit vóna sjálvsagt, at tær fara at eydnast væl. Í sambandi við fyrireikingararbeiðið til ?Den store mission? vóru Per Zachariasen og eitt av fólkunum hjá TV2 í USA og fylgdu uppskjótingini [...] mánaði verða 5000 atgongumerki til sendingarnar settar til sølu, og hetta er í grundini fyrsti parturin av kappingini, tí tey, sum fáa hendur á einum av atgongumerkjunum, sleppa við í kappingina. Bara 5000
land hjá Jógvani Arge í bókabúðirnar, og eins og tær undanfarnu gjørdist hon tann mest selda bókin á árinum. Vit hava fingið eitt prát við Jógvan Arge um bókaskriving, og um hvussu hetta byrjaði. Fyrst skulu [...] var farin, og tá bókin var skrivað, so hví ikki geva hana út, spurdu tey seg sjálvi. ? Eg gekk tá sjálvur við tankanum um at fara undir at skriva eina bókarøð um føroyingar og Grønland, og tað var funnin [...] fimtiárunum. Illa bar til at fíggja nakað virksemi í Føroyum og tískil fóru nógvir føroyskir fiskimenn til Íslands og Grønlands fyri at vinna sær og sínum til dagligt breyð. Boðin við til Grønlands Hóast Jógvan
Føroyum og í Norðanlondum, og var norska embætisverkið kanska tað mest ivasama. Tað vísti seg tó á fundinum, at flestu ráðharrarnir vóru fyri, og tók Noreg eisini undir við at byggjast skuldi, og virkaði [...] Egeland farin frá sum ráðharri, og hann varð valdur sum fyrsti norðmaður. Kjølv Egeland var maður, ið av heilum huga fór undir tað, ið honum varð litið upp í hendur, og soleiðis var eisini her. Kunnleikin [...] Við honum er ein góður vinur og Føroyavinur farin. Hann var ættaður úr Haugesund, men starv sítt hevði hann í Stavanger. Hann var skúlamaður burturav og nógv ár studentaskúlarektari. Kjølv Egeland hevði
Müller Høgu oljuprísirnir og tað bjartskygni, sum er komið í kjalarvørrinum á teimum, fer eisini at hava ávirkan á virksemi á Atlantsmótinum í ár. Hetta er økið millum Hetland og Føroyar. Í seinastu útgávuni [...] Egyptaland og á Atlantsmótinum verður nógv virksemi í ár. Ikki færri enn seks operatørar fara at bora nýggjar brunnar á Atlantsmótinum í ár. Hesir eru Agip, BP Amoco, Enterprise, ExxonMobil, Marathon og Texaco [...] siga tað at fáa hendur á boripallum, nú virksemi er stórt alla aðrastaðni eisini. Haraftrat kemur, at tað eru bara heilt fáir boripallar, sum kunnu arbeiða á djúpum vatni millum Hetland og Føroyar. Fyrsta
kapping við íslendskar og danskar skipasmiðjur, lisitatiónina upp á klassingina av Kiliutaq, sum er gamli Ango, og tann ordrin hevur við sær, at tað er arbeiði til allar hendur fram til hálvan februar [...] mánað, og tá tað er liðugt er motorurin høvuðsumvældur, aksil, róður, verksmiðja og frystarí eisini høvuðsumvælt. Bjóða uttanlands Sum sagt, so fekk Skipasmiðjan ordran fyri nøsini á donskum og íslendskum [...] kappast við spanskar, litaviskar og polskar skipasmiðjur, og hann leggur afturat, at tá er torført at fáa ordran. ? Lønarlagið í teimum londunum er so nógv lægri enn okkara og tað ger, at teir kunnu bjóða
eldur í, heldur Bergur Berg, formaður í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum. 14. februar í fjør gjørdu Lønardeildin í Fíggjarmálastýrinum og Búskapar- og Løgfrøðingafelagið nýggjan 2 ára sáttmála. Í hesum [...] møguleikan at seta búskapar- og løgfrøðingar sum deildarleiðarar ella serfrøðingar. Hetta hevði havt við sær hægri endaløn til ein part av búskapar- og løgfrøðingunum, og tað kundi tí verið lokkubitin [...] sáttmálanum, og tað heldur formaðurin í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum er viðvirkandi til, at fólk rýma úr almennum starvi. ? Fólk, sum koma heim við akademiskari útbúgving, ætla ikki at ríka seg upp, og tí nýtist
fólkakirkjan, flogferðsla og flest onnur mál skulu yvirtakast. Hetta er, sambært upplýsingum, Sosialurin hevur fingið hendur á, ein partur av 39 síðu drúgva uppritinum til samráðingarnar við donsku stjórnina [...] skuldi møguleiki vera fyri at seta spurningar og møguleiki var eisini fyri kjaki um málið. Formaðurin í uttanlandsnevndini segði seg hava skeitt í uppritið, og helt hann tað vera ógvuliga áhugavert. Um uppritið [...] málið, áðrenn tað skal viðgerast. Tingfundur var nevniliga í gjár, og limirnir í uttanlandsnevndini skuldu sjálvsagt bæði luttaka á fundinum og fyrireika seg til fundin. Hergeir Nielsen ásannar, at tað sjálvsagt