Jan Müller
Høgu oljuprísirnir og tað bjartskygni, sum er komið í kjalarvørrinum á teimum, fer eisini at hava ávirkan á virksemi á Atlantsmótinum í ár. Hetta er økið millum Hetland og Føroyar. Í seinastu útgávuni av Hart Deepwater International verður nógv gjørt burtur úr komandi virksemi á djúpum vatni kring heimin í hesum árinum. Serstakliga lovandi sær tað út fyri Meksikanska Flógvan, men eisini út fyri Brasilia, Vesturafrika, Egyptaland og á Atlantsmótinum verður nógv virksemi í ár.
Ikki færri enn seks operatørar fara at bora nýggjar brunnar á Atlantsmótinum í ár. Hesir eru Agip, BP Amoco, Enterprise, ExxonMobil, Marathon og Texaco. Hetta eru alt feløg, sum eisini eru virkin á føroyaøkinum og sum ætla sær at vera við í 1. útbjóðing her. Talan er um at bora seks brunnar ella møguliga fleiri í teigum vestan fyri Hetland, flestu teirra skamt frá føroyska markinum.
Tað er tí ikki bara sum at siga tað at fáa hendur á boripallum, nú virksemi er stórt alla aðrastaðni eisini. Haraftrat kemur, at tað eru bara heilt fáir boripallar, sum kunnu arbeiða á djúpum vatni millum Hetland og Føroyar.
Fyrsta boring vestan fyri Suðuroyggjar
Sambart bretska oljublaðnum hevur Enterprise leigað boripallin Jack Bates, sum er rættiliga kendur um okkara leiðir. Tey, sum ferðaðust við Norrønu fyrr í ár, kundu síggja henda risastóra og nútímans boripallin stutt frá føroyska markinum, har hann boraði fyri Mobil.
Nú skal Jack Bates bora ein brunn vestan fyri Isle of Lewis á 980 metra dýpi. Vantandi verður sett á her í apríl. Hetta er fyrstu ferð, at borað verður so tætt upp at Suðuroyggjum (Hebridunum).
Texaco hevur ætlanir um at bora av nýggjum í Torridon økinum vestan fyri Hetland, har felagið fyrr hevur funnið gass. Síðani er tað Marathon, sum í fjør fekk umhvørvisváttan fyri at bora ein brunn vestan fyri Skotland, nærhendis St. Kilda. Dýpið her er nærum 1300 metrar. Rættiligur rumbul hevur annars verið um hesa boringina. Greenpeace hevur mótmælt, at tað verður borað í økjum, sum liggja nær oynni St. Kilda. Tað ber ótta fyri, at møguliga óhapp kunnu fáa álvarsligar fylgjur fyri ríka djóralívið á og við St. Kilda.
Oljufelagið Agip, sum eisini er kent um okkara leiðir, fer undir at bora ein brunn nakað suður úr føroyska markinum á 850 metra dýpi.
BP Amoco hevur ætlanir um at bora nærhendis verandi Foinaven oljukelduni. Í hesum sambandi er ætlanin eisini at binda ein sokallaðan ?satelitt? te. ein brunnur, sum liggur nakað burtur frá móðurkelduni, í sjálvt Foinavenfeltið. Hetta verður tann fyrsti av slíkum slag á Atlantsmótinum og er av stórum týdningi fyri Foinaven feltið, sum kann økja um framleiðsluna.
ExxonMobil ætlar at bora tveir brunnar á Atlantsmótinum í ár. Torført er at fáa upplýsingar um, hvar felagið fer at bora, men gitt verður, at felagið helst fer at halda fram við boringini norðan fyri Hetland, miðskeiðis millum Føroyar og Hetland. Mobil hevur borað í hesum økinum (blokkur 213) nú í eina tíð á sera djúpum vatni, men eingir upplýsingar eru komnir út enn. Mett verður tó, at Mobil hevur rakt við nógv gass.
Eisini onnur oljufeløg so sum Conoco og Total, sum somuleiðis eru við á føroyaøkinum, hava ætlanir um at bora nýggjar brunnar í ár á Atlantsmótinum. Í løtuni bíðar Total annars eftir svari frá ES um ætlaðu samanleggingina við oljufelagið ELF.
Hart Deepwater International, sum javnan kemur við tíðindum og analysum um boring á djúpum vatni, sigur í januar útgávuni, at ein av forðingunum fyri leiting á Atlantsmótinum er umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace, sum áður hevur roynt at stegða bæði seismikkskipum og boripallum í at gera kanningar.
Bera ótta fyri Greenpeace
Ein av orsøkunum til, at fleiri av oljufeløgunum eru varin við ikki at geva so nógvar upplýsingar um, hvar og nær tey fara at bora, kann vera óttin fyri Greenpeace.
Men feløgini hava skund, tí skulu tey fara undir boring longu í apríl, so er neyðugt at gera sáttmálar við feløgini, sum leiga út boripallar. Og tá talan er um Atlantsmótið eru bert eini tríggir pallar, sum kunnu brúkast. Teir eru Transocean Leader, Jack Bates og Sovereign Explorer. Hetta eru alt nøvn, sum føroyingar koma at hoyra meira til í framtíðini. Tá farið verður undir at bora á føroyska landgrunninum, møguliga í august ella september 2001, verða tað hesir tríggir, sum koma uppá tal.
Spurningurin um Greenpeace er eisini nakað, sum føroyskir oljumyndugleikar hava í huganum. Herfyri segði stjórin í Oljumálastýrinum, at arbeitt verður við málinum, hvussu føroyingar skulu fyrihalda seg, um Greenpeace fer at seta forðingar í verk, tá oljuboring byrjar á føroyska landgrunninum.
Oljufeløg, sum Sosialurin hevur tosað við, eru annars sera varin við at úttala seg um Greenpeace.
Bretska útbjóðing
Enn er óvist, nær bretar fara at seta hol á sína næstu útbjóðing vestan fyri Hetland. Mett varð, at bretar fóru at lata upp fyri eini útbjóðing stutt eftir at markið við Føroyar kom uppá pláss. Men her kom so eitt sakarmál millum Greenpeace og stjórnina heilt óvart á oljufeløgini. Greenpeace vann málið í Hægstarætti í London um, at eitt ES-direktiv um umhvørvisreglur eisini fevnir um økið uttan fyri 12. fjórðingar frá strondini. Eygleiðarar hava mett, at hetta málið fór at útseta komandi bretsku útbjóðingina í óásetta tíð, tí eitt veruligt sakarmál fór at taka drúgva tíð.
Nú hava bretsku oljumyndugleikarnir gjørt av at fylgja krøvunum, sum verða sett í umrødda ES-direktivi og sleppa einum drúgvum sakarmáli móti Greenpeace. Sambart bretska oljublaðnum Uppstream fer DTI, sum er bretska orku- og ídnaðarmálaráðið at almannakunngerða komandi útbjóðing tíðliga í hesum árinum. Tað kann merkja, at komandi leiting á bæði føroyskum og bretskum øki verður nakað um somu tíð.