Føroyar og Danmark skulu halda fram undir sama kongi. Danska krónan skal framhaldandi vera føroyskt gjaldoyra, eisini um Danmark fer upp í evropeiska gjaldoyrafelagsskapin. Men dómsvaldið, løgreglan, fólkakirkjan, flogferðsla og flest onnur mál skulu yvirtakast.
Hetta er, sambært upplýsingum, Sosialurin hevur fingið hendur á, ein partur av 39 síðu drúgva uppritinum til samráðingarnar við donsku stjórnina um ríkisrættarligu støðu Føroya. Sum vit skilja, er talan um eina stigvísa gongd móti fullveldinum.
Uppritið sigur, at føroyingar skulu hava evsta valdið í Føroyum, men sambært tí, vit hava skilt, stendur einki í tí um, at fólkatingsumboðini skulu avtakast. Ríkisumboðið skal avtakast, men í staðin skal ein føroyingur umboða Danmark í Føroyum.
Búskaparligi parturin í uppritinum er eftir øllum at døma ikki sørt veikur. Har er ikki víst á nakað ávíst modell til eina skiftistíð ella nakað líknandi. Tað einasta, staðfest verður í hesum parti er, at landsstýrið skal samráða seg til eina avtalu við donsku stjórnina, ið ikki minkar um føroysku vælferðina.
Fyri at tryggja virðið á føroyska gjaldoyranum - ið verður danska krónan - skal evran vera trygdin fyri gjaldoyra okkara, fara danir upp í evropeiska gjaldoyrafelagsskapin.
Í uttanlandsnevndina týskvøldið
Formaðurin í uttanlandsnevndini, Hergeir Nielsen, fekk í gjár um trý tíðina seinnapartin handað uppritið frá landsstýrinum. Hetta var eftir fundin hjá uttanlandsnevndini, ið var fyrrapartin. Men fyri at limirnir í uttanlandsnevndini skuldu fáa uppritið so skjótt, sum møguligt, gjørdi hann av at kalla inn til ein eyka fund í uttanlandsnevndini eftir tingfundin, ið var lokin stutt áðrenn klokkan hálvgum seks.
Hergeir Nielsen segði við Internetsosialin beint áðrenn fundin, at meiningin við fundinum var, at limirnir í uttanlandsnevndini fyrst skuldu fáa uppritið handað, síðani skuldi møguleiki vera fyri at seta spurningar og møguleiki var eisini fyri kjaki um málið.
Formaðurin í uttanlandsnevndini segði seg hava skeitt í uppritið, og helt hann tað vera ógvuliga áhugavert.
Um uppritið leggur upp til breiða semju, vil Hergeir Nielsen ikki siga nakað um. Men hann sigur seg ætla at arbeiða eftir málsetninginum hjá samgonguni. Tað vil siga, at hann ætlar sær at arbeiða fyri, at endaliga samráðingaruppleggið skal innihalda orðingarnar úr samgonguskjalinum og frá løgtingssamtyktini.
Hergeir Nielsen sigur tó, at hann ætlar sær at fáa snikkað ráðgevingina til landsstýrið soleiðis saman, at talan verður um eitt upplegg, ið fær breiða undirtøku. Men um talan verður um undirtøku millum aðrar flokkar, enn samgonguflokkarnar, vil hann ikki siga.
? Eg fari at leggja meg eftir at arbeiða fyri, at endaliga uppskotið verður tað best møguliga fyri landið og fólkið, sigur Hergeir Nielsen.
Ov stutt skotbrá
Sum skiltist á fleiri av limunum í uttanlandsnevndini eftir fundin týskvøldið, vóru teir ikki sørt ónøgdir við tíðarfreistina, teir fingu frá formanni nevndarinnar at seta seg inn í málið.
Eftir at hava handað limunum í uttanlandsnevndini uppritið, boðaði Hergeir Nielsen teimum frá, at næsti fundurin um málið skuldi haldast í dag klokkan hálvgum tíggju fyrrapartin. Hesum mótmæltu limirnir, men formaðurin helt fast upp á sítt.
Hetta halda fleiri av limunum í uttanlandsnevdini vera sera óheppi, tí tað gevur teimum ikki nóg góða tíð at seta seg inn í málið, áðrenn tað skal viðgerast. Tingfundur var nevniliga í gjár, og limirnir í uttanlandsnevndini skuldu sjálvsagt bæði luttaka á fundinum og fyrireika seg til fundin.
Hergeir Nielsen ásannar, at tað sjálvsagt ikki ber til hjá limunum í uttanlandsnevndini at vera fyrireikaðir til at taka støðu í málinum, men sigur samstundis, at tað heldur ikki er meiningin.
? Á fundinum í dag fara vit at tosa saman um, hvussu málið skal viðgerast. Vit skulu finna eina arbeiðsætlan, sigur formaðurin í uttanlandsnevndini og leggur afturat, at limirnir tó eftir tveir dagar hava fingið eina hilling av, hvat málið snýr seg um.