Søguskriving í smábitum

Fyrsta bókin hjá Jógvan Arge var eitt táttasavn, men síðani eru ikki færri enn ellivu bøkur lagdar afturat bunkanum. Hóast tær flestu teirra eru skrivaðar fyri og um fyritøkur og feløg, er hetta stórt sæð einasta skrivaða søgutilfar, sum er um tíðina eftir kríggi

Sveinur Tróndarson


Beint fyri jól kom fjórða bókin í røðini Teir tóku land hjá Jógvani Arge í bókabúðirnar, og eins og tær undanfarnu gjørdist hon tann mest selda bókin á árinum. Vit hava fingið eitt prát við Jógvan Arge um bókaskriving, og um hvussu hetta byrjaði.

Fyrst skulu vit kanska rætta byrjanina, tí hóast vit siga, at tað er fjórða bókin í røðini hjá Jógvani Arge, er tað bara partvíst rætt. Fyrstu bókina í røðini skrivaði pápi hansara Niels Juel. Handritið til ta bókina varð funnið umleið eitt ár eftir, at Niels Juel var farin, og tá bókin var skrivað, so hví ikki geva hana út, spurdu tey seg sjálvi.

? Eg gekk tá sjálvur við tankanum um at fara undir at skriva eina bókarøð um føroyingar og Grønland, og tað var funnin fressur at leggja fyri við hesum handritinum, sum viðgjørdi tíðina frá 1906 til 1940. Pápi hevði lagt dent á, at dokumentera søguna við samrøðum, sum hann hevði havt við menn, sum vóru við heilt frá 1906. So tók eg um endan árið eftir og fór undir at skriva søguna um føroyingar í Grønlandi eftir seinna heimsbardaga við høvuðsdenti á útróður uttan tó at leggja skipsfiskiskapin burturúr.


Byrjaði við táttasavni

Søgan um bókaútgávuna hjá Jógvani byrjar kortini rættiliga nógv fyrr enn so.

Hann byrjaði við einum táttasavni í 1980, men síðani eru ikki færri enn ellivu bøkur komnar afturat í savninum, og felags fyri tær allar samlar, so at siga, er, at tær eru søgubøkur. Ikki sum ein søgufrøðingur vildi havt skrivað tær, men skrivaðar av einum journalisti við áhuga fyri samtíðini.

Felagsnevnarin fyri flestu teirra er, at tað eru bøkur skrivaðar um og fyri feløg og virki, sum fegin vildu hava sína søgu lýsta. Men Jógvan hevur lagt dent á at skriva bøkurnar soleiðis, at tær hava samfelagsligan samanhang - ikki minst tær tríggjar stóru bøkurnar í nítiárunum: Semjur og stríð hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, Neyðugt er at sigla hjá Skipara & Navigatørfelagnum og søgan um ravmagnið Ljós yvir landið hjá SEV. Fyri tær tríggjar seinastu ? »Teir tóku land« ? snýr tað seg um eitt týdningarmikið skeið í fiskivinnusøgu okkara. Eitt tíðarskeið, sum byrjaði, tá búskaparligu umstøðurnar í landinum vóru merktar av svárari kreppu í fimtiárunum.

Illa bar til at fíggja nakað virksemi í Føroyum og tískil fóru nógvir føroyskir fiskimenn til Íslands og Grønlands fyri at vinna sær og sínum til dagligt breyð.


Boðin við til Grønlands

Hóast Jógvan altíð hevur havt áhuga fyri hesum tíðarskeiðinum, og eisini hevði hugsað um at fara undir at skriva bók um Føroyingahavnina í Grønlandi, kom ikki verulig gongd á fyrr enn Lions Club í Vágum í august 1996 spurdi, um hann var hugaður at koma við eina ferð til Grønland.

Felagið í Vágum hevði sett sær fyri at gera nakað burtur úr tíðarskeiðnum hjá føroysku útróðrarmonnunum í Grønlandi, og Jógvan gjørdi ikki mætari enn at smekka til.

? Fimm útróðrarmenn og Svend Thulesen, sum hevði verið stjóri í Nordafar í eini fimm ár, vóru í ferðini við, og teir vistu at siga frá nógvum. Í dag kemur tað mær til góðar í hesum skriviarbeiði, at eg sjálvur havi sæð útróðrarhavnirnar í Borgshavn, Kangarssuk, Ravnsoynni og Føroyingahavnini.


Stórt granskingararbeiði

Sum vera mann krevja allar søguligar bøkur, at tilfarið verður væl umgingið. Í hesum førinum kann nógv fáast frá munnligum keldum, sum eru tøkar, men minni enn so alt fæst frá teimum. Ryggurin í skrivingini er sum oftast tað skrivliga tilfarið, sum leitað verður fram í ymsum søvnum.

Hvussu nógvar tímar Jógvan brúkar á søvnunum, dugir hann ikki at siga, men púra greitt er, at teir flestu tímarnar brúkar hann heima við hús. Hann tímir so illa at sita ov leingi frammanfyri mikrofishin á bókasavninum og við nøsini niðri í mappunum á skjalasavninum.

Honum dámar betur at gjøgnumganga tilfarið har í høvuðsheitum og so fáa sær avrit heim við at venda og snara. Við fyrsta eygnabrá er kanska ikki so nógv at fáa burtur úr einum ávísum skjali, men tað kann seinni vísa seg at gerast avgerandi fyri poengið í kapitlinum.

Harafturat tosar hann við nógv fólk, sum hava verið uppi í føroyska vinnulívinum í Grønlandi. og bara í seinastu bókini eru skrásettar ikki færri enn 75 munnligar keldur.

Øll vita okkurt at fortelja og vilja fegin lata sína vitan frá sær. Tá er tað stuttligt og hugaligt at fáast við at skriva, hóast evnið er so stórt, at tað viðhvørt tykist torført at síggja fyri endanum á prosjektinum.


Fleiri eru eftir

Sjálvt um Jógvan nú hevur givið út fjórðu bókina í røðini »Teir tóku land«, er ikki liðugt kortini. Nógv tilfar er eftir enn, og tann næsta bókin er væl áleiðis.

? Sjálvandi verður lagt afturat og tikið burturúr, áðrenn hon er liðug, men hon er komin rættiliga langt, sigur Jógvan, sum vanliga brúkar vikuskiftini at skriva í.

Hann fer tíðliga á føtur, og tá gerst dagurin tað longri, og meira kemur á skaftið.

? Vanliga er tað eisini so, at eg skrivi ov nógv til hvørja bók, og tað sum liggur eftir, verður brúkt til næstu bókina. Men tá skal tað altíð broytast, tí í fyrsta umfari er tað skrivað til at standa aftast í bókini, og tá tað kemur í næstu bók, stendur tað fremst, so tí má tað tillagast, sigur hann.

? Og við tí tilfari, sum er til taks, so koma minst tvær bøkur afturat í røðini, leggur hann afturat.

Tað frøast uttan iva bæði bókasølurnar og Jógvan sjálvur um, tí bøkurnar hava gingið, sum heitt breyð.


Gongur av sær sjálvum

Tá Jógvan hevur skrivað handritið og fingið skil á myndunum, letur hann eini fyritøku í býnum, Hestprent, upp í hendur at seta bókina upp og gera hana klára til prentingar. Hann hevur arbeitt saman við Hestprent síðani einaferð miðskeiðis í áttatiárunum, og teir hava fingið minst eina bók frá hondini um árið.

Summar bøkur eru prentaðar í Føroyum, men hesar verða vanliga prentaðar uttanlands. Ikki tí, at føroyskar prentsmiðjur ikki duga at prenta tær, men tí bókbindingin í Føroyum hevur tókst honum ov veik til hampuliga stór uppløg, sum skulu seljast eftir fáum døgum, at hann ikki hevur hættað sær undir tann vandan í síðsta enda.

? Sjálv framleiðslan er eftirhondini vorðin ein vanasak og gongur sum eftir ánni. Men eg má siga, at tey fyrstu árini, eg hjálpti pápa mínum, við at fáa bøkurnar liðugt uppsettar á prentsmiðjum, fekk eg mangan niðurtúr av umbrótarum, sum ongantíð blivu lidnir. Men hetta hevur javnað seg við árunum, greiðir Jógvan frá.

Og at Jógvan heldur fram er lítil ivi um. Bók nummar fimm í røðini er á veg, og hann er eisini farin undir eitt heilt annað bókahandrit, sum hann roynir at kroysta innímillum.

Men hann gevst neyvan heldur, tá tað er liðugt ...