Fyrsti danin í rumdini kann gerast ein føroyingur.
Gloym alt um Robinson-ferðina til eina oynna oyggj, har gerandisligt stríð og grátur er undirhaldið.
Danska sjónvarpsrásin TV2 tilrættaleggur í løtuni eina nýskapandi sendirøð, har endamálið við sendingunum er at finna fram til fyrsta danan, sum verður sendur út í rúmdina.
Føroyski produsarin Per Zachariasen er settur sum produsari av nýggja flaggskipinum hjá TV2, og føroyingar fáa eisini møguleikan at verða við.
- Eg havi alla tíðina lagt dent á, at kappingin skal umfata alt danska kongaríkið, og tí skulu føroyingar og grønlendingar hava møguleikan at verða við, sigur Per Zachariasen.
Einferð í mai ella juni mánaði verða 5000 atgongumerki til sendingarnar settar til sølu, og hetta er í grundini fyrsti parturin av kappingini, tí tey, sum fáa hendur á einum av atgongumerkjunum, sleppa við í kappingina.
Bara 5000 við
TV2 ætlar at gera nýtslu av internetinum í sambandi við sendingarnar, og internetið skal eftir øllum at døma eisini tryggja, at føroyingar hava møguleikan at koma við í kappingina.
Tey 5000 hepnu, sum fáa fatur á einum atgongumerki, verða býtt út á tær 10 sendingarnar, sum verða sendar í heyst. Í teimum sendingunum skulu fólkini ígjøgnum ymsar royndir, og í hvørjari sending verður ein vinnari funnin.
Teir 10 vinnararnir sleppa við í eitt finaluumfar, har tey skulu til USA til endaligu royndirnar. Tær verða helst gjørdar á Alabama Space Camp, men enn er hesin partur av sendingini ikki endaliga komin upp á pláss.
Til endans verður funnið fram til tann persónin, sum skal á ferðina 100 kilometrar upp í loft og út í vektloysi sum fyrsti borgarin í danska kongaríkinum nakrantíð.
Per Zachariasen
hevur ábyrgdina
Men sjálvt um fyrsti danin í rúmdini verður grønlendari, føroyingur ella dani, er føroyski leikluturin í milliónaprojektinum sentralur.
Per Zachariasen er produsari og hevur sostatt ábyrgdina av sjálvari sendingini. Saman við honum arbeiðir ein fíggjarligur leiðari, og teir skulu syrgja fyri, at klárt er at senda 6. oktober í ár.
- Í løtuni sita vit í einum lítlum bólki og leggja sendingarnar til rættis. Hetta er eitt nýskapandi konsept, og tað eru longu fleiri lond, sum hava tryggjað sær rættin til at keypa konseptið frá okkum, sigur Per Zachariasen.
Tað er vanligt, at sjónvarpssendingar gerast verulig søluvøra, um tær eydnast væl í einum landi. Tey, sum koma við einum nýggjum hugskoti til eina sjónvarpssending, eiga eisini rættindini til tað, og tað ber til at vinna pengar burtur úr at selja hesi rættindi.
Tað er TV2, sum hevur biðið Per Zachariasen framleiða ?Den store mission?, sum sendingarnar fara at verða róptar, og við avrikunum hjá føroyska produsaranum í huga er tað neyvan løgið, at TV2 valdi hann.
Per Zachariasen var við til uppfinna stóru floksveitsluna, sum eisini hevur verið send í føroyskum sjónvarpi. Hesar sendingar eru tær best eydnaðu undirhaldssendingarnar hjá TV2 nakrantíð.
Stýra nýggja TV2-flaggskipinum
Per Zachariasen framleiddi 30 av hesum sendingum, áðrenn hann nú skifti til nýggja flaggskipið hjá TV2.
- Hetta er fyrstu ferð, at eg havi havt so góða tíð at leggja eina sending til rættis. Eg komi at arbeiða við ?Den store mission? so at siga fulla tíð fram til oktober mánaða, tá vit fara undir at senda sjálvar sendingar, sigur hann.
- TV2 satsar nógv uppá hesar sendingarnar, og vit vóna sjálvsagt, at tær fara at eydnast væl.
Í sambandi við fyrireikingararbeiðið til ?Den store mission? vóru Per Zachariasen og eitt av fólkunum hjá TV2 í USA og fylgdu uppskjótingini av Discovery í fjør.
Men tað verður ikki við nøkrum slíkum kendum rúmdarfari, at fyrsti danin verður sendur út í rúmdina við.
TV2 fer at samstarva við eitt privat amerikanskt felag, sum saman við verkfrøðingum hjá NASA hevur gjørt eitt rúmdarflogfar. Vinnarin av kappingini hjá TV2 verður sendur 100 kilometrar upp í loft við hesum flogfari, og hann sleppur at uppliva vektloysi í nakrar minuttir, áðrenn leiðin aftur verður løgd heim.
Fyrsti danin í rúmdini sleppur hvørki upp á mánan ella í ringrás kring jørðina, men hann kemur út í rúmdina, men ferðin, sum fer at taka tríggjar tímar, fer at gera viðkomandi til fyrsta danska borgaran í rúmdini.
Og kanska hann verður føroyingur.