Jákup syndabukkur fyri Helenu

Bjørn á Heygum, advokatur, er sannførdur um, at Helena Dam á Neystabø hevur offrað Jákup Mørkøre fyri at sleppa undan politiskum trupulleikum

? Høvuðsuppgávan hjá einum og hvørjum almennum stjóra er at halda seg innanfyri ásettu játtan. Tí var neyðugt hjá sjúkrahússtjóranum at seta sparingar í verk, tá honum varð sýtt fyri at fáa eykajáttan.

Bjørn á Heygum er onga løtu í iva um, at Jákup Mørkøre hevur røkt sínar skyldur sum sjúkrahússtjóri, og at hann er uppsagdur tí at landsstýriskvinnan í Almanna- og Heilsumálum hevur tørv á at finna ein syndabukk í málinum.

? Tað er beinleiðis ræðuligt at skuldseta ein alment settan stjóra fyri illoyalitet, tá tað, hann ger, ið veruleikanum er at røkja sínar skyldur.


Fekk ikki eykajáttan

Jákup Mørkøre boðaði, eftir at hava sæð fíggjarlógaruppskotið, í noveber frá, at hann fór at søkja um eykajáttan, tí tað bar ikki til at reka Landssjúkrahúsið innan ásettu játtan.

Hesi boð vórðu ikki væl móttikin. 25. november fekk hann skriv frá Høgna Joensen, aðalstjóra á Almanna- og Heilsumálastýrinum, har sjúkrahússtjórin verður mintur á, at hann vegna politiska myndugleikan er settur at reka Landssjúkrahúsið innanfyri teir karmar, sum politiski myndugleikin áleggur honum.

Sjúkrahússtjórin skal við øðrum orðum innanfyri ta játtan, sum sett er av, reka Landssjúkrahúsið við teimum uppgávum, sum politiski myndugleikin áleggur honum.

Harafturat verður víst á, at tað verður mett, sum tekin um vantandi loyalitet mótvegis politiska myndugleikanum, at sjúkrahúsleiðarin loyvir sær at søkja um eykajáttan.

Støðan endar av hesi orsøk við, at Landssjúkrahúsið onga eykajáttan fær. Hetta merkir, at sjúkrahúsleiðarin má fara at hugsa um sparingar. Og hetta heldur Bjørn á Heygum vera einasta møguleikan sjúkrahúsleiðarin hevur, eftir at hava fingið boðini um, at hann ikki kann søkja um eykajáttan.

? Sum sagt, skal ein almennur stjóri halda seg innanfyri ásetta fíggjarkarm, og tí má Jákup Mørkøre í hesum føri seta sparingar í verk, sigur Bjørn á Heygum.


Landsstýrið vaskar hendur

Landssjúkrahúsið má nú spara, men Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, lovar, at hon skal finna 1,6 milliónir aðrastaðni innan almanna- og heilsumál til Landssjúkrahúsið, so sparingarnar ikki gerast so ógvusligar.

Tó fær sjúkrahúsleiðarin sambært skjølum, Jákup Mørkøre hevur skrivað,11. januar at vita frá aðalstjóranum í Almanna- og Heilsumálastýrinum, at hann skal spara 3 milliónir í lønum í fíggjarárinum 2000. Talan er ikki longur bert um 1,4 milliónir, sum sjúkrahúsleiðarin áður helt.

Nú er neyðugt við uppsagnum, og sjúkrahúsleiðarin kunnger eitt tal á 27 uppsagnir. Hann ber feiri ferðir fram ynski um at sleppa at kunna landsstýriskvinnuna um sparingarnar, men fær, sambært teimum frágreiðing, hann hevur skrivað, at vita, at ikki er neyðugt at kunna landsstýriskvinnuna um málið. Hon er nevniliga fult kunnað.

? Her haldi eg, at Jákup Mørkøre ber seg púra rætt at. Tí er tað fullkomiliga burtur úr vón og viti at ákæra hann fyri at vera illoyalan, sigur Bjørn á Heygum.

Advokaturin og fyrrverandi politikarin vísir víðari á, at tá landsstýriskvinnan nú hevur sett sjúkrahúsleiðaran frá við teirri grundgeving, at hann er illoyalur og ikki kann samstarva, er hetta ein roynd hjá landsstýriskvinnuni at finna ein syndabukk í málinum um Landssjúkrahúsið, so hon sleppur undan politiskum trupulleikum. Hann vísir í hesum sambandi á, at alt bendir á, at landsstýriskvinnan var ávara un avleiðingarnar av sparingunum.

? Almanna- og Heilsumálastýrið vaskar í hesum føri hendur og klínir allan skittin á Jákup Mørkøre, staðfestir Bjørn á Heygum og setur spurningin, um vit í Føroyum kunnu góðtaka, at ein stovnsleiðari verður sagdur úr starvi fyri at røkja sínar skyldur.