Teir hava havt ríkiligt at tríva í á Skipasmiðjuni á Skála í seinastuni.
Vanliga er nógv virksemi á Skipasmiðjuni um ársskiftið, tí skipini liggja inni allíkavæl. Tí kann tíðin eins væl brúkast skilagott, og tað sæst eisini á ordrabókunum á skipasmiðjunum kring landið.
Jón Danielsen, stjóri á Skipasmiðjuni á Skála letur eisini rímuliga væl at, tá vit hitta hann í telefonini.
? Vit eru nøgdir við gongdina fyri árið í fjør, og eisini at vit hava havt arbeiði til allar teir80 menninar, sum eru knýttir at skipasmiðjuni, sigur hann
Jón leggur afturat, at einu tíðina var so nógv at takast við, at neyðugt var hjá monnunum at arbeiða nógv yvir, og hóast tað var tað ikki nóg mikið.
Gamli Ango klassast
Hóast tað nú er heldur minni arbeiði á skipasmiðjuni, so er kortini ríkiligt at tríva í tann næsta mánaðin ella so.
Skipasmiðjan á Skála vann í kapping við íslendskar og danskar skipasmiðjur, lisitatiónina upp á klassingina av Kiliutaq, sum er gamli Ango, og tann ordrin hevur við sær, at tað er arbeiði til allar hendur fram til hálvan februar.
Jón Danielsen sigur, at eftir tað er ikki so nógv, sum er, men at tað man fara at koma so hvørt.
? Tað ræður í hvussu er um, at finna arbeiði so at vit kunnu halda allar 80 menninar í arbeiði, tí vit mugu fyri alt í verðini ikki missa burturav fólkinum. Tað er so torført at fáa teir aftur, sigur hann
Arbeiðið upp á Kiliutaq fer sum sagt at taka umleið ein mánað, og tá tað er liðugt er motorurin høvuðsumvældur, aksil, róður, verksmiðja og frystarí eisini høvuðsumvælt.
Bjóða uttanlands
Sum sagt, so fekk Skipasmiðjan ordran fyri nøsini á donskum og íslendskum skipasmiðjum.
Vit spurdu tí Jón, um teir vanliga bjóða upp á útlendskar uppgávur.
? Ja, vit royna. Vit hava givið tilboð upp á eini tríggjar íslendsk skip, men tey eru torfør at fáa hendavegin, tí kappingin er sera hørð.
Hann sigur, at teir í ávísum førum hava kappast við spanskar, litaviskar og polskar skipasmiðjur, og hann leggur afturat, at tá er torført at fáa ordran.
? Lønarlagið í teimum londunum er so nógv lægri enn okkara og tað ger, at teir kunnu bjóða lægri.
Men hóast tað, so hevur skipasmiðjan ikki altíð verið í tí dýrara endanum.
? Í onkrum føri hava polakkar boðið hægri enn vit, og vit eru tann bíligasta norðurlendska skipasmiðjan, sigur Jón
Sandoyarferjan áveg
Sum kunnugt skal nýggja Sandoyarferjan gerast inni á Skála.
Arbeiði at gera skrokkin verður gjørt á polskari skipasmiðju og skal vera liðugt um 20. apríl, sigur Jón Danielsen.
? So kemur túrurin til okkara, sigur Jón Danielsen.
Skipasmiðjan á Skála skal gera restina av arbeiðinum til Sandoyarferjan er klár at handa Strandferðsluni um ársskiftið ´00-´01.
Hetta var góður ordri at fáa hjá Skipasmiðjuni á Skála, sum sostatt fer at lata fyrsta nýbygningin av hondum í nógv harrans ár.