Í eini kjallaríbúð á Landavegnum í Havn býr 22 ára gamli trummusláarin, Janus Nicolajsen.
Í farnu viku fekk Yngd eitt prát við Janus, sum ikki dylir, at hann ætlar sær at liva av at vera tónleikari
Jákup Bogi Joensen
Havi mangan gingið framvið á Landavegnum í Havn og undrast yvir, hvaðani tann øgiliga mongdin av larmi kemur frá. Men nú er gátan loyst.
Tí í eini kjallaríbúð á Landavegnum býr 22 ára gamli trummusláarin, Janus Nicolajsen. Og tað er hann sum um kvøldarnar plagar at sita aftan fyri trummurnar og hugna sær. At hann hevur evnir til tónleikin, hevur hann fyri langari tíð síðani prógva. Tí umframt at hava verið niðri í Danmark á skúla, har hann fyri tað mesta fekst við at gera og spæla tónleik, so hava boð fleiri ferðir verið eftir honum úr føroyskum tónleikabólkum.
Millum hesar kunnu vit nevna, Eclipse og Saxony. Eisini royndi hann seg ein yvirgang í bólkinum Who Cares, og har kom væl burturúr, tí saman vóru teir í studio og tóku upp eitt lag, sum stutt og greitt kallast fyri D og sum í dag er at finna á útgávuni Rock í Føryum 2.
Síðani Janus Nicolajsen fyri stuttari tíð síðani kom aftur til Føroya hevur hann fyri tað mesta bara vant fyri seg sjálvan. Men hann situr so avgjørt ikki bara hendur í favn. Nei, nei. Hann er longu byrjaður at leita sær eftir fólki at spæla saman við. Og hann ger nógv burturúr. So nógv, at hann hevur gjørt sær tann ómak, at heingja plakatir runt um í býnum, har hann sóknast eftir fólki. Hetta vísir bara, hvussu nógv hann leggur í tónleikin, og hann dylir heldur ikki fyri, at tónleikur er ein stórur partur av tilveru síni. Hann elskar tónleikin.
Vil liva av tónleiki
Janus Nicolajsen hevur altíð havt stóran áhuga fyri tónleiki.
- Eg minnist frá heilt ungum, at eg plagdi at lurta eftir tónleiki saman við foreldrum mínum. Seinni fekk eg nøkur kassettubond, sum eg sjálvur slapp at eiga, og teimum lurtaði eg nógv eftir, minnist Janus.
Tað gingu nøkur ár, og áhugin fyri tónleikinum bara vaks. Og tá Janus gjørdist tíggju ára gamal, fór hann at ganga til undirvísing á musikskúlanum í Havn. Hetta var nakað í dámdi Janusi væl, og hann fekk nógv burturúr.
- Í fyrstuni hevði eg ein sven-skan lærara, men seinni tá hesin fór av aftur landinum, fekk eg Jónleif Jensen til lærara.
At Janus hevur fingið væl burtur úr, er onki at taka seg aftur í. Og hann mennist alla tíðina sum trummusláari. Málið hjá Janusi er greitt. Hann vil kunna liva væl av tónleiki. Men hann ásannar, at tað er sera trupult at liva av at vera tónleikari í Føroyum.
- Vit eru eitt lítið land. Umstøðurnar eru ikki av teimum bestu hjá tónleikarum at liva undir. Millum annað er tað trupult hjá bólkum at fáa venjingarhølir, og stuðul verður ikki veittur til føroyskar tónleikaútgávur. Tað er ikki tað sama sum at vera eitt nú í Danmark, staðfestir Janus.
Hann hevur nevnliga fyri stuttar tíð síðan verið í Danmark á skúla, har hann fyri tað mesta fekst við tónleik. Skúlin, Janus hevur veið á eitur Fløng Produktiónshøjskole. Skúlin liggur í Fløng, sum er tætt við Roskilde. Á skúlanum royndi Janus eitt sindur av hvørjum, men tó heldur hann, at sokallaði ?Party Bands? var stuttligastur at spæla saman við.
- Vit høvdu ein frálíkan bólk. Vit plagdu ofta at spæla til dans og konsertir, men vóru tó nakrar ferðir í studio og spældu inn nøkur løg.
Men hvat slag av tónleiki spældu tit?
- Vit spældu allan møguliga tónleik. Tó mest rockkendan tónleik sum okkum dámdu væl.
Janus Nicolajsen dámar annars allan møgulia tónleik, og kann av røttum kallast at vera ein all-round tónleikari.
Á trummunum er hann í øllum førum sera dugnaligur, og kann um hann leggur í , vinna seg langt fram á tónleikapallin.
Inspireraður av tónleiki
Vit spurdu Janus Nicolajsen um, hvar hann fær inspiratión frá.
- Eg kann blíva inspireraður av so nógvum. Bara at sita niðri í býnum ella ganga ein langan túr í haganum, tað kann inspirera meg rættiliga nógv. Men mestu inspiratinirnar koma tó gjøgnum sjálvan tónleikin. Eg lurti ógvuliga nógv eftir tónleiki, og tað sigur seg sjálvt, at okkurt setur seg fast eitt ella annað stað uppi í heilanum.
Tá vit at enda spyrja Janus, um hann hevur idolir ella kanska ein yndistónleikara er hann skjótur at svara.
- Mær dámar ótrúliga væl Jeff Porcaro, trummusláaran úr Toto. Jeff doyði í 1992, men hann var og er kongurin av øllum. Ein rættur ?tónleikagudur?.
Annars dámar mær væl Toto, men eisini lurti eg nógv eftir Sting.
Av føroysku tilfari dámar Janusi best útgávurnar hjá Moirae.
Janus leggur annars sera stóran dent á, at han er ein all-round tónleikari, men Toto og kanska serliga Jeff Porcaro, fara altíð at standa sum ein varði í tónleikasøguni.
Í hvussu so er hjá Janusi Nicolajsen, sum kann, um hann hevur vilja og áræði koma sera langt innan tónleikaheimin.