Umsóknirnar strandaðar

Aðalstýrini bøla omaná umsøknum um at tryggja løgfrøðingum og búskaparfrøðingum hægri løn

Almennu Føroyar brúka ikki øll síni vápn í kappingini um løgfrøðingar og búskaparfrøðingar.

Hóast eitt ár er gingið, síðani tað almenna fekk møguleikan at lata serliga skikkað fólk fáa hægri løn, hevur eingin enn fingið ágóðan av hesum.

? Eldur er í húsunum, men tað almenna ger einki. Tað hevur bara sett seg niður at rópa, at eldur í, heldur Bergur Berg, formaður í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum.

14. februar í fjør gjørdu Lønardeildin í Fíggjarmálastýrinum og Búskapar- og Løgfrøðingafelagið nýggjan 2 ára sáttmála. Í hesum sáttmála fekk tað almenna møguleikan at seta búskapar- og løgfrøðingar sum deildarleiðarar ella serfrøðingar.

Hetta hevði havt við sær hægri endaløn til ein part av búskapar- og løgfrøðingunum, og tað kundi tí verið lokkubitin, sum kundi fingið fleiri av teimum royndu fólkunum at støðast í almennum starvi.

Men enn er eingin settur eftir nýggja sáttmálanum, og tað heldur formaðurin í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum er viðvirkandi til, at fólk rýma úr almennum starvi.

? Fólk, sum koma heim við akademiskari útbúgving, ætla ikki at ríka seg upp, og tí nýtist tað almenna ikki at bjóða fult so nógva løn, sum tey gera í øðrum londum, men tað hevði hjálpt nógv, um tað almenna vísti vilja til at gera nakað fyri fólk í almennum størvum. At tey merktu, at tað almenna veruliga setti prís á tey, sigur Bergur Berg.

? Men samstundis sum útbúgvið fólk rýmir, ger eingin brúk av møguleikanum at seta hesi fólk sum deildarleiðarar ella serfrøðingar. Fleiri ynskja at verða sett í hesi størv, men eingin av umsóknunum til aðalstýrini er enn endaliga viðgjørd. Málsviðgerðin tekur ár, og tað skilji eg væl, at fólk ikki tíma at bíða eftir.


Ætlaðu at seta 16 serfrøðingar

Leiðarin á Lønardeildini hjá Fíggjarmálastýrinum, Thomas Magnussen, sigur, at teir onga umsøkn hava fingið frá aðalstýrunum um at seta fólk sum deildarleiðarar ella serfrøðingar.

Sambært einum rundskrivi, sum var sent øllum aðalstýrinum 1. oktober í fjør, var upplýst um nýggja møguleikan hjá aðalstýrinum at tryggja skikkaðum fólki hægri løn.

Tað eru teir einstøku stovnarnir, sum skulu senda aðalstýrinum, sum teir hoyra til, umsókn, tá teir vilja seta fólk sum deildarleiðarar ella serfrøðingar. Síðani skal aðalstýrið viðmæla hetta til Lønardeildina í Fíggjarmálastýrinum, sum so skal samráðast við fakfelagið.

Í rundskrivinum varð sagt, at best var um umsóknirnar vóru sendar aðalstýrunum áðrenn hálvan oktober, soleiðis at málini kundu verða avgreidd í oktober mánaði. 12. oktober í fjør boðaði landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Karsten Hansen, frá, at at vildi játtað, at tað vórðu upprættað 16 serfrøðingastørv.

Hetta gjørdi hann partvís fyri at tryggja, at møguleikin í sáttmálanum við Búskapar- og Løgfrøðingafelagið kundi førast út í lívið, og partvís fyri at seta kvotu á tali á fulltrúðum sum kundu setast í serfrøðingastarv.

Men meira enn tríggjar mánaðir seinni er eingin umsókn komin til Lønardeildina hjá Fíggjarmálastýrinum.

? Vit ætlaðu veruliga at seta fólk í hesi størv, men vit hava onga umsókn fingið, og tað kann kanska skiljast sum, at tørvurin á hesum størvum er ikki so stórur, sigur Thomas Magnussen, leiðari á Lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum.

Sambært Bergi Berg eru fleiri slíkar umsóknir sendar til aðalstýrini, men har eru málini steðgað.


Bygnaðurin ein trupulleiki

Sosialurin skrivaði í leygardagsblaðnum, at klóku høvdini rýma frá tí almenna, tí tey fáa betri treytir aðrastaðni. Millum annað hægri løn og betri møguleikar fyri at útbúgva seg víðari.

Bæði stjórin á Hagstovu Føroya og aðalstjórin í Fíggjarmálastýrinum søgdu, at kappingin hjá tí almenna er vónleys, tí ráðini eru ikki til at bjóða búskapar- og løgfrøðingum somu løn, sum onnur gera. Til dømis tað privata í Føroyum og grønlendska umsitingin.

Seinasta dømið um vælútbúgvið fólk, sum rýmir úr einum almennum starvi, er Magni Laksafoss, cand. polit, sum seinastu tvey árini hevur starvast á Hagstovu Føroya. Hann fer í mars mánaði í starv hjá Grønlands Statistik, har hann skal gera sama arbeiðið, sum hann hevur gjørt á Hagstovuni. Men hann fær hægri løn og betri møguleikar fyri at útbúgva seg víðari.

Magni Laksafoss er ein av teimum, sum hevur biðið um at verða settur sum ráðgevi ella deildarleiðari, men hann hevur einki endaligt svar fingið um hetta. Millum annað tí hevur hann tikið av tilboðnum úr Grønlandi.

? Eg vil ikki gera viðmerkingar til hetta ítøkiliga málið, men eg skilji væl fólk, sum taka av einum betri tilboði, tá tey ikki kunnu fáa svar uppá teirra ynski um at verða sett sum deildarleiðarar ella serfrøðingar, sigur Bergur Berg.

? Viðgerðin av hesum málum er alt ov langdrigin og stirvin. Fólk blíva troytt av starvinum hjá tí almenna, tá tey uppliva trekleika, vantandi vilja og vantandi hugflog, sigur Bergur Berg.

Leiðarin á Lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum heldur, at bygnaður av almennu umsitingini kann verða ein trupulleiki í hesum málinum.

? Áður var nógv styttri teinur millum stovnarnar og Lønardeildina, men nú skal alt umvegis aðalstýrini, og tað kann verða ein trupulleiki, at hesi málini skulu ígjøgnum so nógv lið, sigur Thomas Magnussen.