við at sorla lívið hjá sær sundur og drepa fólk. Í tí filminum sást, hvussu ein dagur kann pilka persónsmenskuna niður. Í hesum filminum hevur hann aftur ein ringan dag, men fær høvi at búnast. Michael Douglas [...] sleppur at doyggja í filmum, og verður krógvaður í bagasjurúminum í einum bili. Hundurin umboðar alt tað, sum persónarnir hava at krógva hvør fyri øðrum og gerst bókstavliga eitt lík í lastini. Tað er sjáldsamt [...] út um, út í regnið, at ringja til fólk í vónleysari roynd at finna eitt heim í verðini. Og Dylan syngur ?It?s not dark yet / But it?s getting there.? Leikarar Frances McDormand er skúlastjórin í filminum
Tvøroyri í 24 ár, harav býráðsformaður í átta ár. Hann var formaður í Arbeiðsmannafelagnum, Fylking, í 15 ár, men áðrenn tað, hevði hann verið nevndarlimur í Fylking í níggju ár ár. Hann var formaður í Jav [...] og í 1934 kom kontanturin til Tvøroyrar, tvs, at arbeiðsfólkið fekk lønina útgoldnað í reiðum peningi og ikki í vørum. ? Vit vóru 13 fólk í húsi.Vit vóru 10 systkin, bæði foreldrini og ein omma í húsi [...] tá ið tað fór á heysin í 1935, sum ein avleiðing av kreppuni í trýatiárunum, og tað mesta fólkið, bæði á sjógvi og landi, misti arbeiðið. Tíbetur var brúk fyri smiði í kolanámunum í Rangabotni og har fekk
Ein kaldan hósmorgun var eg á veg niðan til salong "Røktan", sum Elsa í Garði eigur. Eg skuldi spyrja ein næming, sum hevði verið í starvsvenjing har í fýra dagar, nakrar fáar spurningar. Tá taxa-bilurin [...] leiðin gekk víðari inn í eitt annað rúm inn til næmingin, sum er í starvsvenju. Ein sera long, ljóshærd genta sitir undir einum teppi, og sær eitt sindir hálvmóð út, men er kortini í góðum lag. "Man sleppir [...] Elsa bleiv útlærd fyrst í 1983 í Havn hjá Tordis Klein Olsen, sum stovnaði "Røktan". Men tann 14. februar í 2000, tók Elsa yvir klinikkina. Elsa er eisini útlærd sum sjúkrasystir í Danmark. So byrjar Elsa
sigur skemtiligi Søholm. Í næstu viku verða nett hundrað ár síðani tónaskaldið Giuseppe Verdi doyði. Tað kunnu vit hátíðarhalda í Norðurlandahúsinum í august, tá pallurin í stóru høllini verður karmur [...] Prædikarin. Og beint fyri jól fingu vit høvi at lesa hann í nýggjari, dagførdari útgávu, Prædikaran í Bíbliuni. Ja, eisini við hátignarligum skreytmyndum, eins og leikandi teldutøka. Eisini sviar fingu nýggja Bíbliu [...] úr Arhus, tekur hvørt ár støði í rundum føðingar-, deyðs- og merkisdøgum, sum hann so setir í bókmentunarligt ljós. Millum annað hundrað ára dag Heðin Brús hin 17. august í ár. Hann prentar frímerkið frá
hundrað ára dagur rithøvundans og tað er í hesum sambandi, at aktuella framsýningin er vorðin til. Søguna skrivaði Antoine de Saint-Exupéry í 1946 og Alexandur Kristiansen týddi hana til føroyskt í 1980. Umframt [...] tú ikki annað enn ein lítil óviti, eins og hundrað túsund aðrir smáir óvitar. Eg havi ikki brúk fyri tær, og tú hevur heldur ikki brúk fyri mær. Fyri tær eri eg bert ein revur, eins og hundrað túsund aðrir [...] føroyskt er bókin týdd til fleiri enn 120 tungumál og er í franska heimlandinum mest selda bókin, næst eftir Bíbliuna. Í einum broti, sum eyðkennir stílin í søguni, møtir lítli prinsurin ótamda revinum og spyr:
eg tvey børn í skúlaaldri, og bæði ganga í størsta skúla í landinum. Og har er tað sera forkunnugt at sleppa inn í telduhølið. So her er ein stór uppgáva, har eg havi sett sjøtil á bara ein lítlan part [...] - Andrias, ein teldubók, hvat er tað? Ein teldubók er ein bók, ið er umgjørd, ella skrivað til teldu, eitt forrit sum vísur síður, eina síðu, ella fleiri í senn. - Hevur tú sæð sovorðnar fyrr, teldubøkur [...] verður útgivin. Endamálið er at finna feilir í útgávuni, og rætta teir so hvørt. Í løtuni eri eg ein av tjúgu, sum kring allan knøttin hava fingið hendan heiður. Ein skal søkja at blíva Beta testari og harumframt
herðaklapp. Í síðstu viku heiðraði landsstýrismaðurin í mentamálum, Tórbjørn Jacobsen, Ebbu Hentze við serstakari sømdargávu frá Mentamálastýrinum. Skipað varð í hesum sambandi fyri móttøku í Tinganesi, [...] har landsstýrismaðurin í mentamálum, handaði henni heiðursbræv og sømdargávu. Í tøkum tíma, vilja nógv vera við, tí Ebba Hentze er ikki von at fáa herðaklapp í Føroyum. Í heiðursbrævinum verður sagt, [...] - Tú fall væl til í heimlandinum aftur, og skjótt gjørdist tú ein eyðkendur partur av miðbýarmyndini - eitt sindur mystisk og loyndarfull, ein spennandi persónur, sum setti fantasiin í sving hjá Havnarfólki
framdar fyri ein starvsbólk sum frammanundan er ein hin lægstlønti í landinum, hóast hesin løntakarabólkur skal taka sær av týdningarmesta tilfangi okkara, nevniliga teimum børnum sum vaksa upp í samfelag [...] sáttmálan sum galdandi er í Havn. Lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum ger mismun á løntakarum Tað er ein meginregla í allari fyrisiting, at borgarar landsins skulu viðgerast eins, og tí er her talan um klárt [...] av vanligu sáttmálalønini hjá ófaklærdum arbeiðsfólki í Føroyum. Lønardeildin brúkar ósakliga málsviðgerð í royndum sínum at forða dagrøktarunum í at fáa eina rímiliga løn. Fyrsti sáttmálin sum Føroya
Teir hava til dømis gjørt øll spølini sjálvir í Miðvági. Demich í Havn hevur ventilatiónsarbeiðið umborð, og Radioservice í Havn fer at seta nautisku útgerðina í skipið. Soleiðis gevur Teistin eina rúgvu av [...] Maskinurnar eru setir í, og lensiskipanin er liðug. Til dømis ger Byggiservice á Skála alla apteringina umborð. El-Service ger tað elektriska og Oilwind í Miðvági ger hydraulikkin. Í hesum sambandi nevnir [...] 1.700 HK. Tað verður arbeitt allastaðni á skipinum samstundis. Teir skera og sveisa niðri í skipinum. Isolera í miðuni og seta plátur upp á brúnni. Onkur heldur kanska, at skipið fer at sigla nógv skjótari
barnaheimið í Vestmanna sum nú er flutt til Havnar. Hann hevur sitið í nevndini øll árini, sum formaður í 20 ár. Eisini hevur hann verið við til at fingið í lag tann barnagarð, ið verður verunleiki í Klaksvík [...] verða nevnd her í bygdini, eru javngomul; bæði fødd í 1906. Prestur er føddur 24/1-1906 í Suðurjútlandi, bóndasonur; tey vóru 10 systkin, 7 brøður og 3 systrar. Frú Rasmussen er fødd 27/7-1906 í Rituvík, dóttur [...] hvítusunnudag í ár. Prestur hevur havt nógv álitisstørv. 1. apríl 1932 kom hann í skúlanevndina. Hevur sitið har alla tíðina mest sum formaður. Hann varð ein av høvuðsmonnunum fyri at fáa í lag Klaksvíkar