Sosialurin mikudagin 5. oktober 1955: N. J. Rasmussen, prestur, fer úr Klaksvík fríggjadagin

- aftaná 23 ára starv

 

1. apríl 1932 varð hin 23 ára gamli Niels Jensen Rasmussen settur sum prestur í Norðuroya vestara prestagjaldi har hann hevur røkt prestastarv inntil seinasta sunnudag, tað var 2. oktober 1955 - ella sløk 24 ár.

Hetta má sigast at vera trúgv tænasta í sama starvi á sama staði. Hetta hevur heldur einki lættført starv verið. Tað hevur ikki einans verið at leita úr prestagarðinum niðan í Klaksvíkar kirkju, alt annað, tí ikki hevur hann havt minni enn 4 kirkjur (Mikladal, Húsar, Kunoy og Árnafjørð) uttan fyri Klaksvík at røkt. Men bygdirnar í kallinum eru fleiri enn so, og Rasmussen hevur heldur ikki verið óvanligur gestur á Trøllanesi, Syðradali, Haraldssundi, Ánunum og úti á Oyri. Men tíðum hevur kallið verið størri enn so, tí ikki so sjáldan hevur hitt eystara prestagjaldið í Norðoyum ligið í presta-loysi, serliga tá ið prestaskifti hava farið fram. Tá hevur hann eisini røkt kirkjurnar á Viðareiði, Hvannasundi, Svínoy, Kirkju og

Hattarvík. At hann eisini hevur vunnið sær vinir á hesum støðum, skilja vit best av teimum áheitanum, ið komnar eru frá hesum kirkjuliðnum - eisini tey vildu fegin sum so oftani áður komið saman við honum í gudshúsinum, árrenn hann flytur til Danmarkar, men ov knøpp varð tíðin til, at hetta fekst í lag.

Men skilnaðarheilsaninar verða ikki minni hjartaligar og takksamar fyri tað.

Spjaddar liggja Norðoyggjarnar, 6 í tali, og fleiri bygdir á flestu oyggjum. Skal ein ferðast oyggjanna millum, má ein fara um harðastu streymafirðir og verstu landoddar. Tað krevst tí ikki so lítið av manni, ið skal røkja prestastarv í so mongum fjarskotnum bygdum. Men Rasmussen hevur átt allan tann djarvleika og eldhug, ið tørvur er á.

Altíð hevur hann verið til reiðar, og altíð hevur hann gjørt sína skyldu uttan so, at tær máttmiklu natúrkrefturnar hava forða, hvat stundum hendir her á landi.

Tá ið hann fyri stuttum kundi halda silvurbrúdleyp, tóku ?fleiri vinir? soleiðis til orða um hann í hesum blaði: ?Prestur er ? tað er ikki ov nógv sagt ? ógvuliga væl dámdur maður. Tað hevur ikki verið so lætt at vera prestur í eini bygd, har stór brøðra-mein-ig-heit er, men hann, við sínum sera fólkaligu gávum hevur dugað avbera væl at umgingist hesa meinigheit, og mong av teimum eru eisini komin at halda av honum. Prestur hevur verið tænari í orðsins rætta týdningi; hann hevur altíð verið villigur til kirkjuligar handlingar ? hann hevur ongantíð umborið seg við at sagt: ?eg havi ikki tíð í dag, steðga til sunnudagin.? Nei, gerandis sum heilagt, morgun ella kvøld, uttan mun hevur hann staðið til reiðar í sínum embæti.?

Og í heiminum! Hvat følir ein seg væl at støkka inn á gólvið hjá honum, har er hann húsbóndi við lít, skemtingarsamur og prátingarríkur, ella frúan, við kaffimunninum, jú, so sanniliga er har hugni, har kennir ein seg ikki til ?ovurs?.

Tað, sum einamest hevur sermerkt Rasmussen, eru hansara frálíku evni at minnast aftur tey fólk, ið hann einaferð hevur hitt. Ikki minst hetta hevur alt fram hitt mikla fólkalyndið, sum hann gjøgnum árini hevur vunnið millum manna. - Rasmussen hevur verið prestur í orðsins rætta týdningi; hann hevur sera góðar gávur sum talari, og uppaftur hin vegin ? hann kennur øll síni sóknarbørn og meir afturat, veit at navngeva tey øll, ja kennir enntá børnini av fólkaslagnum. Tað verður ikki bert á prædikustólinum, men eisini á gøtunum og í bygdalívinum, at Rasmussen verður saknaður; tí allastaðni hevur hesin fryntligi maður skapað hugna og virðing um seg. Hansara blídni og menniskjaliga framferð hevur verið so fyrimyndalig, at leingi verður at leita eftir manni, sum í so ríkt mát hevur fingið hesar ríku gávur í kjøtið bornar. Ikki minst hetta verður at halda minnið um hann livandi manna millum.

Lítið hevði borið til at skriva stórvegis um Rasmussen uttan at nevnt konu hansara, Petru; tí neyvan vildi tað verið manni gjørligt at útint dygdargerning uttan ein hollan stuðul í tí hjúnarliga samlívinum. Hollari stuðul kundi hann neyvan havt fingið enn hana, ið staðið hevur við lið hansara gjøgnum hesi mongu yrkis-ár.

Prestur og prestafrúan, sum tey vanliga verða nevnd her í bygdini, eru javngomul; bæði fødd í 1906. Prestur er føddur 24/1-1906 í Suðurjútlandi, bóndasonur; tey vóru 10 systkin, 7 brøður og 3 systrar. Frú Rasmussen er fødd 27/7-1906 í Rituvík, dóttur til skipseigara D. P. Højgaard; eisini tey vóru 10 systkin, 6 brøður og 4 systrar.

Tey eiga 2 dreingir og eina gentu. Rasmussen, prestur, fekk tíðliga hug til bókina. 22. januar 1929 tók hann gudfrøðisprógv, tað vil siga 2 dagar áðrenn hann fylti 23 ár. Hann má hava verið yngsti prestlærdi maður í Danmark.

Sama árið 31/5-1929 kom hann til Havnar at verða prestur. Har var hann so til 1. apríl í 32; tá kom hann til okkara, og hevur sostatt sitið her sum prestur í gott og væl 23 ár. Petra Højgaard er sum áður sagt úr Rituvík, hon hevur verið lærarinna, tók prógv 1926 bert 20 ára gomul ? eisini ung lærarinna. Tey giftust 29/5-1930, høvdu silvurbrúdleyp hvítusunnudag í ár.

Prestur hevur havt nógv álitisstørv. 1. apríl 1932 kom hann í skúlanevndina. Hevur sitið har alla tíðina mest sum formaður. Hann varð ein av høvuðsmonnunum fyri at fáa í lag Klaksvíkar millum- og realskúla; somuleiðis tekniska skúlan.

Tað er eingin ivi um at hann hevur gjørt eitt stórt arbeið fyri skúlan í Klaksvík. Tað kann eisini nevnast, at hann umframt hevur sitið í skúlanevndum bæði fyri Mikladals, Trøllanesar, Húsar, Syðradals, Kunoyar, Haraldsunds og Árnafjarðar skúlar.

Í 1930 var hann við til at stovna barnaheimið í Vestmanna sum nú er flutt til Havnar. Hann hevur sitið í nevndini øll árini, sum formaður í 20 ár. Eisini hevur hann verið við til at fingið í lag tann barnagarð, ið verður verunleiki í Klaksvík.

Tann 1. januar 1935 var prestur við at stovna Færøernes Fortsættelses Sygekasse, alla tíðina hevur hann sitið í hesu nevnd frá 1. januar 1944 sum næstformaður og 1. Januar 1944 bleiv prestur blaðstjóri av Færøernes Kirketidende.

Í hansara prestatíð er eisini kirkjan í Árnafirði bygd og eingin er ivin um, at hann má hava stuðlað til hesa bygging. Hann man óivað hava glett seg saman við árnfirðingum tá ið kirkjan 10. oktober 1937 varð vígd.

Í 1941 vóru bæði tvey við at stovnað KFUM og K her í Klaksvík.

Frá 30. august er hann vorðin settur sum sóknarprestur hjá týska kirkjuliðnum í Haderslev. Hann verður innsettur í starvið 16. oktober. Hann fer einsamallur við ?Trondhjem? fríggjadagin. Konan og sonurin ið heima er fara ætlandi við Tjaldrinum tá tað kemur aftur úr Grønlandi.

Eitt talandi dømi um at presthjúnini eru væl umtókt vóru tey 1000 fjarritini, ið tey fingu á silvurbrúdleypsdegnum.

Nú skilnaðarstundin er komin okkum til handa, fara vit at bera fram okkara dýrmettu tøkk fyri hesi ríku og sælu ár, ið tað untist okkum at hava hesi frægu, avhildnu og hábornu prestafólk okkara millum. Ein einsamøll tøkk er so fátækslig, men á hesum sinni fylkjast túsundir norðoyingar í hjartaligari og kenslubornari tøkk, samstundis sum teir við miklari virðing bera fram teirra bestu fagnaðarkvøðu og ynski um góða eydnu og Guds signing í nýggja starvinum.


Fleiri vinir