Ein kaldan hósmorgun var eg á veg niðan til salong "Røktan", sum Elsa í Garði eigur. Eg skuldi spyrja ein næming, sum hevði verið í starvsvenjing har í fýra dagar, nakrar fáar spurningar.
Tá taxa-bilurin steðgaði uppi við Statoil, sá eg tað stóra, svarta skeltið og skrivað var á við stórari, hvítari skrift: "Røktan." Tá eg lat hurðina upp, var tað fyrsta man legði merki til, hvussu reint tað var og tann løgna reinliga angan. Ikki stórt var inni, men sera fornemt og yrkisligt. Eitt borð, tveir stólar og ein hill við bløðum, sum man finnir í øllum tílíkum salongum. Summi bløð hevði Elsa enntá keypt í París, tá hon var á skeiði har fyri eitt sindir av tíð síðani. Um man hugdi á veggin, fekk man eyga á mong heiðursprógv og ymisk kosmetikk-uppsløg. Eitt stórt glas-skáp við mongum av fínum kremum, fekk man eisini eyga á, og eitt stórt, grátt forhang. Innan fyri hettar forhangið fyrigongur viðgerðin. Elsa sat longu tá og gav einum manni fótmassagu, so leiðin gekk víðari inn í eitt annað rúm inn til næmingin, sum er í starvsvenju. Ein sera long, ljóshærd genta sitir undir einum teppi, og sær eitt sindir hálvmóð út, men er kortini í góðum lag.
"Man sleppir sjálvir at vera við"
So byrjar hon at siga frá, at hon heldur, at tað er sera áhugavert at vera í starvsvenjing har, tí at hon sleppur at vera við, meðan Elsa arbeiðir, og hon noyðist ikki bara at standa og hyggja at. Hettar er hennara fjórði dagur, og higartil hevur hon bæði verið við til kropsmassagu, hond- og fótarøkt, og er sloppin at leggja smyrsl á.
Tá eg spyrji hana, hvussu hennara fyrsti dagur var, smílist hon og sigur: "Eg var rætiliga nervøs í byrjanini, men tað gekk yvir beinaveg, tí at eg bleiv so væl móttikin, og tí at Elsa er so løtt at snakka við. Fyrst fingu vit okkum ein drekkamunn, og har segði hon mær so frá, hvat eg skuldi gera tær næstu tvær vikurnar. Hvønn dag sleppi eg sjálvandi at vera við til viðgerðirnar, og Elsa lærir meg so, hvussu hon ger alt. So skal eg eisini fara ørindir fyri hana og vaska øll instrumentini og klinikkina sjálva. Tað er jú so týdningarmikið, at alt er reintført."
Eisini fortelur hon, at hon slapp at taka telefonina og at skriva boð og avtalur niður. Fyri at læra hvussu hon skal fara við kundunum, so hevur Elsa eisini givið henni andlits-og hondrøkt, og samstundis vísir hon mær tíggju, langar, blankar, hvítar negl, sum Elsa so hevur røktað.
Sjálvt um henni dámar sera væl at vera har, var hettar tó ikki tað starvið, ið stóð ovast á listanum, men hettar er minst líka gott, sigur hon og brosar. Tá eg spurdi, um hettar er nakað, hon altíð hevur viljað verið, tekur hon ein stóran smakk av sínari Coca Cola og svarar: "Eg havi altíð havt áhuga fyri kosmetikki, og eg havi altíð viljað verið vakurleikaserfrøðingur.
"Ein íðin næmingur sleppur at gera meir"
Forhangið fer til viks, og út kemur ein høgur, klænur maður, sum hevur júst fingið fótarøkt. Hann heilsar, og fer so avstað. Man hoyrir onkran syngja spakuligt, og hettar er so Elsa. Ein ljóshærd kvinna í einum hvítum kittli, og hon sær sera glað út.
Elsa bleiv útlærd fyrst í 1983 í Havn hjá Tordis Klein Olsen, sum stovnaði "Røktan". Men tann 14. februar í 2000, tók Elsa yvir klinikkina. Elsa er eisini útlærd sum sjúkrasystir í Danmark.
So byrjar Elsa at fortelja, hvat hon heldur um tá næmingar koma í starvsvenju hjá henni:" Tað er sera umráðandi við starvsvenjingini, at næmingurin ikki keðir seg og er her fyri onki, so eg leggi altíð til rættis skriftliga áðrenn. Næmingurin fær so sjálvur andlits-, hond- og fótarøkt, fyri at hann fær kensluna av, hvussu hann skal arbeiða. Umráðandi er við teori, so hon veit, hvussu kremini ávirka húðina, hvussu hon skal smyrja tey á, og eintá hvussu hon skal sita, meðan viðgerðin fer fram. Tað er eisini heilt upp til næmingin, hvussu nógv hann vil gera. Ein íðin næmingur sleppur at gera meira, um hann spyr. Elsa hevur havt 5-6 praktikantar, síðani hon tók yvir, og tað er hon bara heilt nøgd við.
"Tað er eitt sindir krevjandi í ein positivan rætning, tí man má allatíðna syrgja fyri næminginum og seta hann til eitt ella annað arbeiði, men tað er eisini stuttligt at hava ein við sína lið, meðan man arbeiðir."
Elsa tekur gjarna ímóti meira næmingum í framtíðini.
Næmingurin slapp síðani at royta mínar eygnabrýr, og ímeðan sat Elsa og vegleiddi henni, og eg eri sera nøgd við úrslitið.
Ímeðan eg liggi á tí ljósareyða stólinum við einari lampu, sum lýsir hvast niður í mínu eygu, og næmingurin sitir og roytir varisliga eitt hár fyri og annað eftir, nevnir Elsa, at hon er sera glað fyri sítt arbeiði, tí at tað er eitt fyribyrgjandi arbeiði, og við hettar meinar hon, at man lærir fólk at røkta seg sjálvan. Hon sigir eisini, at hon er sera glað fyri navnið "Røktan", og so segði hon frá, hví hon er so glað fyri tað:" Nú á døgum hava fólk altíð so nógvan skund til alt, bæði at røkta sítt arbeiði, sín bil, sín hava, sítt hús og so framvegis, men man má endiliga ikki gloyma at røkta seg sjálvan."