Tað er franska sendistovan í Keypmannahavn, ið hevur latið Norðurlandahúsinum lutirnar til framsýningina. Umframt plansjur, er eisini talan um modellflogfør og lutir, ið hoyra til søguna um ?Tann Lítla Prinsin?. Í fjør var hundrað ára dagur rithøvundans og tað er í hesum sambandi, at aktuella framsýningin er vorðin til.
Søguna skrivaði Antoine de Saint-Exupéry í 1946 og Alexandur Kristiansen týddi hana til føroyskt í 1980. Umframt føroyskt er bókin týdd til fleiri enn 120 tungumál og er í franska heimlandinum mest selda bókin, næst eftir Bíbliuna.
Í einum broti, sum eyðkennir stílin í søguni, møtir lítli prinsurin ótamda revinum og spyr:
- Hvat merkir tað ?at temja??
- Nakað, sum tey flestu hava gloymt. Tað merkir at knýta bond.
- Knýta bond?
- Ja, segði revurin. Fyri mær ert tú ikki annað enn ein lítil óviti, eins og hundrað túsund aðrir smáir óvitar. Eg havi ikki brúk fyri tær, og tú hevur heldur ikki brúk fyri mær. Fyri tær eri eg bert ein revur, eins og hundrað túsund aðrir revar. Men um tú vilt temja meg, so hava vit brúk fyri hvørjum øðrum. Tá verður tú tann einasti, sum hevur nakað at týða fyri meg, og eg veri tann einasti, sum hevur nakað at týða fyri teg.
- Nú skilji eg, segði tann lítli prinsurin. Tað er ein blóma... eg haldi, at hon man hava tamt meg.
- Tað er møguligt, segði revurin. Á Jørðini kann ein koma út fyri so nógvum.
(?Tann Lítli Prinsurin? 1980, bls. 66)
Søgan, ið er um neyðlenda flogskiparan, sum í oyðimørkini møtir Lítla Prinsinum, man teljast millum klassikararnar fyri børn í øllum aldri. Fantastikkur, rópar onkur hetta slagið av skaldskapi. Nú bøkur sum Harry Potter og Heimurin Forni hava verið umrøddar, hevur eisini enska heitið ?fantasy-bøkur? verið brúkt.
Í 1974 varð søgan um ?Tann Lítla Prinsin? gjørd til film við Bob Fosse og Gene Wilder. Teir báðir Lerner og Loewe høvdu sett tónleik til tekstin, so ein ævintýrakendur sangleikur spurdist burturúr.









