Dagur dettur av degi

ÁLMANAKKAR. So vist sum amen í kirkjuni koma kalendarar og álmanakkar hesa ársins tíð. Onkur persónligur, men flestu til skrivstovubrúk. Ymsir eru teir. Flestu berir og óskrivaðir, tí her skulu allar avtalur og boð skrivast inn. At minnast til í nýskrivaða árinum.

 


Alt hevur sína tíð, sigur Prædikarin. Og beint fyri jól fingu vit høvi at lesa hann í nýggjari, dagførdari útgávu, Prædikaran í Bíbliuni. Ja, eisini við hátignarligum skreytmyndum, eins og leikandi teldutøka.

Eisini sviar fingu nýggja Bíbliu fyri jól. Á áhugaverda bókliga netstaðnum www.dagensbok.com helt ein ummælari fyri, at nú kundi Stephen King fara heim og leggja seg. ?Nú havi eg fingið Opinberingsbókina?, segði hann og siteraði kapitul 6, ørindi 8: ?Og sí, bleikgulur hestur; og tann, sum á honum sat, navn hansara var deyði, og hel var í fylgi við honum?.

Bókmentunarliga týdningin Hásongurin og aðrar bøkur í Bíbliuni hava havt, lata vit liggja á hesum sinni. Men greitt er, at bók bókanna enn er fremsti bókmentunarligi varði og at sentimentalu reglurnar í sunnudagsskúlasanginum ?Besta bók av bókum er?, enn standa við makt.

So vist sum amen í kirkjuni koma alskyns kalendarar og álmanakkar hesa ársins tíð. Onkur persónligur, men flestu til skrivstovubrúk. Ymsir eru teir. Flestu berir og óskrivaðir, tí her skulu allar avtalur og boð skrivast inn. At minnast til í nýskrivaða árinum.

Millum allar hesar útgávur er bókmentunarligi álmanakkin hjá danska forlagnum Gyldendal. Ritstjóri er hin bæði vitugi og stuttligi Ejgil Søholm.

Ellinta árið á rað stjórnar hann ?Gyldendals Litteraturkalender?, sum nú hevur frámerkið ?2001?. Sjálvandi. Søholm, sum er bókavørður úr Arhus, tekur hvørt ár støði í rundum føðingar-, deyðs- og merkisdøgum, sum hann so setir í bókmentunarligt ljós. Millum annað hundrað ára dag Heðin Brús hin 17. august í ár. Hann prentar frímerkið frá 1988, har Heðin Brú var á og greiðir frá um Ketil og Kálv, sum mugu selja kúnna í skaldsøguni ?Feðgar á ferð? (1940). Søholm leggur afturat, at ?bogen er en satire over politiske platituder i tredivernes Tórshavn og vakte en del postyr, så forfatteren lagde den næsten tilbage til 1700-tallet!?

?Feðgar á ferð? er flaggskipið í føroyska prosaflotanum, heldur Ejgil Søholm.

Annar føroyskur rundur dagur, sum verður nevndur í hesum forvitnisliga bókmentunarliga álmanakka, er 50 ára dagurin fyri deyða Hans Andrias Djurhuusar. Hesin dagur er hin 6. mai.

Í vikuni, vit nú leggja aftur um okkum, kunnu vit í álmanakkanum staðfesta, at bert hósdagurin hin 18. januar, skilir tey bæði Thit Jensen og Morten Korch. ?Storkurin man hava borið tey samstundis?, sigur skemtiligi Søholm.

Í næstu viku verða nett hundrað ár síðani tónaskaldið Giuseppe Verdi doyði. Tað kunnu vit hátíðarhalda í Norðurlandahúsinum í august, tá pallurin í stóru høllini verður karmur um La Traviata. Kameliudámuna, sum eisini Dumas mundi dánað av. Og vit fáa í bókmentunarliga álmanakkanum eisini at vita, at hin 24. oktober ? ST dagin ? eru fýra hundrað ár liðin síðani stjørnugranskarin Tycho Brahe so syndarliga fór av døgum.

Jú, undir himlinum hevur ein og hvør lutur sína tíð, sum Prædikarin sigur.