Ebba Hentze heiðrað

Eingin føroyingur hevur arbeitt meiri við at gera føroyskar bókmentir kendar uttanlands enn Ebba Hentze. Mentamálastýrið hevur heiðrað Ebbu Hentze við sømdargávu sum eina viðurkenning fyri týdningin, hon hevur fyri føroyska mentan og list


 

Hon hevur altíð arbeitt fyri at gera føroyskar bókmentir kendar uttan fyri Føroyar, hevur týtt nógv stór føroysk verk til danskt, sjálv funnið áhugað forløg at gevi týðingar út, umframt týtt eina ørgrynnu av enskum, týskum, svenskum og norskum bókum til danskt. Seinasta verkið, hon hevur týtt úr føroyskum, er skaldsøgan hjá Oddvør Johansen, Í morgin er aftur ein dagur, ið er innstillað til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina. Millum avrikini teljast eisini fleiri barnabøkur, hon hevur skrivað. Nakað av tí mest hugtakandi og besta, ið er skrivað á donskum og føroyskum - bøkurnar um Antoniu.

Og loksins fær hon eitt herðaklapp. Í síðstu viku heiðraði landsstýrismaðurin í mentamálum, Tórbjørn Jacobsen, Ebbu Hentze við serstakari sømdargávu frá Mentamálastýrinum. Skipað varð í hesum sambandi fyri móttøku í Tinganesi, har landsstýrismaðurin í mentamálum, handaði henni heiðursbræv og sømdargávu. Í tøkum tíma, vilja nógv vera við, tí Ebba Hentze er ikki von at fáa herðaklapp í Føroyum.

Í heiðursbrævinum verður sagt, at sømdargávan verður latin í takksemi fyri hennara bókmentaligu avrik sum rithøvundur og sum týðari og sum ein viðurkenning av tí stóra týdningi, sum Ebba Hentze í virksemi sínum hevur havt fyri føroyska mentan og list eins og fyri føroyskar yrkjarar og rithøvundar.

- Eg eri ógvuliga glað fyri heiðursbrævið, sum er eitt herðaklapp fyri arbeiðið eg geri. Vit høvdu ein ógvuliga góðan dag, og nógv góð orð vórðu søgd, sigur Ebba Hentze í stuttari viðmerking.

Sum ung fór Ebba Hentze av landinum, og heimkomin aftur tók hon upp aftur bókmentaliga starv sítt. Millum annað hetta nam Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, við í røðu síni fyri Ebbu Hentze á móttøkuni.

- Tú fall væl til í heimlandinum aftur, og skjótt gjørdist tú ein eyðkendur partur av miðbýarmyndini - eitt sindur mystisk og loyndarfull, ein spennandi persónur, sum setti fantasiin í sving hjá Havnarfólki. Tú vann tær skjótt virðing millum tey, sum komu at kenna teg, fyri tína stóru vitan um samfelag, mentan og list, tín bókmentakunnleika og títt hvassa intellekt. Men við hvørt man tað hava verið trongt fyri andanum og so leitaði tú út í Verðina fyri at fáa luft. Eg vóni, at tú framvegis fer at vera

virkin innan tað øki, har tú hevur virkað alt títt lív, til gleði og gagn fyri øll, sum lesa bøkur og sum eru góðar við bókmentir.