Meinhard Jensen
Wonder Boys varð undansýndur í Keypmannahavn mentanarnáttina, sum var í oktober. Hann gekk ikki, fyrr enn klokkan var farin av midnátt, men eg visti, at nýggi Bob Dylan sangurin var á ljóðsporinum, og at leikstjórin, Curtis Hanson, eisini stóð aftanfyri L.A. Confidential, so tað kundi verið stríðið vert.
Wonder Boys kundi ljóðað sum eitt væltrimmað dansilið, men tað er heldur tvørturímóti. Heitið, Wonder Boys, talar um dreingir, sum undrast ella eru at undrast á. Filmurin snýr seg um tey, sum skriva bøkur, lesa bøkur og geva bøkur út og umhvørvið, sum fylgir við.
Søga og tema
Michael Douglas er í høvuðsleiklutinum sum Grady Tripp. Hann er ein miðaldrandi ensktlærari, sum hevur ein rotnan dag. Konan er rýmd frá honum, frillan er við barn, og hann ger seg óvart og óbeinleiðis inn á ognir hjá manni hennara. Fyri sjey árum síðan skrivaði hann ein bestseljara, men fær ikki givið útaftur. Hann er uppi á fleiri enn tveytúsund síðum, sum ikki vilja hanga saman. Og henda sama dagin kemur forleggjarin til býin og vil síggja úrslit.
Filmurin byrjar við, at Grady Tripp er í tíma, og tað eru bara tvey, sum síggja út til at hava hug á bókmentunum, og tey bæði eru ikki tey best dámdu. Um kvøldið er bókastevna á skúlanum. Aftaná stevnuna er veitsla heima hjá skúlastjóranum, sum eisini er frillan hjá Grady. James, bókmentadrongurin í flokkinum (Tobey Maguire), troppar upp. Hann og lærarin koma út fyri eini kreppu og fáa okkurt at krógva, bæði fyri skúlastjóranum, manni hennara og løgregluni. Og teir gerast vinir.
Her byrjar veruliga søgan í filminum, sum er sambandið millum lærara og næming; uppsteðgaða høvundan og unga úrmælingin. Báðir hava okkurt, sum hin kundi hugsað sær, og hvørgin er serliga glaður fyri sítt egna.
Bond
Bandið millum Grady og James kann sigast at vera kjarnin í søguni, men søgan spinnur eina heila nót av sambondum millum persónar. Millum reglurnar fata vit, at persónarnir hava mist okkurt á vegnum. Sum heild er ein djúpur undirtóni av einsemi, ið undirbyggir leitanina hjá persónunum.
Sum ein rættur rithøvundur fær Grady epileptisk anføll og sær sjónir. Sjónirnar hava við lívið hjá sær at gera. Einaferð svímar hann undir eini standmynd av Mariu, og andlit hennara umbroytist til mammu hansara. Hetta gevur okkum innlit í sálina hjá honum.
Universið í filminum er ógvuliga postmodernistiskt. Persónarnir kenna ikki seg sjálvar, og onkur ivast í, hvat kyn hann er. Fólkini knýta seg bara til onkran, og fyri tað mesta sær tað út til at vera úttrykk fyri sakn og hjálparloysi. Onkur kundi havt hug at funnist at endanum á filminum, men sæð í hesum ljósi hevði tað næstan verið synd at latið tað endað øðrvísi.
Hetta rótloysið er ein drift hjá tí skrivandi, sum vil gera eina søgu, sum er betri enn lívið, og kanska vinna sær ein identitet.
Botnurin
Filmurin hevur dám sum ein tungur bluesari. Tað gongur illa hjá flestu persónum, og fleiri draga stóra skyld oman yvir seg. Men tað er altíð sagt við einum smíli, sum ger filmin stuttligan. T.d. tá ein hundur doyr, sum annars bara fólk sleppur at doyggja í filmum, og verður krógvaður í bagasjurúminum í einum bili. Hundurin umboðar alt tað, sum persónarnir hava at krógva hvør fyri øðrum og gerst bókstavliga eitt lík í lastini. Tað er sjáldsamt at ein deyður hundur kann fáa so sigandi leiklut í einum filmi.
Besta senan er, tá Grady kemur heim seint um kvøldið aftaná ein kiksaðan dag. Húsið er hertikið av einum balli, og tað er ongastaðni, hann fær hvílt seg. Not Dark Yet hjá Bob Dylan spælir undir, og tað fullfíggjar dámin. Michael fer út um, út í regnið, at ringja til fólk í vónleysari roynd at finna eitt heim í verðini. Og Dylan syngur ?It?s not dark yet / But it?s getting there.?
Leikarar
Frances McDormand er skúlastjórin í filminum. Hon vann ein Oscar fyri at spæla løgreglukvinna við barn í Fargo. Í hesum filminum hevur leiklutur hennara ikki so nógv kjøt á, at hon fær útviklað nakað stórt.
Tobey Maguire er kendur frá Cider House Rules, Pleasantville, The Ice Storm og Everyone Says I Love You. Hann hevur útviklað seg meir og minni til karakterleikara. Í øllum filmunum, sum eru nevndir, hevur hann foreldratrupulleikar, tykist álvarsamur og einsligur og tosar rættiliga róliga og gjøgnumhugsað. Hetta er helst hansara, og tað riggar væl. Men hann er ungur enn, og tað er vanligt fyribrigdi, at sjónleikarar ræðast at falla ov nógv í karakter og tí reagera ímóti. Stundum hepnast tað væl, stundum ikki.
Í Falling Down byrjar Michael Douglas ein truplan dag í trafikkproppi og irriterast av eini flugu. Hetta vindur upp á seg, og hann endar við at sorla lívið hjá sær sundur og drepa fólk. Í tí filminum sást, hvussu ein dagur kann pilka persónsmenskuna niður. Í hesum filminum hevur hann aftur ein ringan dag, men fær høvi at búnast.
Michael Douglas er ikki altíð góður, og leiklutirnir eru ikki altíð so spennandi. Hesaferð hevur hann nýggjar uppgávur og hevur neyvan verið betri.
Nýggi Bob Dylan sangurin í filminum eitur Things Have Changed. Hann er frá upptøkunum til 1997 útgávuna Time Out of Mind, men er fyrstu ferð givin út í sambandi við hendan filmin.










