Hugsjónin hevur drivið verkið

Lívslagna: ?Eg havi ongantíð ivast í, hvar eg hoyri heima, sigur tvøramaðurin, Dánjal av Rana, sum fylti 75 ár fyri stuttum. Sum fakfelagsmaður og býráðslimur í nógv ár, og við eini ørgrynnu av øðrum álitisstørvum, hevur hann sett síni fingramerki, har hann hevur verið

 

Áki Bertholdsen

Hann kallar seg sjálvan hugsjónarmann. Og tað hevur hann verið, síðani hann var blaðungur. Í hvussu so er sigur hann, at hann hevur ongantíð ivast í, hvar hann hoyrdi heima.

Maðurin er Dánjal av Rana av Tvøroyri, sum fylti 75 ár beint fyri jól.

Hann hevur havt eitt langt og virkið lív við nógvum álitisstørvum, eisini politiskum álitisstørvum.

Nú, hann er komin upp í árini, og tað mesta er farið afturum, er hann framvegis virkin á nógvum økjum, tó at tað mesta er lagt á hyllina.

Tað mest í heimbýnum, Tvøroryi, at Dánjal av Rana hevur verið virkin. Hann hevur verið býráðslimur á Tvøroyri í 24 ár, harav býráðsformaður í átta ár. Hann var formaður í Arbeiðsmannafelagnum, Fylking, í 15 ár, men áðrenn tað, hevði hann verið nevndarlimur í Fylking í níggju ár ár. Hann var formaður í Javnaðarfelagnum á Tvøroyri eini 30 ár. Og sum býráðslimur, var hann eisini umboðsnevndarlimur hjá SEV í 20 ár, næstformaður í Kommunufelagnum 23 ár, umframt mong onnur álitisstørv.

So Dánjal av Rana verður ikki lættur at sleppa uttanum, táið Tvøroyrar søga hesa seinastu hálvu øldina skal skrivast...

?Øll hesi árini, eg havi verið virkin á nógvum ymsum økjum, hevur tað verið hugsjónin, sum hevur drivið verkið, sigur hann.

Ávirkaður óviti

Dánjal av Rana sigur, at tað var longu í óvitaárunum, at spírin til tað sosialistisku hugsjónina var gróðursettur í hansara sinni.

Barnaheim hansara stóð beint við portrið til gøtuna, sum fólk gingu eftir ímillum Tvøroyri og tær báðar bygdirnar norðanfyri, Hvalba og Sandvík.

? Líka frá tí, at eg var so frægur, plagdi eg at eygleiða sandvíkingar og hvalbingar koma gangandi framvið húsum okkara antin á veg til skips, ella á á veg heimaftur eftir loknan túr.

Petur Karl, pápi Dánjal, arbeiddi í smiðjuni hjá Mortensen.

Hetta var í teirri tíðini, tá ið øgiliga rembingar vóru, ikki minst á fakfelagsliga økinum. Landsins fyrsta fakfelag, Enigheden, varð sett á stovn á Tvøroyri í 1915. Seinni fekk felagið navnið Arbeiðsmannafelagið Fylking.

Mótstøðan ímóti fakfelagnum var stór og mangan leikaði tað hart á.

? Hetta var í teirri tíðini, tá ið fólk ikki so frægt sum fingu lønina útgoldnað í pengum. Tað, sum hvør arbeiðsmaður og handverkari átti til góðar, varð skrivað upp í kontrabók í handlinum hjá Mortensen og so kundu løntakararnir keypa vørur fyri pengarnar. Og arbeiðsdagarnir vóru langir, 12 tímar hvønn dag, seks dagar um vikuna, so arbeiðsvikan var heilar 72 tímar, ella næstan tvær ferðir so langar sum nú. Teir høvdu bara frí sunnudag.

Dánjal av Rana minnist ikki so væl stríðið, sum fakfelagið hevði fyri at fáa lønina útgoldnað í reiðum peningi, men pápi hansara var virkin í tí striðnum, so tað bleiv nógv tosað um hesi viðurskiftini í barnaheiminum. Hetta var eitt sera hart stríð, men at enda máttu arbeiðsgevararnir boyggja seg, og í 1934 kom kontanturin til Tvøroyrar, tvs, at arbeiðsfólkið fekk lønina útgoldnað í reiðum peningi og ikki í vørum.

? Vit vóru 13 fólk í húsi.Vit vóru 10 systkin, bæði foreldrini og ein omma í húsi. Og tað var bara tann eina lønin at forsyrgja øllum, so eg fati ikki, hvussu tey kláraðu tað. Tað var ikki so nógv at keypa, men eg minnist, at leygardagar koyrdi Mortensen handilin vørur út til fólk. Tað, er minnist serliga væl, var lukturin av nýbakaðum rugbreyði, tí leygardagur var einasti dagur, at breyð varð keypt. Annars varð alt bakað heima.

Hann sigur, at virkið hjá Mortensen var tað stóra álitið á Tvøroyri tá. Ti var tað ein øgiligur skelkur, sum fór ígjøgnum alt lokalsamfelagið, tá ið tað fór á heysin í 1935, sum ein avleiðing av kreppuni í trýatiárunum, og tað mesta fólkið, bæði á sjógvi og landi, misti arbeiðið.

Tíbetur var brúk fyri smiði í kolanámunum í Rangabotni og har fekk pápi mín arbeiði, so hann gekk næstan ikki arbeiðsleysur.

?Avleiðingin av hesum húsaganginum var, at javnaðarmenninir á Tvøroyri fóru til verka ,við Petur Mohr Dam, borgarstjóra, á odda, saman við kommununi og fakfeløgum, fyri at vita, hvat kundi gerast.

? Tað endaði við, at virksemið hjá Mortensen varð keypt og virksemið kom nú ígongd aftur undir navninum Arbejdernes Trawlerdrift, vanliga nevnt AT.

? AT keypti eisini trolaran Leivur Øssurson og í árunum aftaná skapti tað ómetaliga nógv arbeiði á Tvøroyri.

? Tað varð prentað niður í okkum, at nú var tann gamla tíðin farin. Men úr toftunum á henni, skuldi tann nýggja tíðin rísa, har í fólkið sjálvt skuldi eiga framleiðslutólini, og haðani skuldi so vælferðin koma.

Dánjal Av Rana sigur, at allastaðni varð tosað um húsagangin hjá Mortensen og tað nýggja AT. Hann sigur, at hetta hevði so stóra ávirkan á seg, at longu tá varð sosialistiska hugsjónin fest.

?Og hesa sosialistisku hugsjónina havi eg hildið fast við líka síðani, hóast eg tá bara var óviti og fyri meg hevur tað altíð verið sjálvsagt, at fólkið skal sjálvt eiga framleiðslutólini. Hann sigur, at søgan hevði prógvað, at hetta var einasti útvegur hjá verkamannastættini.

? Eg havi upplivað tríggjar kreppur, tað í tríatiárunum, tað í fimtiárunum og tað í nítiárunum. Í øllum trimum førum vóru tað peningastovnarnir , sum fóru fyrst.

? Tað vóru ikki almennar fyritøkar, sum fóru á heysin. Tað vóru privatar fyritøkur, sum fóru, við neyð og armóð í kjalarvørrinum.

Skal stuðla vinnulívinum

Annar er Dánjal av Rana fullvísur í at tað rætt av fakfeløgum og kommununi, tvs, skattaborgarunum, at seta pening í vinnulívið.

?Kommunan skal seta so frægt av pengum í vinnulívið, at tað skal verða nóg sterkt til at taka bæði eitt, tvey og trý fíggjarlig bakkast.

? Eg havi sjálvir upplivað ta neyðina, ið stendst av, at privata vinnulívið ferð fyri bakka og tað var ein syrgilig tíð. Tí haldi eg, at tað er rætt, at kommunur seta pening í vinnulívið og stuðla tí, so at tað ikki ferð, hóast tað koma fíggjarlig bakkast.

Hann sigur eisini, at tann peningur, sum Tvøroyrar Kommuna hevur sett í vinnulívið, hevur hon fingið fleirfalt aftur.

Hann nevnir trolaran Rankan, sum dømi.

? Hesi seinastu árini hevur kommunan lagt 14 milliónir á borðið fyri Rankan. Hesi árini hevur hann fiskað 30.000 tons, sum eru avreidd á Tvøroyri. Hesi tonsini hava givið 60 milliónir í arbeiðsløn, umframt 70 milliónir í hýrum. Sostatt er talan um 130 milliónir, sum næstan allar samlar eru endaðar á Tvøroyri.

? Serfrøðingarnar siga, at skalt tú finna allar ringvirkningarnar, sum ein slík fyritøka hevur, skal hvør króna faldast við fýra. Sostatt hevur Rankin kastað eina hálva milliard av sær til Tvøroyrar, hesi seinastu 18 árini.

? So kann ein og hvør spyrja seg sjálvn, um tað var rætt ella skeivt, um tað var til skaða ella til gagn, at komman setti tær 14 milliónirnar í Rankan, sigur Dánjal av Rana.

Hann sigur, at tað er sama søgan við øllum hinum fyritøkunum, sum kommunan hevur sett pening í.

Úr kolaminuni á royndarstøð

Tá ið Dánjal av Rana var 14 ára gamal, fór hann úr skúlanum sum tey flestu onnur. Hann fór at arbeiða í kolinum, men har var hann ikki leingi, tí 17 ára gamal fór hann í 1943 á royndarstøðina á Sandi at arbeiða.

? Á Royndarstøðini dámdi mær ómetaliga væl, tí har var fult av krýatúrum, bæði seyður, neyt, ross, og grísar og harafturat vórðu royndir gjørdar at dyrka ymisk sløg av grasi og grønmeti.

Men har var hann ikki leingi, tí longu sama árið fekk hann tuberklar og nýggjáraftan hetta sama árið varð hann fluttur á Landssjúkrahúsið, har hann varð lagdur undir skurð fyri bruna, sum hann hevði fingið av tuberklunum.

? Eg lá á sjúkrahúsinum í hálvan triðja mánaða. Tað ljóðar løgið, men hetta var ein rík tíð. Politiskt var alt á gosi í Føroyum tá og tað allastaðni var lívligt og hart kjak, eisini á sjúkrahúsinum. Eg eygleiddi alt, sum fór fram og eg haldi, at eg búnaðist nógv hesa tíðina.

Hann hevði ongantíð hug til sjógvin, men hann hevur kortini pissað í saltvatn, tí hann var eitt hálvt ár undir Íslandi við Westward Ho í 1946.

Síðani hevur hann arbeitt á landi, mest sum maskinførari í sambandi við vegagerðir, bátahyl, uppfyllingar, húsabygging o.s.fr.

Eitt nú er hann ikki sørt errin av, at hann fekk heiðurin av at leggja fyrsta steinin í stykkið, sum Tvøroyrar Flakavirkið varð bygt á.

Men í 1977 fór hann at standa fyri løngjaldsstovuni hjá Fylking og tað arbeiðið røkti hann, til løngjaldsstovan stongdi í 1997. Samstundis gavst hann við vanligum lønandi arbeiði.

Uppí politikk

Dánjal av Rana sigur, at í hansara unglinga og fyrstu mandómsárum, var ikki gjørt nógv burturúr tí politiska felagsarbeiðnum.

Men hann heldur, at tann leikluturin, sum sosialisman hevði havt eftir húsagangirnar á Tvøroyri í tríatiárunum gjørdi, at fólkið fylktist um javnaðarflokkin.

Tað var heldur ongin ivi í hugaheiminum hjá honum, at tað var har, hann hoyrdi heima.

Og einaferð í 1951 varð Dánjal av Rana á fundi í javnaðarfelagnum á Tvøroyri og har varð hann valdur í nevnd.

? Eg var tá 25 ára gamal og øll hini í nevndini vóru eldri fólk, so eg var nógv yngstur.

Í 1970 bleiv hann formaður í javnaðarfelagnum, har hann sat til 1983. Sostatt var í nevndini í gott 30 ár.

Hann sigur, at síðsta valið, ið hann skipaði fyri sum formaður í javnaðarfelagnum á Tvøroyri, var býráðsvalið í 1980 og tá fekk javnaðarflokkurin 738 atkvøður á Tvøroyri, og fimm býráðslimir av sjey.

Í 1976 varð hann sjálvur valdur inn í býráðið fyrstu ferð, tá fekk hann 26 atkvøður. Á valinum í 1980 fekk hann 109 atkvøður, í 1984 fekk hann 148 og í 1988, sum var hansara besta val, fekk hann 195 atkvøður. Síðani gekk afturá, í 1992 fekk hann 89 atkvøður, í 1996 fekk hann 65. Og á valinum í november, fekk hann ikki meiri enn 25 atkvøður, og fall.

Tað skerst ikki burtur, at hesi árini í býráðnum kom Dánjal av Rana í stríð við ein part av javnaðarflokkinum á Tvøroyri, eitt stríð, sum stakk so djúpt, at tað endaði við, at javnaðarfelagið á Tvøroyri fór í tvíningar.

? Tá ið eg kom í býráðið, legði eg stóran dent á, at vit skulu liva upp til tað álit, sum veljarin hevði víst flokkinum. Eg ivaðist ikki í, at flokkurin fór at verða vigaður og dømdur eftir tí hann avrikaði á Tvøroyri, gott ella ringt.

? Men tá ið vit høvdu sitið tað fyrsta valskeiðið, mátti eg ásanna, at eg var ikki nøgdur við tann førda fíggjarpolitikkin.

? Kommunan hevði eina skuld uppá millum tríggjar og fýra álíkningar og harumframt veðhelt kommunan fyri einar 27 milliónir, sum kanska var hálvonnur álíkning afturat.

? Eg fór so at tosa ímóti tí førda fíggjarpolitikkinum. Men hevði eg vitað, at tað bleiv so illa móttikið, er tað spurningurin um eg hevði talað, tí eg meinti bara tað bestafyri flokkin.

Uttan at fara í smálutir, endaði hendan ósemjan við, at javnaðarflokkurin stillaði upp í tveimum á kommunuvalinum í 1984. Royndir vórðu eisini gjørdar at koyra meg úr javnaðarfelagnum á Tvøroyri og at noyða meg til at víkja sætið í býráðnum, men tað miseydnaðist. Tá ið atkvøtt varð, vóru 83 atkvøður fyri at koyra meg úr felagnum og 83 vóru ímóti. Sostatt fall uppskotið at koyra meg úr felagnum, tí tað var ikki meiriluti fyri tí. Avleiðingi n av tí var, at tey, sum vildu hava meg úr, fóru sjálvi úr felagnum og stovnaðu eitt nýtt javnaðarfelag...

Dánjal av Rana leggur tó dent á, at kommunan hevur ikki bara skuld. Hon hevur eisini fleiri ognir enn kanska nøkur onnur kommuna í landinum.

Eitt nú nevnir hann fleiri bygningar niðri á keiini, bedingina og Skipasmiðjuna, Heilsøluna á Hvítanesi, trolaran Rankan, saltgoymsluna á Drelnesi, hvat hon so kann brúkast til, umframt aðrar ognir.

? Hetta eru tað mesta ognir, sum vinnulívið í býnum brúkar og hevur gagn av. Harafturat eigur kommunan eisini eina stóra, góða ítróttarhøll inni í Trongisvági.

Ein av bygningunum, sum kommunan eigur, er Ísvirkið og tað hevur eina serliga støðu.

? Ísvirkið er ein stoltleiki hjá tvørafólki. Tað varð bygt longu í 1928 og 29. Teir, sum bygdu tað, gjørdu tað fyri onga løn, tí teir vildu á henda hátt stuðla tí nýggja vinnuháttinum, sum tað tá var, at bátarnir fóru frá saltfiski til ísfisk.

? Men í 1955 læt konmmunan Ísvirkið sum partapening í eitt flakavirkið, sum ætlanin var at byggja. Hetta flakavirkið gekk so illa, at tað fór á heysin og tá misti kommunan Ísvirkið, men tað eydnaðist at fáa fatur á tí aftur.

? Tá ið flakavirkið fór á húsagang, keypti Niels J. Mortensen Ísvirkið. Men seinni varð nýtt flakavirkið bygt og í 1977 bjóðaði hann tí nýggja flakavirkinum Ísvirkið til keyps. Tá ið flakavirkið kom í fíggjarligar trupulleikar, keypti kommunan Ísvirkið aftur, fyri at útvega flakavirkinum meiri pening. Gjørdu vit ikki tað, hevði Fiskavirking átt Ísvirkið í dag, sigur Dánjal av Rana.

Hann dylir heldur ikki fyri, at tað pínir hann, at landsstýrið framdi eina ógerð ímóti kommununa tá ið skúlin og ítróttarhøllin vórðu bygt.

? Kommunan fekk bara sjey milliónir í stuðuli frá landinum til at byggja skúlan, men hon átti at fáa 18 milliónir, tað hevur kostað kommununi dýrt, ikki minst í rentum.

Hann heldur, at hesa ógerðina kann landið gera góða aftur nú við at keypa skúlan til studentaskúla í Suðuroynni, heldur enn at byggja ein nýggjan í Vági fyri yvir 20 milliónir, sum ætlanin er, tí í skúlanum í Trongisvági eru allir hugsandi hentleikar til studentaskúla.

Nú er so Dánjal av Rana pensjóneraður, burtursæð frá nevndarsessinum í onkrum av kommunalu fyritøkunum. Hvat fer hann at fáa tíðina at ganga við?

? Eg havi 300.000 fermetrar rundanum húsini at flyta meg á. Sonur mín eigur fjórðingin av Tvøroyri, flennur Dánjal, so rásarrúmið er stórt. Her er frísk luft og nokk at eta. Eg vildi onga aðrastaðni verið, tí her eru tað góðir møguleikar fyri, at míni eftirlønarár kunnu gerast líka rík sum míni virkisár, sigur Dánjal av Rana.