Føroya Arbeiðarafelag
Tórshavn, hin 9. januar 2001
Sum kunnugt hevur Føroya Arbeiðarafelag umboðandi dagrøktarar skrivað undir sáttmála við Kollafjarðar Kommunu, Sjóvar Kommunu, Hósvíkar Kommunu, Fuglafjarðar Kommunu, Runavíkar Kommunu, Vágs Kommunu, Tvøroyrar Kommunu umframt við Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag umboðandi 21 kommunum.
Talan er um vanligar sáttmálasamráðingar, har roynt hevur verið at fingið ávísar lønarhækkingar framdar fyri ein starvsbólk sum frammanundan er ein hin lægstlønti í landinum, hóast hesin løntakarabólkur skal taka sær av týdningarmesta tilfangi okkara, nevniliga teimum børnum sum vaksa upp í samfelag okkara.
Hesar samráðingar hava verið førdar á vanligan hátt, har partarnir hvør í sínum lagi hava ført fram sjónarmið síni, og partarnir hava síðani funnið fram til semju, soleiðis at sáttmáli var undirskrivaður í hvørjum einstakum føri.
Lønin hjá dagrøktarum
Nógv hevur verið tosað um lønina hjá dagrøktarunum, men ikki øll geva sær fær um, at tá kommunurnar tosa um »løn«, so leggja teir vanliga lønina saman við endurgjaldinum fyri beinleiðis útreiðslurnar, sum dagrøktararnir hava í sambandi við keyp av mati, mjólk, leiku umframt økta el- og oljunýtslu og slit av heiminum, har børnini verða ansaði.
Útrokningar okkara hava víst, at í flest øllum kommunum hava dagrøktararnir (dagrøktarmammurnar) havt eina mánaðarløn, sum hevur ligið millum kr. 8.000,00-9.000,00 fyri ansing av 5 børnum ella meira í upp til 10-11 tímar um dagin.
Veruliga tímalønin hjá dagrøktarum í flest øllum kommunum hevur tí ligið um kr. 30,00-50,00 kr.
Tann sokallaði 1/3 sum kommunurnar hava tosað um, hevur einki við løn at gera, tí dagrøktararnir hava nágreiniliga útroknað, at beinleiðis útreiðslur teirra liggja omanfyri hendan 1/3 sum útgoldin verður sum endurgjald fyri hesar beinleiðis útreiðslur, og hetta hava myndugleikarnir eisini viðurkent.
Lønin hjá dagrøktarunum hevur sostatt, áðrenn Føroya Arbeiðarafelag gjørdi sáttmála við avvarðandi kommunur, bert verið sløk helvt av vanligu sáttmálalønini hjá ófaklærdum arbeiðsfólki í Føroyum.
Lønardeildin brúkar ósakliga málsviðgerð í royndum sínum at forða dagrøktarunum í at fáa eina rímiliga løn.
Fyrsti sáttmálin sum Føroya Arbeiðarafelag gjørdi var við Kollafjarða Kommunu, har dagrøktararnir høvdu ynskt at hava eins løn uttan mun til, hvussu aldursbýtið var á teimum børnum, sum dagrøktarar skuldu hava í dagrøkt.
Kollafjarðar Kommuna sendi Fíggjarmálastýrinum nevnda sáttmála til góðkenningar, og einasta viðmerkingin sum Karsten Hansen, landsstýrismaður og leiðarin á lønardeildini høvdu var, at teir mettu, at tað var óheppið, at 1. mai er fastur frídagur hjá dagrøktarum (dagrøktarmammum), tá hesin dagur ikki er fastur frídagur hjá øðrum sum starvast innan barnaansing.
Hetta skriv frá Fíggjarmálastýrinum er dagfest 28.09.00.
Eftir at Føroya Arbeiðarafelag hevði gjørt sáttmála við Hósvíkar Kommunu um sáttmála fyri dag-røktarar, sendi kommunan sáttmálan til Fíggjarmálastýrið til góðkenningar, og við skrivi dagfest 31.10.00 skriva Karsten Hansen, landsstýrismaður og leiðarin á lønardeildini kommununi bræv, har teir ikki bert leggja seg út í ásetingina um, at 1. mai skal vera fastur frídagur, men eisini leggja seg út í hvussu Føroya Arbeiðarafelag og Hósvíkar Kommuna hava avtalað lønarskipanina hjá dagrøktarunum.
Eisini leggur Fíggjarmálastýrið seg út í ásetingina um, at børnini skulu hava matpakka og skiftiklæðir við, umframt ásetingarnar í sáttmálanum um, nær børnini skulu verða heintaði, tá tey eru í dagrøkt 1/2 tíð.
Landsstýrismaðurin gleiðarin á lønardeildini viðmerkja í hesum sambandi:
»Hetta eigur at verða ásett í reglugerð fyri dagrøktina, sum dagrøktarskipanin skipar fyri«
Her roynir Fíggjarmálastýrið at forða dagrøktarunum í at fáa greiðar reglur um, hvat børnini skulu hava við í dagrøkt og nær dagrøktarin kann vænta, at børnini verða avheintaði, tá tey eru 1/2 tíð í dagrøkt.
Vit skulu harðliga átala, at almennur myndugleiki leggur seg út í slíkar spurningar, og nærum roynir at tvinga fakfelag og løntakara at góðtaka at arbeiðsgevaraparturin einsæris skal áseta slíkar reglur, sum beinleiðis koma at ávirka arbeiðsumstøðurnar hjá dagrøktarunum.
Fíggjarmálastýrið endar hetta skriv sítt soleiðis:
»Sáttmálin verður góðkendur við teirri treyt, at omanfyri nevnda verða rættað næstu ferð sáttmálin verður gjørdur«.
Føroya Arbeiðarafelag gjørdi einaferð í heyst sáttmálar við Fuglafjarðar Kommunu, Runavíkar Kommunu, Tvøroyrar Kommunu og Vágs Kommunu.
Vit hava enn ikki fingiað nakra formliga fráboðan um, hvørt Fíggjarmálastýrið eisini hevur lagt seg út í hesar sáttmálar.
Í november 2000 gjørdi Føroya Arbeiðarafelag sáttmála við Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag viðvíkjandi lønar- og starvssetanarviðurskiftunum hjá dagrøktarunum í 21 kommunum.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið sendi Fíggjarmálastýrinum nevnda sáttmála til góðkenningar og vit hava seinni fingið avrit av skrivi dagfest 07.12.00 frá lønardeildini hjá Fíggjarmálastýrinum til Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag.
Hetta skriv er bert undirskrivað av einum fulltrúa, sum starvast á lønardeildini og ikki av landsstýrismanninum ella leiðaranum á lønardeildini.
Hetta skriv er ein beinleiðis provokatión móti okkum sum fakfelag, og dagrøktarunum sum løntakarar.
Nú fer lønardeildin inn og leggur seg út í hvussu lønarskipanin er og m.a. verður heitt á kommunala Arbeiðsgevarafelagið um at rætta ásetingarnar um løn, soleiðis at lønin fyri 1 barn verður 20% av lønini á avvarðandi lønarstigi og ikki 21.25%, sum ásett er í sáttmálanum.
Her krevur lønardeildin at avtalaða lønin sum er kr. 2.937,37 fyri hvørt barnið pr. mánaða verður sett niður til kr. 2.773,67 fyri hvørt barnið pr. mánaða.
Her er talan um so greiða ósakliga málsviðgerð, at Føroya Arbeiðarafelag ikki ætlar at lata hetta fara aftur við borðinum, men um neyðugt ætla vit at fara í rættin fyri at fáa staðfest, at Fíggjarmálastýrið her er farið út um heimildir sínar.
Ikki nokk við at lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum her roynir at forða dagrøktarunum í at fáa eina rímiliga lønarhækking, men við hesum skrivi leggur lønardeildin seg eisini út í avtaluna um at 1. mai skal verða fastur frídagur og enntá fer lønardeildin so langt, at hon noktar dagrøktarunum at fáa partvísa løn undir sjúku, soleiðis at hendan løn saman við dagpeninginum kann tryggja dagrøktarunum, soleiðis at hesir ikki missa løn, um teir gerast sjúkir.
Lønardeildin tykist at vassa longur og longur út í royndum sínum at forða dagrøktarunum í at fáa rímiliga løn, tí skrivið dagfest 07.12.00 til Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag endar soleiðis:
»Sáttmálin verður góðkendur við tí treyt (okkara undirstriking) at omanfyri nevndu rættingar verða gjørdar«.
Vert er at býta merki í at dagrøktararnir í Tórshavnar Kommunu í áravís hava havt eina løn sum er ávíkavist 20% og 25% av lønini á ávísum lønarstigi, og lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum hevur okkum vitandi uttan viðmerkingar góðkent sáttmálan sum galdandi er í Havn.
Lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum ger mismun á løntakarum
Tað er ein meginregla í allari fyrisiting, at borgarar landsins skulu viðgerast eins, og tí er her talan um klárt brot á vanligu fyrisitingarligu grundregluna sum lønardeildin hevur framt, nú tey nokta góðkenning av lønarskipan í sáttmála, sum Føroya Arbeiðarafelag hevur gjørt, hóast lønardeildin áður hevur góðkent meinlíka lønarskipan hjá øðrum fakfelag.
Ikki bert fremur lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum groft brot á vanligar fyrisitingarligar reglur, men vit hava við hesum eisini staðfest, at lønardeildin miðvíst tykist at forða Føroya Arebiðarafelag í at fáa limum felagsins rímiliga lønar- og setanartreytir, og hetta fara vit sjálvsagt als ikki at góðtaka.
Karsten Hansen svarar ikki skrivum okkara
Føroya Arbeiðarafelag hevur við skrivi dagfest 20.12.00 skrivað Karsten Hansen, landsstýrismanni bræv, har vit vísa á frammanfyri nevndu viðurskifti og har vit biðja um eina nærri frágreiðing frá landsstýrismanninum persónliga.
Einasta svar sum vit hava fingið er frá lønardeildini, har sami fulltrúi, sum hevur skrivað upprunaliga skrivið til Kommunala Arbeiðsgevarafelagið boðar frá, at landsstýrismaðurin er burturstaddur og ikki verður aftur til arbeiðis fyrr enn 1 vika er farin av januar mánaða 2001.
Vit hava sostatt framvegis einki frætt frá landsstýrismanninum, hóast talan er um álvarsmál, sum hóttir við at fáa sera óhepnar avleiðingar fyri meginpartin av dagrøktarunum í Føroyum og dagrøktarskipaninar sum heild.
Spurningurin um 1. mai sum frídag
Karsten Hansen, landsstýrismaður hevur sum nevnt frammanfyri boðað frá, at hann ikki kann góðtaka at dagrøktarar fáa 1. mai sum frídag, hóast allir aðrir limir okkara í áravís hava havt frí hendan altjóða arbeiðaradag.
Samskiftið innan samgonguna og innan Tjóðveldisflokkin tykist ikki at vera tað besta, tí so at siga samstundis hevur landsstýrismaðurin í Undirvísingar- og Mentamálum Torbjørn Jacobsen boðað frá, at ætlan hansara var at avtaka grundlógardagin sum fastan frídag hjá skúlunum og í staðin brúka 1. mai sum fastan frídag.
Sjónarmiðini hjá landsstýrismanninum í Fíggjarmálastýrinum fyri at forða dagrøktarunum í at hava frí 1. mai halda als ikki, og tykjast at byggja á somu ósakligu viðgerð, sum alt hetta mál hevur fingið í Fíggjarmálastýrinum.
Fíggjarmálastýrið góðtekur stóra lønarhækking hjá løgtingslimum, men unnar ikki vanliga løntakaranum nakrar krónur afturat í lønarposan.
Helst minnast allir føroyingar tað risastóru lønarhækking sum fyri fáum árum síðani varð latin løgtingslimum okkara.
Hendan lønarhækking var helst í krónum 10 ella 20 fald tað peningaupphædd sum dagrøktararnir eftir nýggja sáttmálanum skuldu hava í lønarhækking.
Hesi dømi vísa hvussu lítla virðing politiski myndugleikin, og her serliga Fíggjarmálastýrið hevur fyri vanliga løntakaranum.
Lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum roynir, sum frammanfyri nevnt av øllum alvi at forða dagrøktarunum, sum eru ein av lægstløntu løntakarabólkum okkara, at fáa nakrar krónur afturat í lønarhækking, meðan Fíggjarmálastýrið í veruleikanum einki hevur gjørt fyri at forða fyri teimum risa lønarhækkingum, sum politikarir okkara fyri fáum árum síðani hava latið sær sjávlum.
Hesin leikur hjá Fíggjarmálastýrinum hevur avdúkað, at eisini í Fíggjarmálastýrinum er tað góðkendur politikkur, at tey sum hava mest skulu fáa meira, meðan tey sum frammanundan hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman skulu tvingast at verða verandi á sama lága lønarstøði teirra.
Lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum sum góðkenningarmyndugleiki
Sum kunnugt er Fíggjarmálastýrið okkara størsti almenni arbeiðsgevari, og vit síggja undir hvørjum sáttmálasamráðingum, hvussu lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum roynir at forða fyri, at tey alment løntu fáa bøtt um lønar/ og starvssetanarviðurskifti síni.
Tað er tí sera óheppið, at sama lønardeild sum hjá Fíggjarmálastýrinum skal verða góðkenningarmyndugleiki, tá talan er um sáttmálar, sum m.a. felag okkara ger við kommunurnar, tí tað er bert arbeiðsgevarasjónarmið sum koma til sjóndar, tá lønardeildin skal viðgera og góðtaka slíkar sáttmálar. Talan er als ikki um sakliga fyrisitingarliga viðgerð, men ein ósaklig roynd at forða teimum, sum frammanundan hava lægstu lønirnar, at fáa eina rímuliga lønarhækking.
Tað er eisini ivasamt um talan her ikki er um brot á kommunala sjálvstýrið, soleiðis sum hetta er staðfest í grundlógini, tí við ásetingini um at allir sáttmálar skulu góðkennast av Fíggjarmálastýrinum er samráðingarheimildin í veruleikanum tikin frá kommununum, hóast tað eru kommunurnar, sum gjalda útreiðslurnar, sum standast av hesum sáttmálum.
Vit fara tí við hesum at heita á politiska myndugleikan um at taka stig til at lønardeildin ikki framyvir fær heimild at leggja seg út í sáttmálar, sum privatu fakfeløgini og kommunurnar gera um teir starvsbólkar sum limir eru í privatu fakfeløgunum.
Samandráttur
Samanumtikið kunnu vit vísa á, at lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum við landsstýrismanninum á odda miðvíst hevur roynt at forða fyri, at limirnir hjá Føroya Arbeiðarafelag hava fingið sømulig lønar- og setanarkor, men vit skulu gera púrasta greitt, at vit ikki fara at góðtaka slíkan ágang móti fakfelag okkara og limum felagsins.
Sum vit hava nevnt frammanfyri, so hava vit eisini staðfest beinleiðis brot á grundleggjandi fyrisitingarligar reglur um líka viðgerð av borgarum landsins, og tí hevur lønardeildin og Fíggjarmálastýrið so dyggiliga avdúkað seg sjálvan í hesari ótespiligu herferð móti felag okkara.
Felag okkara hevur stundum alment víst á tørvandi virðingina, sum bæði lønardeildin og landsstýrismaðurin hava víst mótvegis fakfeløgunum, og hetta kann sjálvsagt hugsast at vera ein av orsøkunum til tann ágang, sum Føroya Arebiðarafelag og limir okkara hevur verið fyri frá almennari síðu.
Vit vóna, at politisku flokkarnir duga at síggja hendan ágang sum framdur er, og at hesir flokkara taka stig til at forða fyri framhaldandi ágangi móti føroysku fakfelagsrørsluni.
Vit skulu gera Fíggjarmálastýrinum púrasta greitt, at vit fara ikki at bakka fyri hesum ágangi, og vit vilja hava staðfest tey løgfrøðiligu brotini, sum stýrið hevur framt á m.a. vanligar fyrisitingarligar reglur.