at fáa gjørdar tvær bøkur um tey rættindi og teir møguleikar, sum Føroyar og Grønland eiga sambært altjóða lóg. Onnur bókin lýsir hetta mál úr 10 sjónarhornum, og dygdin er so mikið góð, at eitt altjóða [...] kendar áður, og sum varpa nýtt ljós á hví vit standa har, vit standa í dag. Hallbera West og Maria Heinesen, sum hava savnað og skipað hesar søguligu keldur, hava gjørt slóðbrótandi arbeiði. Og keldurnar [...] við nøkrum. Tí endamálið var og er bara at leggja fram tilfar, sum áhugað fólk kunnu lesa, og søgu- og samfelagsfrøðingar kunnu greina - uttan fyrst at skula nýta mánaðir og ár í skjalasøvnum til at leita
fyrstan tíð og tí var gjørt av at taka alt úr høllini og gera hana heilt av nýggjum. Gólvið er tikið upp, og veggir og loft eru tikin niður. Rúmið til fimleikaamboðini er gjørt av nýggjum og eisini brúsurúmini [...] er gamal og niðurslitin verður umvældur frá grundini, og tað er av sonnum stórverk, sum farið er undir á Glyvrum. Tað er torført at fáa slík arbeiði frá hondini uttan at tað darvar frálæruni, og fyri at [...] hava arbeitt bæði skjótt og væl, og tað hevur gingið so skjótt, sum tað yvirhøvur kann ganga, sigur hann. Nær fóru teir til verka? Teir byrjaðu stutt áðrenn vit fóru í summarfrí, og teir verða so at siga
sunnudagin, og har taptu teir 1-0. Tað vóru ikki fleiri enn 998 áskoðarar og hugdu at, og veðrið var einki serligt. Stutt undan dystarbyrjan var heglingsælingur. Álopið hjá Herfølge var tannleyst, og tað var [...] stólpan, og so var javnt. 21 minuttir vóru farnir, tá Brøndby kom á odda, og aftur var talan um óvanliga vánaligt verjuspæl. Ole Bjur fekk bóltin mitt fyri, hann sneiddi fýra mótstøðumenn av sær, og í einum [...] Jákup Mikkelsen og teir í Herfølge høvdu vónað, at teir í teimum báðu fyrstu umførunum eftir vetrarsteðgin kundu fáa fulla úrtøku og harvið seks stig. Men soleiðis verður tað ikki. Herfølge var í Viborg
skorið og pakkað neytafjórðingar fyri bøndur í fimm ár, og neytini hava seinnu árini ligið millum 260 og 270 um árið. Sosialurin var inni á gólvinum hjá AG-Kjøti seinasta fríggjadag, tá tey skóru og pakkaðu [...] har hann nú aftur er í føstum starvi hjá Krás og hevur eini 10-12 fólk undir sær sum leiðari. Hann sigur, at mest er at skera við neytum um heystarnar og út í februar. - Tí hava heystini mangan verið rokalig [...] til flettingar og bøndrum, sum vilja hava síni neyt skorin og pakkað. Alberg sigur, at AG-Kjøt hevur fingið neyt at skera úr øllum landinum – ja, heilt úr Trøllanesi í norði, Bø í vestri og til Sumba í suðri
prísirnir á breyði og kornvørum, grønmeti og frukt, ið eru hækkaðir nógv. Grønmeti er vorðið góð 13 prosent dýrari hjá húsarhaldunum at keypa. Prísvøksturin á breyði og kornvørum er góð 10 prosent, meðan prísurin [...] bólkinum 'matur og drykkjuvørur'. Tað er prísurin á matvørum, prísurin á streymi og hækkandi rentur, sum geva størst íkast til prísvøksturin. Prísurin á brennievni til upphiting av býlum og flutning er hækkaður [...] ikki eru við. Stutt um brúkaraprístalið og inflasjón Inflasjón er, tá prísirnir á vørum og tænastum hækka yvir tíð. Brúkaraprístalið mátar prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá
nærdystirnar frá fyrsta bríksli, og føroyska liðið royndi at spæla bólt, tá møguleikin var til tað. Jónas Tór Næs og Erling Jacobsen stóðu seg væl sum vongverjar, og Christian Lamhauge Holst var snún [...] kanska. Gestirnir fingu skund og gjørdu ov skjótt av, og tað hevði fleiri mistøk við sær. Ikki tí, norðurírarnir høvdu fleiri møguleikar at javna og at leggja seg á odda, men føroyingarnir hóraðu undan [...] norðurírum serbretska mótstøðu, og tað dugdu gestirnir ikki at handfara. Við vælskipaðum verjuparti, stríðshuganum miðvølli, ágrýtnum framherja, nógvum longum bóltum og hóttandi mótálopum, eydnaðist
meg og okkum øll í húsinum. Takk fyri at tú vart hjá okkum í 10 ár og passaði meg tá, eg var lítil, so mamma kundi arbeiða. Tú hevur lagt nógv gott í meg og hini ommubørnini. Eg havi so nógv góð og rík [...] góðar og eisini fylgdi tú so væl við í øllum samfelagsviðurskiftum, so tú kundi snakka við um alt, bæði politik og ítrótt. Tú hevur altíð fylt so nógv í familjuni, tí øll hava verið so góð við teg og tú við [...] kvinna og dugdi uttan iva at síggja, at tað gjørdi okkum kedd og royndi tú at gera títt fyri at ugga sum best, sum tú altíð vart klár til. Tá vit komu at vitja teg, so tók tú í hondina á okkum og smíltist
spæla uttandura, og aðrastaðni sá ein einar 10 til 15 mans standa og práta saman. Men so er ikki longur. - Eg havi upplivað at ganga oman higar á støðna, niðan aftur fram við ánni og havi gingið soleiðis [...] Fólk flyta hagar sum tænasturnar og tilboðini eru. Hóast Funningur skuldi ligið væl fyri í landslagnum – t.v.s. at stuttur og breiður vegur er bæði til Funningsfjarðar og til Eiðis – so er tað ein sannroynd [...] virksemi av fólki ið hava keypt og umbygt hús í huganligu bygdini. Hesa somu gongdina hava tey somuleiðis sæð í Funningi, at fólk úr t.d. Havn og Vestmanna hava ognað sær hús her og gera tey í stand. Fyri Sámal
sessin var 10-9, og ein atkvøða var blonk. Eftir fundin váttaði Torleif Sigurðsson, at hann hevði atkvøtt blankt. ? Eg havi arbeitt saman við Børga B. Hansen og Mortan Poulsen í mong ár, og eg vildi ikki [...] hevur verið, bæði meðan hann hevur verið nevndarlimur, og nú hann hevur verið varalimur. Jens Erik Magnussen og Óli Holm vórðu afturvaldir í nevndina, og Mortan Poulsen varð afturvaldur sum varalimur. Tórálvur [...] eftir nevndarvalið fyri álitið, sum honum varð sýnt, og hann segði seg vóna, at góða vinarlagið og samstarvið, sum í mong ár hevði verið millum hann og Mortan Poulsen, eisini fór at halda fram eftir henda
út kvoturnar av uppsjóvarfiski og botnfiski í Barentshavinum, á Flemish Cap og Eysturgrønlandi. Sambært skrivinum skulu 75% skulu lutast út til tey, sum eru í vinnu, og 25% skulu seljast á uppboðssølu [...] á uppboðssølu, eru framvegis ógvuliga lág. Rættindi at veiða tosk og hýsu kunnu seljast, tá ið kvoturnar fara upp um ávikavist 10.000 og 5.000 tons. So skjótt tað fer at ganga framá við stovnunum undir [...] at geva skipum og virkjum betri møguleika at leggja sítt virksemið til rættis eftir fiskiskapi, prísi og øðrum viðurskiftum. Ongar broytingar gjørdar viðvíkjandi útlendskum ognarskapi, og forboð verður