? Tað var spell, at tað ikki var møguligt at velja tveir næstformenn í Fótbóltssambandinum.
Soleiðis tók Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, til, tá tað var greitt, at Børge B. Hansen við so teprum meiriluta, sum tað ber til, var afturvaldur sum næstformaður í eitt tvey ára skeið, og at Mortan Poulsen, sum var stillaður upp ímóti sitandi næstformanninum, fall við so teprum tapi, sum tað bar til.
Nítjan feløg vóru umboðað á fundinum. Tey høvdu hvør sína atkvøðu, og so hevði formaðurin í FSF eina atkvøðu. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni um næstformanssessin var 10-9, og ein atkvøða var blonk. Eftir fundin váttaði Torleif Sigurðsson, at hann hevði atkvøtt blankt.
? Eg havi arbeitt saman við Børga B. Hansen og Mortan Poulsen í mong ár, og eg vildi ikki taka dagar millum teir báðar. Í prinsippinum haldi eg tað vera sunt, at tað er møguleiki at velja, og nú valið tørnaði soleiðis út, sum tað gjørdi, so fari eg at ynskja Børga tillukku við afturvalinum, samstundis sum eg vóni, at Mortan framvegis fer at vera tann hjálpin í FSF, sum hann hevur verið, bæði meðan hann hevur verið nevndarlimur, og nú hann hevur verið varalimur.
Jens Erik Magnussen og Óli Holm vórðu afturvaldir í nevndina, og Mortan Poulsen varð afturvaldur sum varalimur. Tórálvur Stenberg, sum hevur verið annar av varalimunum, tók ikki við afturvalið, og í hansara stað varð Sveinbjørn Dánjalsson úr Hvalba valdur.
Dramatikkur
Aðalfundurin í Norðurlandahúsinum fyrrapartin leygardagin var sum heild friðarligur. Tað skein ígjøgnum allar málsviðgerðir, at føroyski fótbólturin hevur funnið stevið, tá tað ræður um umsiting. Uppskotini, sum vóru løgd fyri fundin, vóru ikki ókend, og tað var týðuligt, at tey flestu uppskotini vóru úrslit av teimum sjónarmiðum, sum komu fram, tá FSF og feløgini í novembar høvdu fyrireikandi fundin til aðalfundin.
Ókent men ikki óvart
Uppskot til nevndarval nýtast ikki at vera almenn fyrrenn á sjálvum aðalfundinum. Tá fundarstjórin, Jógvan Arge, bað um evni til næstformanssessin, sum skuldi mannast áðrenn hinir báðir nevndarsessirnir, skeyt formaðurin í LÍF, Róland Langgaard, upp at velja Mortan Poulsen. Fyri uttanfyri standandi kundi hetta tykjast sum ein bumba, men aftaná fundin skilja vit, at dagarnar uppundir aðalfundin hevði agitatiónin verið nógv. Serliga feløg í Eysturoy vildu hava Mortan Poulsen í næstformanssessin, meðan tað serliga vóru persónar, sum áður hava verið frammarlaga í føroyskum fótbóltspolitikki og onkrir, sum hava við ÍSF at gera, sum arbeiddu fyri at fáa feløgini at velja Børge B. Hansen.
Tá Jógvan Arge tók seðlarnar og rópti nøvnini upp, gjørdist dramatikkurin eins stórur, sum hann var, tá sami maður fyri einum 23 árum síðani var við hondbóltslandsliðnum til HM kapping í Portugal. Blanka atkvøðan kom skjótt á borðið, og tá bara ein atkvøða var eftir í pottinum, var støðan 9-9! Og so helt allur fundurin sum hann var ondini, áðrenn avgerðin fall.
Óvand støða
Einki kom fram á fundinum um, hví sitandi næstformaðurin, sum er tann einasti, ið er eftir frá tíðini, tá FSF varð sett á stovn fyri 20 árum síðani, og sum eisini var í síðstu nevndini í fótbóltsdeildini hjá ÍSF, skuldi hava eitt mótvalevni, og hvørki Børge B. Hansen ella Mortan Poulsen fingu høvi til at siga nakað um, hvat teir ætlaðu at brúka sessin beint undir tí hjá Torleifi Sigurðsson til.
Støðan við kapping um ein nevndarsess hevur ikki verið í fleiri ár, og spurningurin er, um tað ikki hevði verið gagnligt, um feløgini ikki skuldu verið kunnað um evni til nevndarval við ávísari tíðarfreist, eins og valevnini skuldu fingið møguleikan at greiða frá, hví teir lata seg stilla upp.
Styrki og veikleiki
Tað hevur ofta verið havt á munni, at ein av styrkjunum í FSF hevur verið, at nevndarlimirnir hava nógvar royndir í fótbóltspolitiska arbeiðnum, og at teir hava havt gott áralag. Men samstundis hevur tey seinnu árini verið at hoyrt, at tað hevði verið gott við nýggjum blóði, tí tað hevur verið mett óheppið, um ov nógvir limir fara at verða skiftir út í senn.
Børge B. Hansen takkaði eftir nevndarvalið fyri álitið, sum honum varð sýnt, og hann segði seg vóna, at góða vinarlagið og samstarvið, sum í mong ár hevði verið millum hann og Mortan Poulsen, eisini fór at halda fram eftir henda tætta dystin.
Eftir aðalfundin vóru tað summi, sum hildu, at tað var ein misálitisváttan á næstformannin, at hann hevði so stóra mótstøðu á aðalfundinum, meðan tað vóru onnur, sum mettu, at næstformaðurin kom styrktur úr valinum, tá hann hevði vunnið á mótvalevninum.