Í hesum døgum eru handverkarar í holt við at leggja seinastu hond á fyrsta part av umvælingini av Glyvra skúla. Skúlin, sum er gamal og niðurslitin verður umvældur frá grundini, og tað er av sonnum stórverk, sum farið er undir á Glyvrum.
Tað er torført at fáa slík arbeiði frá hondini uttan at tað darvar frálæruni, og fyri at órógva sum minst er gjørt av, at arbeiðið skal gerast í summarfrítíðini.
Kortini er arbeiðið so mikið drúgvført, at tað bar ikki til at vera liðugur til ta tíð tá farið var aftur í skúla, og tí fingu næmingarnir sum ganga í Glyvra skúla eina viku longri summarfrí enn flestu aðrir næmingarnir í landinum.
Tað hava teir neyvan nakað ímóti. Umframt tað eyka vikuna fáa teir nærum ein spildurnýggjan skúla at ganga í - hóast hann er gamal.
Stórarbeiði
Sum nevnt er talan um rættiliga stórt umvælingararbeiði. Fimleikahøllin verður so at siga gjørd av nýggjum og tað verða alis- og evnafrøisrúmini eisini. Harumframt verður drenað rundan um skúlan soleiðis at sleppast kann undan fuktinum, sum treingir ígjøgnum veggirnar.
Seinni er eisini ætlanin at gera hinar stovurnar og at gera arbeiði liðugt uttan eisini soleiðis at skúlin tá hann er liðugt umvældur so at siga er ein nýggjur skúli.
Vindeyguni skulu skiftast og sum vit skilja, so er ætlanin at »tapetisera« og mála skúlan uttan, fyri á tann hátt at forða vatninum at treingja ígjøgnum veggirnar.
Renoveraðir møblar og nýggj fimleikahøll
Tá skúlin nú skuldi umvælast, skuldi støða takast til, hvørt innbúgvi skuldi skiftast út alt sum tað var, ella um okkurt skuldi umvælast ístaðin.
Valið fall á tað seinna, og orsøkin til hetta var, at møblarnir eru so vakrir, at mett var rættast at seta teir í stand heldur enn at skifta teir út.
Fimleikahøllin verður heldur ikki til at kenna aftur.
Nógv er broytt, síðani fimleikahøllin var gjørd av fyrstan tíð og tí var gjørt av at taka alt úr høllini og gera hana heilt av nýggjum.
Gólvið er tikið upp, og veggir og loft eru tikin niður. Rúmið til fimleikaamboðini er gjørt av nýggjum og eisini brúsurúmini hava fingið eina »andlitslyfting«
Umstøðurnar at hava smíð í skúlanum á Glyvrum vóru sambært Ásmundi Lamhauge, skúlastjóra ikki góðar.
Rúmið var ov lítið og útluftingin var vánalig. Hetta verður broytt nú. Nýggj útluftingarskipan er gjørd og samstundis er eitt annað rúm tikið við í smíðrúmið, soleiðis at tað á tann hátt gerst størri.
Hevur gingið væl
Skúlastjórin í Runavík letur væl at arbeiði hevur gingið væl.
Handverkararnir hava arbeitt bæði skjótt og væl, og tað hevur gingið so skjótt, sum tað yvirhøvur kann ganga, sigur hann.
Nær fóru teir til verka?
Teir byrjaðu stutt áðrenn vit fóru í summarfrí, og teir verða so at siga lidnir í hesi vikuni. Ella teir vera »so lidnir«, at vit kunnu byrja aftur.
Hvussu verður so við undirvísingini?
- Tað fyrstu tíðina verður ikki undirvíst í fimleiki og alis- og evnafrøi her. Men av tí at vit eru væl fyri við skúlum her í kommununi, so ber til í eina tíð at hava undirvísingina aðrastaðni. Men av tí at tað krevur flutning millum skúlarnar, so ber tað ikki til í longdini. Hetta kemur tó eisini bara at vera í eina stutta tíð, sigur Ásmundur Lamhauge, skúlastjóri at enda.
Neyðugt við
umvælingum
Eyðun Petersen, tekniskur leiðari í Runavíkar kommunu, sigur, at tað var alneyðugt at fara undir umvælingarnar av skúlanum.
Skúlin er meiri enn 40 ára gamal, og krøvini til slíkar bygningar vóru øðrvísi tá. Harafturat skal so havast í huga, at skúlin ikki hevur fingið stórvegis ábót síðani hann varð tikin í nýtslu, so tað var alneyðugt.
Eyðun Petersen vísir eitt nú á brunakrøvini og sigur, at hóast tað er sjálvsagt, at tey verða herd, so er tað ikki bara sum at siga tað, at fáa gjørt broytingarnar tá talan er sum so gamlan skúla.
Hvussu nógv væntar tú arbeiðið kemur at kosta?
Nú er talan ikki bara um umvæling, tí ein partur er eisini nýgerð, men samanlagt kann væntast, at arbeiðið kemur at kosta onkustaðni ímillum 10 og 15 mió. krónur, sigur Eyðun Petersen, sum leggur afturat, at alt arbeiðið verður ikki gjørt í einum, men verður gjørt yvir trý skúlaár.
Umstøðurnar loyva ikki, at alt verður gjørt í einum. Í hesum umfarinum verður bert tann eina skúlastovan umvæld, og so er ætlanin, at hon skal vera sum ein prototypa fyri restina av arbeiðinum, sigur Eyðun Petersen at enda.