Tíðindaskriv:
Tey ellivu talvfeløgini í landinum hava meldað tretivu lið til kappingina. So stór luttøka hevur ikki verið fyrr.
Ikki færri enn 425 telvarar eru skrásettir í teimum ellivu feløgunum, sum hava boðað frá luttøku í landskappingini í vetur.
Telvað verður í fýra deildum. Í fremstu trimum deildunum eru liðini seks í tali, í fjórðu deild eru tey tólv, býtt sundur í tveir bólkar.
Harumframt telva tey yngstu fyri seg í aðrari kapping.
Trý feløg skara framúr
Tað skerst ikki burtur, at trý feløg eru í flokki fyri seg. Havnar Telvingarfelag, Sandavágs Talvfelag og Klaksvíkar Talvfelag manna einsamøll 1. deild. Feløgini hava tvey lið hvør í fremstu deildini.
Niðanfyri sæst yvirlit yvir feløg og tal á virknum telvarum í hvørjum felag:
Havnar Telvingarfelag (HT) 82 telvarar
Talvfelagið Rókur 49
Sandavágs Talvfelag (ST) 45
Kongshavnar Talvfelag 41
Kollafjarðar Talvfelag (KT) 39
Gøtu Talvfelag (38)
Klaksvíkar Talvfelag (KTF) 33
Tofta Talvfelag (TT) 32
Vestmanna Talvfelag (VT) 29
Suðuroyar Talvfelag 23
Stranda Talvfelag (STF) 14
Vit síggja, at felagsliðið í Sundalagnum, Rókur, hevur vaksið seg til hitt næststørsta í landinum. Rókur er tað, sum nú er eftir av virknum talvfeløgum í Norðstreymoy og har á leiðini - tó er Kollafjarðar Talvfelag framvegis fyri seg í besta blóma. Men hini - Streymur (Hvalvík-Streymnes), Hósvíkar Talvfelag og Eiðis Talvfelag hava givið seg undir felagið Rók á Oyri, sum nú umboðar tey øll.
Vit síggja eisini, at fyrrverandi Runavíkar Talvfelag, sum nú kallast Kongshavnar Talvfelag, hevur hópin av telvarum, fleiri enn í teimum siðvandnu talvfeløgunum í Klaksvík, Kollafirði, á Toftum og í Gøtu. Vestmanna, sum í nógv ár var háborgin fyri telving í Føroyum, hevur afturímóti ilt við at halda tørn.
Vágamenn styrkja seg
Hyggur tú eftir styrkilistunum, sum feløgini hava latið Talvsambandinum til liðkappingina, er serliga eitt navn, sum vekir ans.
Nummar eitt á listanum hjá Sandavágs Talvfelag stendur enski stórmeistarin Gawain Jones. Tað er ikki hvør sum helst. Hann er fastur fúsur á enska OL- og EM-landsliðnum. Styrkital hansara er 2643. Hann er í løtuni fjórðsterkastur í Onglandi.
Hvussu tíðum hann verður at síggja í føroysku kappingini er so spurningurin. Altjóða meistarin John Arni Nilssen hevur í nøkur ár staðið á listanum hjá Sandavágs Talvfelag, men hevur vist bara telvað ein dyst við teimum. Gawain Jones var við í onkrari av altjóða talvkappingunum, ið nevndust "Faroes Open", sum vágamenn og kollfirðingar fyri nøkrum árum síðani skipaðu fyri í Føroyum, tí er helst vinskapur íkomin millum vágamenn og enska stórmeistaran.
Vit síggja eisini, at Eyðun Nolsøe, sum í fleiri ár hevur umboðað Klaksvíkar Talvfelag, er nú skrásettur sum nummar eitt á listanum hjá Suðuroyar Talvfelag. Hetta er ikki so uppskakandi, tí Eyðun hevur sum kunnugt verið búsitandi í Suðuroy í fleiri ár.
Fyrstu trý umførini verða telvað í heyst; í dag, næsta sunnudag og 9. november. Eftir tað fer landsliðið til Kýprós í kappingina fyri smátjóðir í Evropa. So verður steðgur í føroysku kappingini til eftir nýggjár. Tá verða hini sjey umførini telvað til 14. mars, tá landskappingin endar.
Elias í HM
Elias Petersen úr Havnar Telvingarfelag umboðaði Føroyar í heimsmeistarakappingini í talvi fyri unglingar herfyri.
Kappingin var í Albania. Telvað var í fleiri aldursbólkum, úr 14 árum upp í 18 ár. Elias var í elsta aldursflokkinum.
Elias fekk 4½ stig eftir ellivu umfør, og endaði nummar 94 av 119 telvarum. Úrslitið var ikki eftir vild, og Elias missir nakað av sínum styrkitali.
Vinnari var Jagadesh Siddarth úr Singapore.
Líkt er ikki til, at nakar nýggjur Magnus Carlsen er á veg fram um okkara leiðir; eingin norðurlendskur telvari var at finna millum teir tretivu bestu í elsta aldursflokkinum. Heldur ikki í hinum flokkunum sást nakað til norðurlendskar úrmælingar.
Yvirlitið vísir týðiliga, hvussu talv er globaliserað so hvørt sum telvingin á netinum hevur tikið dik á seg. Talv røkkur nú út í hvønn krók í heiminum, og gávuríkir telvarar stinga seg nú upp á hvørjum bletti.