AIK Stockholm tapti grannauppgerðina móti Hammarby

Liðið hjá Mikkjali K. Thomassen hevur bert vunnið eitt stig í fýra teimum seinastu dystunum

Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá í bestu svensku fótbóltsdeildini, AIK Stockholm er í tungum sjógvi.

 

Seinastu fýra dystirnar hevur AIK bert megnað ein javnleik, og hevur sostatt bert tryggjað sær eitt av 12 møguligum stigum, og tað kostar dýrt í stríðnum um heiðursmerki og evropeiskan fótbólt komandi ár.

 

Í dag tapti AIK tann dystin, ið svíður djúpt hjá øllum AIK-fjepparum, nevnliga dystin móti grannunum, Hammarby. 

 

Á útivølli tapti AIK 1-2 fyri Hammarby. Heimaliðið skoraði beint undan steðginum, og teir øktu til 2-0, tá eitt korter var leikt av seinna hálvleiki. Áron Csongvai fekk spenning í uppgerðina aftur í 79. minutti, men nærri kom AIK ikki einum stigi.

 

AIK er nummar fimm í deildini við 44 stigum nú bert tríggir dystir eru eftir at spæla. GAIS er á tí gylta triðja plássinum, ið gevur evropeiskan fótbólt. GAIS hevur 48 stig á triðja plássinum. Hammarby hevur 55 stig, og Mjällby er langt fremst við 63 stigum. Vinnur Mjällby á IFK Göteborg á Gamla Ullevi leikvøllinum í annaðkvøld, so vera teir fyri fyrstu ferð í søguni svenskir meistarar. 

 

Komandi sunnudag klokkan 15.30 hevur AIK heimadyst móti Häcken.